týsdagur 6. mai 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 85 - 6. mai 2008
Atkvøða um loysing
Alt bendir á, at skotar skulu á fólkaatkvøðu um, hvørt teir
skulu loysa frá hinum partinum av Bretlandi, ella teir
skulu halda fram við verandi sambandinum við Ongland,
sum nú hevur vart í 300 ár. Skotski tjóðarflokkurin, sum
skipaði stjórn eftir síðsta val, vil hava fult skotskt
sjálvstýri og fólkaatkvøðu um spurningin. Hinir flokkar
nir eru ímóti at loysa, men teir flestu av hinum flokk
unum taka tó undir við at lata fólkið siga sína hugsan.
Olja upp á 120 dollarar
Eftir spakuliga príslækkingar seinastu vikurnar, setti oljan
aftur nýtt prísmet í gjár. Í mun til fríggjadagin hækkaði
oljuprísurin í dag við $3,69 fyri tunnuna. Greinarar siga,
at ógvusligi prísvøksturin serliga kemst av veika
dollaranum, og av kurdisku hóttanunum um uppreistur í
Irak. Samstundis er samlaða framleiðslan minkað, nú
álop hava verið á oljuframleiðsluanlegg í Nigeria.
Beint í eini tíð, har øll
vilja vera stjørnur, leggja
Føroyar pall til ein film,
ið heiðrar teimum, sum
bara vilja sleppa at liva síni
stillu lív
Filmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
”City Burger, Gamli Bókhandil,
Rúsan, Busskýlið í Kollafirði,
Flogvøllurin ...”
Við fyrsta eygnabrá líkist listin
yvir
’locations’
meir
eini
ferðaætlan hjá Bygdaleiðum enn
eini 28 milliónur krónur filmsætl
an, ið kundi fingið Hollywood
dreymar fram í teimum flestu.
Men stjørnudreymar er ikki júst
tað, sum drívir verkið, tá eitt stórt
norskt filmslið í heyst kemur til
Føroyar at byrja upptøkurnar til
filmin ”Buzz Aldrin, hvor blev
det af dig i alt mylderet”.
Heldur beint øvut.
Tað, sum hugtók meg mest
við
unga
høvuðspersóninum,
Mattias, er hansara inniliga ynski
um at ongin skal leggja merki til
hann. Tað er í grundini ein rætti
liga provokerandi tanki í eini tíð,
har øll vilja verða kend og helst
stjørnur, sigur leikstjórin, Geir
Henning Hopland.
Hóast tað ikki beinleiðis var
endamálið við bókini at finnast at
hesum ráki, ásannar rithøvundurin,
Johan Harstad, at søgan í so máta
er vorðin enn meir aktuell, enn tá
hann skrivaði hana fyri trimum
árum síðani.
Trupulleikin við, at stjørnu
dreymar og kend fólk fylla so nógv
í okkara tíð, er, at vit hava lyndi til
at gloyma tey, sum eru nøgd við
eina vanliga, stilla gerandistilveru.
Tað var einum slíkum persóni, eg
vildi geva eitt pláss onkursvegna,
sigur Johan Harstad.
Anti-drama
Stilla tilveran og tankarnir hjá
Mattias fáa eisini nógv pláss í
bókini – so nógv, at tað er torført
at ímynda sær, hvussu hetta kann
endurgevast í einum filmi.
Tað er jú tann spennandi
avbjóðingin – at skapa eitt slag av
filmsdrama kring ein so anti
dramatiskan høvuðspersón og
eina so spakuliga søgu. Tað krev
ur, sum eitt tað fyrsta, eitt intenst
spæl av sjónleikararnum, sigur
Hopland.
Tí er tað eisini heilt avgerandi,
at vit finna rætta leikaran at spæla
Mattias. Tað er kanska tað, eg
stúri mest fyri, viðgongur Har
stad, sum annars ikki ætlar at
blanda seg ov nógv uppí arbeiðið
hjá filmsleikstjóranum.
Filmurin verður ikke ein end
urfrásøgn av bókini. Heldur skal
leikstjórin sleppa at skapa sína
egnu søgu. Hann fær fríar teymar,
tí eg hevði jú ikki dugað at gjørt
hendan filmin, sigur Harstad og
hyggur yvir á leikstjóran
Og eg hevði ikki dugað at
skriva bókina. Kanska er tað best,
at vit bara lata Johan Harstad spæla
høvuðsleiklutin, so er friður av
honum, sigur Hopland skemtandi.
Í grundini stúrir leikstjórin á
ongan hátt fyri møguligum ósemj
um við høvundan. Hóast teir báðir
framvegis kjakast nógv um film
in, eru teir rættiliga samdir um,
hvat tað er, teir vilja hava fram.
Goymdar perlur
Fyri bæði leikstjóran og rithøv
undan er tað rættiliga avgerandi, at
filmurin fer fram í Føroyum. Fyri
Harstad er Føroyar perfekta staðið,
um tú bara vilt hvørva í mjørkanum,
men eisini ímyndin av tí, sum fær
høvðuspersónin at ásanna, at eisini
hann hevur nakað dýrabært at geva
í samveruni við onnur menniskju.
Og fyri Hopland eru Føroyar sum
leikpallur ein burturgoymd perla
fyri ein filmsleikstjóra.
Tað undrar meg, at fleiri filmar
ikki eru gjørdir í Føroyum, tá tú
hugsar um, hvussu sterk visuell
inntrykk tú fært her. Bæði lands
lagið, sól, regn og mjørki fara í
øllum førum at fylla nógv í
filminum, avdúkar leikstjórin.
Uttan at ljóða alt ov sjálvhá
tíðarligur, vónar Johan Harstad, at
filmurin kann verða hansara gáva
til Føroyar.
Ikki at soleiðis at skilja, eg skal
koma og geva tykkum okkurt, tit
ikki hava framman undan. Eg vóni
bara at filmurin onkursvegna kann
endurspegla gleðina, eg upplivi við
at koma til Føroyar, sigur Harstad.
300 til jarðarferð
Ørindini hjá teimum báðum í
Føroyum hesuferð, er at finna
hóskandi støð at gera upptøkur og
at finna føroysku sjónleikararnar,
sum skulu vera við í filminum.
Júst hvussu nógvir føroyskir
leikarar skulu vera við, liggur ikki
fast enn. Tað einasta, Harstad og
Hopland kunnu avdúka fyribils,
er, at teir væntandi skulu brúka
einar 300 statistar til eina jarðarferð
í Saksun.
Men vit vóna eisini at finna
føroyskar leikarar til onkrar av
størru leiklutunum. Og jú, teir fara
nokk at tosa føroyskt í teimum før
um, teir ikki tosa við onkran av
hinum í filminum, har onkur er
dani, amerikanari ella norðmaður,
sigur leikstjórin, sum vónar, at upp
tøkurnar kunnu byrja longu í heyst
ella í seinasta lagi til várs.
Filmurin verður skipaður sum
sjónvarpsrøð í 4 pørtum, sum
verður víst á NRK í 2010. Í løtuni
eru eisini samráðingar við aðrar
sjónvarpsstøðir – millum annað
vóna teir báðir, at eisini Sjónvarp
Føroya fer at senda røðina.
Føroyar sum pallur teirra ókendu
Rithøvundurin, Johan Harstad (th) og filmsleikstjórin, Geir Henning Hopland, á Café Natúr, ið eisini verður eitt av
støðunum, sum verður við í filminum ”Buzz Aldrin, hvor ble det af deg i alt mylderet”