Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 84 - 5. mai 2008 ] Torres javnar metið Við at skora í sínum áttanda heimadysti á rað hevur Fernando Torres skotið seg ájavnt gamla felagsmetinum, sum Roger Hunt á sinni setti fyri Liverpool Við 15 málum í seinastu 17 dystunum hevur Torres eisini sýnt seg sum ein óvanliga vandamiklan harra. Higar til hevur hann skotið 32 mál hetta kappingarárið, og tað er bert Ronaldo, sum hevur gjørt tað betur. Sami Ronaldo var eisini maðurin, sum forðaði Torres í at fáa heiðurin sum ársins spælari í Onglandi. Giggs røkkur metinum í Moskva Tað hevur higar til verið sagt, at Ryan Giggs kundi koma ájavnt Charlton, um hann fær ein leiklut í teimum báðum seinastu dystunum hjá Manchester United. Ein nýggja samanteljing vísir tó, at Charlton ”bert” hevur spælt 758 dystir fyri felagið og ikki 759, sum annars hildið. Í januar í 1962 skuldi Charlton vera við í dysti móti Charlton, men hann gjørdist sjúkur sama morgun og noyddist tí at geva avboð til dystin. Onkursvegna er hann tó skrásettur í hagtølunum fyri hendan dystin, men nú hett er rættað, er Giggs enn nærri metinum. Og spælir hann við í seinasta Premier League dystinum á árinum eins og í Champions League finaluni í Moskva, er hann einsamallur eigari av dystarmetinum í felagnum. – Eg vildi sagt, at tað er ein rættiliga góður møguleiki fyri, at hann røkur metinum nú, sigur Sir Alex Ferguson, sum øll árini hevur verið venjari hjá Giggs í Manchester United. Samstundis sum Manchester United vónar, at Newcastle skal steðga Chelsea, hevur Ronaldo sett kósina móti metinum, sum Alan Shearer hevur frá síni tíð í Newcastle Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tók ikki langa tíð hjá Ronaldo at prógva, hví hann næsta árið á rað er kosin ársins spælari í Ong­ landi av bæði fjepparum, fjølmiðlum og spælarunum sjálvum. Dysturin móti West Ham var bara knappar tríggjar minuttir gamal, tá portugisin við hældinum setti Luca Neill somikið væl av, at hesin fór afturpartin. Og tá eingin annar mótspælari kom ímóti, setti Ronaldo beina kós inn í brotsteigin, og so bankaði hann sítt 39. mál hetta kappingarárið í kassan. Og tá hann nakað heppið kundi stýra einum innleggi í netið nakað seinni, var søguliga 40­talið rokkið. Tevez økti til 3­0 við ein­ um dreymahøggi móti gamla felagi sínum, og so tóktist alt avgjørt. At Dean Ashton við kanska vakrasta málinum hetta kappingar­ árið minkaði um munin, hevði ikki tann stóra týdn­ ingin, men brádliga vildi Nani skapa spenning. Ein støða, sum lítli vongurin sjálvur var upprunin til, endaði við at Nani stútaði móti Lucas Neill, og so legði dómarin lítið í sjón­ leikin, sum Nani royndi at spæla. Av vøllinum og und­ ir kalda brúsu vóru boðini! Men hóast 11 móti 10 í knappan tíma, so megnaði West Ham ongan tíð at trýsta meistararnar. Og tá Michael Carrick í seinna hálvleiki sendi eitt avrættað skot í meskarnar, var leyst og liðugt. Manchester Uni­ ted kunnu framvegis avgera sjálvir, um teir verða enskir meistarar. Til hetta krevst ein sigur í seinasta útidyst­ inum, sum verður móti Wigan. Og skuldi tað hent seg, at Chelsea snávar longu í kvøld, tá teir spæla á útivølli móti Newcastle, er 10. meistaraheitið hjá Ferguson við Manchester United komið til høldar. Ferð á Fulham Í botninum er veruliga kom­ in eldur í kapprenningina, nú bert eitt umfar er eftir. Fyri bara hálvum øðrum dysti síðani, tóktist Fulham vera púrasta vist í niður­ flyting. Undan ferðini til Manchester City hevði Ful­ ham bert vunnið ein útidyst. Og við undirlutan, 2­0, móti heimasterka Manchest­ er City sá tað meira enn svart út hjá Roy Hodgson og hansara monnum. Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson man tó hava sagt okkurt skilagott við sín­ ar spælarar. Í øllum førum megnaðu teir at venda dyst­ inum til 3­2 sigur, og um vikuskiftið vunnu teir týdn­ ingarmikla heimadystin móti Birmingham við 2­0. Tað lyfti Fulham upp um strikuna, men enn eiga teir trupla uppgávu á útivølli móti Portsmouth. Og helst skal tann dysturin eisini geva stig, um Premier League­tilveran skal tryggj­ ast. Saman við Reading er Birmingham nú undir niður­ flytingarstrikuni, og tí skulu stig á kontina, um bjarg­ ingarroyndin skal eydnast í seinasta umfarinum. Bolton hevur eisini verið í niðurflytingarvanda, og teoretiskt eru teir tað enn. Men sigurin á Sunderland ber við sær, at bert ein risa­ sigur til Reading og stórtap til Bolton kann senda teir niðurum strikuna. Og tá er fortreytin samstundis, at Fulham vinnur sín dyst. So har skal vilja verri enn illa til. Arsenal trýstir Tað er longu greitt, at kapp­ renningin millum Liverpool og Everton um fjórða Champions League­plássið er av, men heilt burtur er spenningurin í sub­toppi­ num ikki. Eitt er, at Chelsea hevur trýst á sær, tá teir í kvøld spæal móti Newcastle. Tí vinnur Chelsea ikki, er meistaraheitið av álvara í hondunum hjá Manchester United. Annað er, at Arsenal eis­ ini trýstir fyri at vinna silv­ urmerkini og harvið bein­ leiðis luttøku í Champions League. Eins og Chelsea, so hevur Arsenal bert tapt tríggjar ferðir hetta kapp­ ingarárið, men ov nógvir javnleikir hava borið við sær, at talan í besta føri verður um silvur. Og mest sannlíkt bert um bronsu. Og endaliga er Everton eisini undir trýsti. Hesa ferð kundu teir anda nakað lættari, tí Aston Villa tapti dystin, sum kundi lyft teir upp á UEFA­cup pláss. Enn eru tó bert trý stig á muni, og tí skal Everton fáa okk­ urt burtur úr seinasta dystin­ um – á heimavølli móti Newcastle – um teir skulu vera vísir í europiska pláss­ inum, sum teir hava meddað eftir árið. Aston Villa spælir tá á útivølli móti West Ham. Shearer er næsta málið Úrslitini Manchester United-West Ham 4-1 Middlesbrough-Portsmouth 2-0 Reading-Tottenham 0-1 Aston Villa-Wigan 0-2 Blackburn-Derby 3-1 Fulham-Birmingham 2-0 Bolton-Sunderland 2-0 Arsenal-Everton 1-0 Liverpool-Manchester City 1-0 Seinasta umfarið (Sunnudagin 11. mai kl. 15.00) Birmingham-Blackburn Chelsea-Bolton Derby-Reading Portsmouth-Fulham Sunderland-Arsenal Tottenham-Liverpool West Ham-Aston Villa Wigan-Manchester United Middlesbrough-Manchester City Everton-Newcastle Tvær skoringar móti West Ham hava við sær, at Ronaldo fór um 40 mála marknasteinin. Talan var samstundis um Premier League mál nummar 29 og 30 hetta kappingarárið. Metið eigur Alan Shearer við 31 málum Mynd: Polfoto/AP