mánadagur 5. mai 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 5. mai 2008
29
Poul Nolsø hevur í Varða
num bd. 9 eina grein um
skipabygging í Nólsoy.
Poul lýsir atferðina soleið
is: “...Tummas i Geil kem
ur á ungum aldri burtur at
sigla, verður burtur í fleiri
ár og gerst kunnugur bæði
við sigling og farmaflutn
ing. Søgn er, at hann eisini
skal hava fingist við skipa
smíð...” og seinni “Tá er
tað, at hann fær hug at
byggja skip, og Nólsoy
ingar taka væl undir við
honum.” Farið varð undir
skipið í 1820, og tað var
liðugt tvey ár seinni.
Hvat áræði 100 Nólsoy
ingar skuldu vísa í verki til
slíkt avrik fyrst í 1800
talinum er ikki ilt at
ímynda sær.
Í Vinnuvitan tann 1. Mai
2008 er grein um alduorku
verkætlanina hjá felagnum
SeWave, har yvirskriftin
ljóðar, at “Sewave fær ikki
pengar”. Greinin er ikki
sørt áhugaverd í hesum
døgum, nú vit hóma ein
glotta fyri strategiskari
menning her á landi.
Um allir partar handfara
hetta málið skynsamt, og
eingin letur seg taka av
bóli og letur seg fornerma,
kann hetta gerast eitt høvi
hjá almennu Føroyum at
taka eitt megnarstig á leið
ini til tess aftur at gerast
ein strategisk eind, sum við
sjálvdefineraðum málum
stingur út í kortið og í
verki vinnur á mál.
Fyrsta uppgávan er sum
nevnt, at eingin tekur sær
nær tann hvassa broddin,
sum ein og hvør læru
prosess hevur við sær, og
sum vit kenna heilt frá
barnsbeini av. At átaka sær
strategiskar læruprosessir
krevur, at vit, eins og
børnini, lata okkum læra.
At seta við –
og at vera við
Vit kunnu helst skjótt
semjast um, at tað er ikki
lívið um at gera fyri Før
oyar og føroyingar at gera
eitt alduorkuverk. Tað
kundi eins væl verið so
mangt annað. Tað, sum er
lívið um at gera, er, at vit
seta við og koma okkum
inn í altjóða samfelagið,
har tað ber nøkrum okkara
til at vera við i fremstu røð
á sínum øki. Eisini fyri at
vísa umheiminum í verki,
at Føroyar ynskja at átaka
sær sín leiklut – eisini í
altjóða gransking og
menning.
Alduorkuverkið í
SeWave stendur einsamalt
í so máta og mær vitandi er
einki annað prosjekt undir
føroyskari leiðslu, sum á
sama hátt slóðar fyri einum
veruligum samstarvi mill
um Føroyar og EU á menn
ingarøkinum. Skulu vit tí
kvetta á stokkinum nú, fer
ein perlurøð av møguleik
um, hepni, orku og altjóða
samstarvi fyri skeyti. Tað
kann vísa seg at ganga
long tíð til slíkt prosjekt
aftur gerst veruleiki.
Felags prosjekt
Skulu vit vinna framá er
neyðugt, at vit leggja ork
una í felags prosjekt. Eitt
prosjekt, sum onkur ein
staklingur soleiðis hissini
fær hug til, kann vera
áhugavert hjá viðkomandi,
men leiðin er ógongd, og
søgan vísir okkum nógv
dømi um, at einstaklingar
máttu lúta, og prosjektið
fall fyri bakka. Søgan vísir
onnur prosjekt, har einstak
lingurin mátti lúta, meðan
onnur gjørdu prosjektið til
eitt felags prosjekt og á
tann hátt fingu tað til
høldar. Men initativ verður
tikið av tí einstaka.
Skulu vit vinna framá,
krevur tað, at tað ber tí
einstaka til at ýta seg inn á,
hvat eitt felags prosjekt er.
Eitt er, at onkur ynskir at
draga í sjálvdrátti, men tað
skal bera teimum fólkum
til at draga í felag, sum
ynskja tað. Hetta er sjálvur
grundvøllurin í leiðslu –
tað, sum ger eitt felags
átak møguligt.
Júst alduprosjektið í
SeWave er eitt slíkt pro
sjekt, sum stungið varð út í
kortið av táverandi lands
stýrismanni við orku og
umhvørvismálum, Eyðuni
Eltør, og SEV. Hetta var
eitt felags prosjekt við
samvirkni (commitment)
bæði frá landsstýrinum og
frá kommununum.
Embætisverkið er tað, sum
í dag eitur Jarðfeingi, sum
tá æt Oljumálaráðið.
Grundað á ummæli frá
Jarðfeingi, sigur lands
stýrismaðurin við Vinnu
vitan, at “ov ógreitt er,
hvussu nógv fæst burtur úr
ætlanini, samstundis sum
ov lítið ítøkiligt fyriliggur
um, hvat gagn Føroyar fáa
av at vera við í hesum slagi
av gransking.” Júst hesin
setningurin er strategiskt
áhugaverdur, tí her verður
spurnartekin sett við
prosjektið, sum eitt felags
prosjekt. Skulu vit taka
hetta fyri áljóðandi, merkir
tað, at tað sum Jarðfeingið
og landsstýrismaðurin sjó
setir sum eitt felags pro
sjekt saman við øllum
kommunum í landinum
ígjøgnum SEV í 2003, ikki
er eitt felags prosjekt í
2008!
Strategiski lærusetning
urin er greiður – soleiðis
vinna vit ongantíð framá.
Við slíkari argumentatión
verður eitt og hvørt gransk
ingar og menningarpro
sjekt slept á stokkinum, tá
ið úrslitini hómast í
havsbrúnni.
SeWave prosjektið gerst
soleiðis eitt prinsippmál,
har landsstýrið gevur til
kennar, um tað er ein
strategiskur samstarvs
partur, ella tað bert er ein
hissini leikari á vøllinum,
sum viðhvørt ger sum um
hann er samvirkin, og til
aðrar tíðir leggur fótonglar
út. Ella, sum vit viðhvørt
siga tað í strategiskum
samanhangi, at hetta er
“krígsherjað øki”, har ein
skal rokna við øllum.
Gransking og menning –
og rakstur
Tann næsti strategiski
lærusetningurin, sum vit
kunnu lesa burturúr grein
ini, er samanburðurin við
vindmyllur. Í fyrsta lagi er
sjálvt talgrundarlagið í
greinini komið skeivt fyri,
tí potentialið fyri hesum
slagi av alduorku í Føroy
um liggur um 12.000
GWt árliga, meðan
potentialið fyri vindorku
man liggja um 2400 GWt
árliga. Tá verður í báðum
førum roknað við at ovur
troyta møguleikarnar.
Trupulleikin er bert tann,
at alduorka er ikki ein
kend og brúkilig tøkni –
hon er í menning. Tí er tað
meiningsleyst at tosa um,
hvat alduorka kostar
samanborið við vindorku.
Til samanberingar fram
leiðir SEV í dag millum 2
og 300 GWt. árliga.
Spurningurin stendur ikki
imillum vind ella aldu. Her
er talan um bæði og.
Spurningurin fyri strate
gisku Føroyar er í hesum
føri ikki, hvussu vit sjálv
kunnu fáa bíligastu orkuna
í næstu framtíð. Spurning
urin er, um vit vilja vera
við at lyfta okkara part av
menningini innan eitt øki,
har vit hava natúrligar
fortreytir at gera ein mun,
og um vit vilja geva okkara
fólki høvi at samvirka við
altjóða samfelagið á høg
um støði. Samstundis sum
møguleikarnir her á klett
unum eru týðandi, um vit
hyggja eini 510 ár fram í
tíðina.
Tá ið EU hevur givið
tilsøgn um stuðul til eina
slíka verkætlan í Føroyum
– sum jú ikki er partur av
EU – er tað júst tí EU
hevur áhuga í menningini.
Men hvørki EU ella aðrar
strategiskar eindir hava
nakran áhuga at samstarva
við fólk, sum ikki vilja
vera við til at lyfta sín
part. Tá ið tað í greinini
stendur, at “...um sjálvan
granskingarpartin vita vit
ov lítið um, hvat fæst fyri
pengarnar...”, má tað eisini
vera komið skeivt fyri, tí
EU játtar ikki pening uttan
rættiliga neyvar frágreið
ingar og lýsingar.
Eyðkenni við einum
strategiskum prosjekti
Tann triði strategiski læru
setningurin, sum vit kunnu
lesa burturúr greinini, er
spurningurin um eyðkenn
ini við einum slíkum
prosjekti. Við setninginum:
“ov ógreitt er, hvussu nógv
fæst burtur úr ætlanini,
samstundis sum ov lítið
ítøkiligt fyriliggur um, hvat
gagn Føroyar fáa av at vera
við í hesum slagi av grans
king.”, geva vit til kennar,
at fyri at vera við einum
menningar prosjekti er
kravið, at tað er greitt,
hvussu nógv fæst burturúr
ætlanini. Hvat sigur hetta
um onnur strategisk
prosjekt?
Hóast vit ikki vita nógv
um onnur prosjekt við hesi
tyngd, so vita vit eitt. Tey
hava øll somu eyðkenni:
Tað er ógreitt, hvussu nógv
fæst burturúr ætlanini, eins
og tað er lítið ítøkiligt at
siga um, hvat gagn Føroyar
fáa av at vera við í hesum
slagnum av gransking. Tað
er, um ein ikki íroknar, at
landið er við á altjóða
støði. Tað er í hesum føri
størsta ítøkiliga nútíðar
nyttan, sum er vís í hvørj
um einasta prosjekti av
slíkum slag, hvørt tað
hepnast ella ikki – og helst
eisini høvuðsorsøkin til at
løgmaður leingi hevur
roynt at koma Føroyum inn
í EU granskingarsam
starvið.
Sama ger seg galdandi,
tá ið sagt verður, at “um
sjálvan granskingarpartin
vita vit ov lítið um... hvat
landsstýrið bindur seg til.”
Tað er júst høvuðseyðkenni
við allari strategiskari
menning og serstakliga
gransking – vit kenna ikki
dagin í morgin. Hvør
skuldi vita, tá ið Bogi
Hansen á sinni fyri einum
30 árum síðani fór undir
tær fyrstu hita og saltmát
ingarnar við Jens Chr.
Svabo, at hann og onnur
seinni fóru at skriva
greinar í altjóða tíðarrit við
støði í eini altjóða viður
kendari føroyskari fiski
rannsóknarstovu? Hvør
skuldi vita, tá ið Elias
Davidsen, sáli, eisini fyri
um 30 árum síðani fór
undir fyrstu frárenningar
mátingarnar, at tær soleiðis
hissini skuldu takast niður
20 ár eftir?
Vit vita ikki um nógv –
og sumt vita vit við vissu
Tað tekur nógv orð at
skriva um alt tað, ein ikki
veit í einum strategiskum
prosjekti. Óvissan er eitt
høvuðseyðkenni. Men har
eru tríggir aðrir setningar,
sum eru meira nýtiligir í
praksis, og sum allir koma
til sjóndar í atferðini hjá
Nólsoyingum fyri nærum
tveimum øldum síðani,
hóast orðið strategi neyvan
hoyrdist niðri á Mølini ella
úti á Malarenda, millum
hamarsløgini. Strategisk
úrslit røkka vit bert:
við samvirkni (commit
ment) frá øllum týðandi
pørtum grundað á víðsjón
ina, sum hómast fyri
framman.
við eini samgongu,
sum tað ber til at leggja
vekt á ígjøgnum alla perlu
røðina av prosjektum,
eisini tá ið óvissan er at
líkna við svartastu toku, og
einki ýti er at hóma.
tá ið lyklapersónar hava
innlit í strategiska leiðslu
og hava viljan til at brúka
hetta innlit í praksis í teim
um heilt ítøkiligu stigum,
sum liggja fyri dagin í dag.
Eitt og eitt ítøkiligt pro
sjekt í senn. Stórt og smátt.
Spurningurin um játtan
til alduorkuverkætlanina í
SeWave er tí ikki ein spurn
ingur um tað, vit ikki vita.
Spurningurin er, um tað
ber til, ella tað ikki ber til í
verki at byggja eitt strateg
iskt prosjekt upp frá botni
og fáa tað til høldar, har
almennu Føroyar er ein
partur – tað er prinsipiella
málið.
... og Nólsoyingar taka væl undir við honum
viðmerkingar
Signar P.
HeineSen
Føroyski presturin
Gerhard Hansen hevur
skrivað spennandi bók um
donsku kirkjuna í
Rendsburg í
Vesturtýsklandi, har hann
starvaðist í nøkur ár.
Danski minnilutin hevur
havt trong kor síðani
1864, tá ið Danmark misti
ein stóran part av
landinum. Norðurslesvík,
Suðurjútland fingu teir tó
aftur 1920 við
fólkaatkvøðu, meðan
Suðurslesvík varð verandi
týskt.
Tá ið Hitler tók við ræði
num 1933, fekk danski
minnilutin eins og allir
aðrirminnilutar trong kor
at arbeiða undir. Frá 1864
hevði ikki verið loyvt at
læra og nýta danskt mál.
Tað vóru bert fáir danskir
prestar um at røkja alt Suð
urslesvík. Nakað áðrenn
og eftir at Hitler hevði
tikið seg sjálvan av
døgum, streymaðu flótta
fólk eystanífrá. Suðursles
vík varð harðast rakt.
Rendsburg, sum henda
bók snýr seg um, vaks við
45,6% og enska
fyribilsstjornin, ið skuldi
demokratisera norðurtýsk
land, skuldu m.a. skipa
fyri at øll hesi mongu
túsund flóttafólk vórðu
deild upp og fingu innivist
hjá teimum, ið búðu í
Rendsburg, fimt størsta
býi í Suðurslesvík. Hetta
vóru harðar tíðir. Øll tey
mongu donsk sinnaðu, ið
av ótta fyri Hitler vald
inum høvdu gjørt sum
vóru tey týsk. Nú syrgdi
enska fyribils stjórnin fyri
at SV (Sydslesvigsk for
ening) og danska kirkjan
fekk loyvi at virka. Matur
og klæði vórðu send frá
Danmark. Í byrjanini til
øll, men tað kundi ikki
liata seg gera, so vórðu
sendingarnar frá Danmark
bert býttar millum tey, ið
vóru limir av SV og
kirkjuni (donsku).
Eftir fall Týsklands,
kom ein sonn fólkalig
veking og lutvís eisini
kirkjulig. Hóast tvær
stórar danskar kirkju vóru
í Rendsburg, noktaðu
kirkjuligu myndug
leikarnir teim donsku at
læna kirkjurnar til guds
tænastur og kirkjuligar
handlingar.
Mangt er í neyðini nýtt,
so leigaðu tey donsku seg
inn í biohallir og vertshús.
Tað var vanligt, at 4500
fólk møttu upp til gudstæn
astur og kristiligar fundir.
Í 1946 fingu tey bygt eina
barakkirkju. Enska
fyribilsstjórnin gav
innferðarloyvi til nakrar
prestar afturat teimum, ið
frammandanundan vóru.
Ikki fyrrenn í 1964 fekk
Rendsburg egna danska
kirkju við kirkjutorni, so
ongin ivi var um, at her
var eitt Gudshús.
Prestagarður varð bygdur
saman við kirkjuni.
Gerhard Hansen hevði
skrivaði eina áhugaverda
bók um Rendsburg
donsku meinigheit, sum
hevur borið og yvirlivað
ótrúliga nógvar kampar,
áðrenn tað eydnaðist at
skipa eina kirkju, sum
minnir um donsku
fólkakirkjuna.
Í næstu bók síni »Syd
slesvig i kampens tegn«
sigur Gerhard Hansen um
alt ið fórst fram áðrenn
friðurin at enda var í hús.
Ummæli
prestur
HanS
Parmann