týsdagur 6. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 85 - 6. mai 2008
Tá útisetar flyta heim
Mikukvøldið skipar MFS fyri tema-kvøldið á
Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Evnið fyri
temakvøldinum er “At flyta heimaftur”, og saman við Eik
fer MFS tá at seta fokus á fleiri viðurskifti, sum hava
týdning, um útisetar skulu flyta aftur til Føroya eftir lokna
útbúgving. Millum tað, sum stendur á skránni, eru føroyski
bústaðar- og sethúsamarknaðurin, ansingarviðurskifti og
fíggingarmøguleikar. Umframt at varpað ljós á evnini sjálv,
verður smyrjibreyð við føroyskum viðskera at fáa og
føroyskur tónleikur at hoyra. Hesum seinsta stendur Høgni
Lisberg fyri.
- Vit hava roynt øll-
um, sum kann ganga
og krúpa, frískum
og sjúkum, ungum
og gomlum, gentum
og dreingjum, men
kortini liggja skipini,
tí tey fáa ikki mann-
ing, sigur Johan Páll
Joensen, reiðari
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tey, sum siga, at onki
arbeiðsloysi er í Føroyum,
liva ikki í hesi verðini.
Tað staðfestir Johan Páll
Joensen, sum bæði er reiðari
og formaður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag.
Ì eini heilt óvanligari lýs-
ing í Sosialinum í dag, søkir
hann eftir skipara og mann-
ing til línuskipið, Fugltúgv-
uni.
Eitt, sum er óvanligt við
lýsingini, er, at hann leggur
dent á, at bæði konufólk og
mannfólk eru vælkomin at
søkja og vit vita ikki um nak-
að annað dømi, har reiðari
beinleiðis hesu søkt eftir
kvinnuligum skipara og kvin-
nuligum dekkarum til fiski-
skip.
Men Johan Páll viðgongur
eisini, at hetta er rætt og slætt
eitt neyðarróp.
- Eg hopi kvinnur og menn
við áræði og vilja, síggja
lýsingina og bjóða seg fram,
leggur hann afturat.
Ì lýsingini verður lýst eftir
røskum kvinnum og monn-
um at manna Fugltúgvuna
og nú vónar hann, at onkur
hoyrir neyðarrópið.
Ligið í tveir mánaðir
Hann sigur, at Fugltúgvan
hevur ligið nú í tveir mánað-
ir, tí manning ikki fæst til
skipið.
- Vit hava søkt eftir øllum,
sum kann krúpa ella ganga,
monnum og kvinnum, ung-
um og gomlum, gentum og
dreingjum,
men
kortini
mangla við 12-14 fólk til
Fugltúgvuna, sigur vinnu-
lívsmaðurin úr Klaksvík.
Tí staðfestir hann eisini,
at nú royna tey enn einaferð
og øll skulu vera hjartaliga
vælkomin at søkja.
- Eisini Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeiðar-
afelag og Sonja í Jógvans-
stovu, Samskipari í samtaki.
Ja, álvaratos, høvdu tey
søkt, skuldi er rulla tann
reyða leyparan út eftir
bryggjuni
fyri
teimum
umborð á Fugltúgvuna, sig-
ur Johan Páll Joensen.
Hann heldur rætt og slætt,
at tað kann ikki passa, at
tað ikki finnast menn og
kvinnur, sum hava hug og
dirvi at reka eitt skip, sum
Fugltúgvuna.
- Vit velja ikki at trúgva
at støðan er sum hon er og
vænta, at onkur setir seg í
sambandi við okkum hesum
viðvíkjandi, sigur hann í
lýsingini í dag.
Liva ikki í hesi verð
Hann sigur, at øll tey, sum tví-
halda um, at onki arbeiðs-
loysi er í Føroyum, liva í
hvussu so er ikki í hesi verð-
ini
- Hetta er ikki nakað nýtt,
tí hetta hevur verið støðan
leingi.
Fugltúgvan er ikki einasta
skip, sum liggur, tí tað gera
fleiri onnur skip.
- Og partrolararnir eru
undirmannaðir hvønn einas-
ta túr, leggur hann afturat.
- Hetta er nakað vit stríðast
hvønn einasta og áðrenn
hvønn einasta túr, leita vit
eftir fólki, men til fánýtis.
Hann sigur, at tað er ikki
tí, at Fugltúgvan er nakað
vánaligt skip.
Hon er eitt tað nýggjasta
og ein av bestu bátunum,
sum er. Hann er akkurát
longdir og í fínasta standi, so
tað er ikki hetta, sum bilar.
- Úrtøkan er sjálvandi eftir
fiskiskapinum og tað eru vit
ikki harrar yvir. Men verða
teir væl drivnir, er úrtøkan
góð.
Hann sigur, at hann er so
hamrandi troyttir av øllum
hesum prátinum um arbeiðs-
megi og um at fáa útlendska
arbeiðsmegi til Føroyar.
- Eg havi sagt mína mein-
ing so oftani nú, at eg orki
ikki at endurtaka tað. Men
eg havi langt síðani mist
álit á, at trupulleikin verður
loystur og nú havi eg so
ikki longu nakað sum helst
álit á politiska skipanin
megnar at loysa trupulleik-
an, sigur hann.
Men hann sigur, at tað er
ikki annað væntandi við tí
hugburði, sum mangan er,
tí ofta trýr hann ikki sínum
egnu oyrum, tá ið hann hoy-
rir fólk siga, at hetta hevur
ongan týdning og vit hava
onki arbeiðsloysi.
- Eg veit ikki, hvørjum hei-
mi, tey liva í, tí veruleikin er,
at á hesum øki, er samfelagið
í kreppu, sigur Johan Páll
Joensen.
- Fyrsta ársfjórðing í ár er,
at fiskanøgdin minkað 16%
og útflutningurin er minkað-
ur 21% og ein stórur partur
av orsøkini til tað, er trotið á
arbeiðsmegi.
Hann sigur, at tað er næst-
an líka galið at manna fiska-
virkini á landi.
Hann staðfestir eisini á hes-
um øki, er nógv broytt í sam-
felagnum, tí tá ið hann var
ungur, var tað onki meiri
spennandi hjá ungum dreingj-
um at sleppa at fáast við
skip.
- Tað var toppurin, tá ið eg
var ungur, leggur hann aftur-
at.
Johan Páll rópar neyðarróp
Anna
hevði
bestu
røddina
Eingin
ivi
var
hjá
dómarunum,
tá
teir
skuldu seta navn á ársins
songrødd 2008. Vinnari
gjørdist 16 ára gamla
Anna
Nygaard
av
Glyvrum. Í finaluni sang
Anna “Baby I love you”,
sum
Aretha
Franklin
annars gjørdi kendan á
sinni. Og hetta gjørdi
hon somikið sannførandi,
at talan gjørdist um
fremsta
plássið
í
kappingini.
Nummar
tvey
gjørdist
Janus
Wiberg
Mortensen
í
harðari
kapping
við
nummar trý, sum var
Bjarki Hansen. Umframt
eina peningagávu fyri
sigurin, fær Anna eisini
møguleika at syngja á
Summar
Festivalinum,
sum verður í august
mánaði.
Johan Páll Joensen sigur, at øll tey, sum tvíhalda um, at onki
arbeiðsloysi er í Føroyum, liva í hvussu so er ikki í hesi verðini
Fugltúgvan liggur við kei, tí
ongin er áhugaður í at føra
skipið
Savnsmynd