mánadagur 5. mai 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 84 - 5. mai 2008
tíðindi
- Partapeningurin hjá
okkum er 50 miljónir
krónur, og tí hava vit
ongan akuttan tørv
á at taka fiskin beint
nú, sigur dagligi leið-
arin hjá Termar Sea
Farm, Kjell Dahl
Toskaaling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í heyst ella í vetur hevur
felagið Termar Sea Farm í
Herøy í Noregi eini 500
tons av aldum toski, sum
kunnu takast og seljast.
Tað er Helgelands Blad,
sum ber tíðindini.
Fiskurin, sum verður tik
in í heyst ella í vetur, er hin
fyrsti hjá felagnum, síðan
Termer Sea Farm yvirtók
virksemið hjá øðrum felag.
Termer hevur gjørt stórar
íløgur í virksemið við toska
aling. Eitt nú hevur felagið
latið smíða ein nýggjan fóð
urbát, sum kostaði sjey
miljónir krónur og hevur
eisini gjørt stórar íløgur í
nótir og annan útbúnað.
Partapeningurin hjá okk
um er 50 miljónir krónur,
so vit hava tí ongan akuttan
tørv á at taka fiskin beint
nú, sigur dagligi leiðarin,
Kjell Dahl, við blaðið.
Termar hevur eina 3ára
avtalu við Codfarmers, sum
eitt nú byggir á, at Termar
skal framleiða og selja Cod
farmers 10,5 miljónir toskar
til útseting í trý ár.
Í løtuni hevur Termar Sea
Farm umleið 2 miljónir
toskayngul svimjandi í nót
um, og av hesum skulu
umleið 1,8 miljónir fiskar
seljast víðari til aðrar alar
ar.
500 tons av alitoski klárir til sláturs
Termer Sea Farm í Noregi
hevur gjørt stórar íløgur í
toskaaling
Líkindini vóru av
teimum bestu, tá báta-
fylgið stevndi inn í
Oyrarnar á Toftum
beint fyri klokkan 15
seinnapartin leygar-
dagin
BáTafesTivalur
Orð/myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta er fjórða árið á rað, at
Bátafelagið í Nes kommunu
skipar fyri bátafestivali, og
hetta er samstundis fyrsta
bátastevnan av sínum slag á
árinum.
Í byrjanini av síðstu viku
søgdu veðurmenninir held
ur vánaligt veður við regni
og frískum vindi til leygar
dagin. Men so hvørt, sum
vikan leið, og leygardagurin
nærkaðist, gjørdust útlitini
betri – við minni vindi og
turrari veðri.
Bátarnir, sum tóku lut í
festivalinum,
møttust
í
Skálafirði
leygardagin
klokkan 12.30, og tá klokk
an nærkaðist 15, la bátafylg
ið úti fyri Oyrunum á Toft
um, har teir – ein og ein
stevndu inn í Oyrahavnina.
Talið av bátum var mill
um 60 og 70, og hetta er
umleið sama tal, sum á festi
valinum í fjør.
Fremstir á bryggjuni at
taka ímóti bátsmanningun
um, vóru formaðurin í Báta
felagnum, Høgni W. Høgne
sen og nýggi havnameistarin
í Nes kommunu, Hans Óli
Viberg, sum byrjaði í nýgg
ja starvinum, 28. apríl.
Tá bátarnir høvdu lagt til
bryggju, hoyrdust harmoni
kutónar ljóma aftur við
kendum sjómansvísum og
øðrum sangum, ið fólk hava
tikið til sín.
Hetta setti sín serstaka
dám á móttøkuna.
Bátafelagið bjóðaði síðan
øllum manningunum út í
matstovuna á virkinum hjá
Faroe Seafood til heita sup
pu og okkurt leskandi.
Bátafestivalurin byrjaði í
besta veðri – við turrveðri,
lítlum og ongum loti og fitt
av sól.
Tað var ikki fyrr enn sein
ni um kvøldið, at regnið,
sum veðurmenninir høvdu
spátt, kom.
Millum tiltøkini, sum ann
ars hava við sjógvin at gera,
var framsýning í húsunum
hjá Fíu á Rætt í sambandi
við, at róðrarog seglbáturin
Dvørgamoy hevur 10 ár á
baki seinni í hesum mánað
inum.
Dvørgamoy var eisini
millum bátarnar, sum tóku
ímóti bátafylginum úr Skála
firði.
Umstøðurnar í rúmligu
Oyrahavnini at taka ímóti
bátum eru góðar við lands
streymi og vatni.
Bátafelagið
á
Toftum
skipaði fyri nógvum ymisk
um tiltøkum, bæði til gam
ans og álvara, allan leygar
dagin og leygarkvøldið.
Út á leygarkvøldið og
sunnunáttina varð góður
dansur í nýggja tjaldinum,
sum
Bátafelagið
hevur
keypt.
60-70 báts-
manningar
á festivali
Einir 60-70 bátar vóru
við á bátafestivalinum á
Toftum leygardagin, og
tað er umleið sama tal
sum í fjør
Nýggi havnameistarin, Hans Óli Viberg, skipar fyri, hvussu
bátarnir skulu liggja í havnini
Formaðurin í Bátafelagnum á
Toftum, Høgni W. Høgnesen,
er fremstur á bryggjuni, tá
bátafylgið nærkast