týsdagur 6. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 6. mai 2008
13
Broytingarnar í útlend
ingalógini eru ein vánalig
loysn, tí neyðuga arbeiðið
er ikki gjørt, hóast ríkilig
tíð hevur verið til hetta.
Úrslitið kann gerast tann
reini ruðuleiki, tí fylgi
lógir, eftirlit o. a. mangla
Fyri einum ári síðani kom
landsstýrið fram við loysn
ini um at seta grein 9a í
donsku útlendingalógini í
gildi. Gjørt var beinan
vegin vart við trupulleik
arnar í lógini. Fylgilógir
manglaðu, har var onki
eftirlit, útlendingar hava
framíhjárættindi til arbeiði,
føroyski arbeiðsmarkn
aðurin er øðrvísi saman
settur enn tann danski, og
tí er trupult at kopiera lógir
umframt at onnur teknisk
viðurskifti vóru ógreið.
Atfinningarnar, ið tá
vóru førdar fram, eru
framvegis viðkomandi, tí
løgmaður og flokkur han
sara, sum nú fyrisita málið,
halda ikki lyftini, ið førd
hava verið fram seinastu
mánaðirnar.
Ein fylgilóg um setanar
bræv er gjørd og eitt
arbeiðsloysi mark á 3,5%
er ásett í lógina, men hetta
er langt frá nóg mikið til at
viðurskiftini við útlend
skari arbeiðsmegi kunna
roknast sum skipaði.
Skeivt útgangsstøði
Í Føroyum hava vit sein
astu árini havt ein frálíkan
møguleika at gera arbeiði
ordiligt frá grundini av, nú
lógin um útlendska arbeiðs
megi skal broytast. Við at
gera tingini røtt frá byrjan
kann sleppast undan fleiri
av teimum klassisku brot
unum á lógir, sáttmálar og
faklig rættindi.
Arbeiðsmarknaðirnir í
hinum Norðanlondunum
hava verið rættiliga opnir í
nøkur ár nú, so tað átti at
verið sjálvsagt at kaga var
eftir lógum, sáttmálum og
øðrum viðurskiftum fyri
síðani at fáa tí best
hugsandi loysnina at galda
her á landi.
Men hetta hevur lands
stýrið ikki vilja gjørt –
ístaðin skulu vit kopiera
donsku grein 9a og seta
hana í gildi, hóast henda
lóg eru gjørd út frá
donskum fyritreytum og
ikki okkara egnu
Framíhjárætturin og
eftirlit
Grundleggjandi spurn
ingarnir um framíhjárætt
indi til arbeiði og eftirlit er
ikki loyst. Soleiðis sum
lógin sær út í løtuni, so er
einki til hindurs fyri, at
føroyingar vera sendir til
hús og útlendingar fáa
arbeiði, tí hesi eru tryggjað
30 tíma arbeiðsviku,
meðan føroyingar onga
trygd hava.
Løgmaður seg hava
fingið vissu frá arbeiðs
gevarunum fyri, at nú
verður fastlønarsáttmáli
gjørdur fyri fiskivinnuna –
hetta er bara ikki so.
Arbeiðsgevararnir hava
sent landsstýrinum eitt
bræv, sum sigur, at tey
vilja »binda seg til at fara
undir eina tilgongd har
samráðst verður um fast
lønarsáttmála fyri starvs
fólk á fiskavirkjum....«
Hetta skriv er eitt
ætlanarskriv, sum á ongan
hátt bindur nakran part, tí
er tað í løtuni ógjørligt at
siga, um komið verður
nakran veg við hesum
arbeiði.
Fakfeløgini eru hørm
um, at landsstýrið ikki
treytar sær í lógini, at
framíhjárættindini til
útlendingarnar eru burtur,
áðrenn arbeiðsmarknaðurin
verður latin upp.
Fakfeløgini høvdu eisini
vónað, at landsstýrið gjørdi
eitt veruligt eftirlit, um
framt at feløgunum var
tryggjað nakrar lógligar
heimildir, so tey eisini
kunna hava eftirlit og fáa
arbeiðsfólki innlimað í
feløgini. Á henda hátt eru
útlendingarnir partur av
tryggingunum og fakfeløg
ini hava møguleika at
kanna um røtt løn, eftirløn,
frítíðarløn, yvirtíð o.a.
verður rindað.
Tað vísir seg í hinum
Norðanlondunum, at flestu
sáttmálabrotini snúgva seg
um, at útlendingar ikki fáa
yvirtíð, eftirløn, trygging,
frítíðarløn o.t. Hetta kunna
vit í Føroyum fyribyrgja
við einum góðum eftirliti.
Góða loysnin
Hvat er so ein góð loysn í
spurninginum um útlend
ska arbeiðsmegi? Ein góð
loysn er ein loysn við skip
aðum viðurskiftum. Ein
góð loysn er ein loysn, sum
er rímuliga løtt at fyrisita.
Ein góð loysn er ein loysn
sum hevur gott eftirlit.
Ein góð loysn inniheldur
eisini neyðugu fylgilógir
og annað, so sum tilboð
um málundirvísing til teir
útlendingar, sum koma
hendavegin umframt víð
fevnda kunning um hetta
land, og hvøri rættindi
útlendingarnir hava.
Ein góð loysn setur ikki
føroyska arbeiðsmegi til
viks fyri útlendskari
arbeiðsmegi.
Tað hevði borið til – um
vilji var til tess – at sett
nakrar fyritreytir sum
grund fyri lóggávuarbeið
num og síðani gjørt lógar
smíði út frá hesum fyri
treytum. Men nei, lands
stýrið heldur rimmar fast
um grein 9a. Tað syrgiliga
er, at tað er ikki so nógv
sum skal til uttan vit og
skil og ein vilji at loysa
málið.
Løgið, sum veruleikin
hjá flokki løgmans er so
nógv øðrvísi nú 3 mánaðir
eftir valið í mun til undan
valinum. Løgmaður gav
nøkur ítøkilig lyfti um skip
aði viðurskifti á arbeiðs
marknaðinum – enn sita
fakfeløgini spent og bíða.
Skipaði viðurskifti – ja takk harra løgmaður
Viðmerking til útlendingamálið
samskipari í Samtak
Sonja j.
jógvanSdóttir,
Fólkaræði og frælsi er
ein dýrabærur rættur. Og
frælsa orðið hevur størri
virði, enn vit dagliga geva
gætur. Men frælsið hevur
bæði ábyrgd og skyldur
við sær. Ábyrgd at røkja
tað við skynsemi og skili.
Skyldu at traðka til, tá
frælsið hjá øðrum er
skert
2. mai skipaði Amnesty í
Føroyum fyri sínum parti
av alheims tiltakinum at
savna inn undirskriftir, ið
gera vart við mannarætt
indastøða í Kina. Eg varð
biðin um at halda røðu í
sambandi við tiltakið. Fólk
savnaðust við sínum grund
leggjandi lógartryggjaða
rætti at fylkjast. Og vit
nýttu høvið at mótmæla,
somuleiðis við lógartryggj
aðum rætti til talufrælsi.
Hendan sama rættin hava
fólk í fleiri londum tíverri
ikki. Og júst tað setur krøv
til, at vit kenna ábyrgd at
brúka okkara rætt at gera
vart við tørvandi rættindini
hjá øðrum.
Olympisku leikirnir, sum
í ár skulu haldast í Kina,
geva okkum eitt frálíkt
høvi at gera vart við, at
fólkinum í Kina tørvar
hendan sama rættin at
savnast, at mótmæla og at
tala. Vit mótmæla ikki
olympisku leikunum og
harvið heldur ikki teimum
túsundtals ítróttarfólkun
um, ið hava stríðst og
heiðurliga vunnið sær rætt
in at luttaka á aldargomlu
og søguligu ítróttarleik
unum, sum í øldir hava
verið hildnir í fríðarinnar
navni heilt aftur til gomlu
grisku mentanina.
Heldur geva ítróttarfólk
ini og olympisku leikirnir
okkum eitt høvi og ein
miðil at seta fokus á tørv
andi mannarættindi í
vertslandinum.
Undir fíggjarlógarvið
gerðini í farnu viku gjørdi
eg vart við, at eg havi ein
dreym. Ein dreym um ein
ar samhaldsfastar og rætt
vísar Føroyar. Um eitt
samfelag við sosialum
tryggleika, javnstøðu og
arbeiðs og útbúgvingar
møguleikum fyri øll. Eitt
samfelag, har øll verða
vird og har øll hava
atgongd til arbeiðsmarkn
aðin og grundleggjandi
samfelagstænsturnar. Eitt
samfelag við væl útbúnum
fólki og einum blómandi
og virknum mentanarlívi.
Ein samfelag, ið gongur á
odda í umhvørvispolitikki
og burðardyggari gagn
nýtslu av tilfeinginum. Ja, í
veruleikanum eitt vælferð
arsamfelag, sum liggur á
odda ímillum heimsins
lond.
Í Kina finnast milliónir
av fólki við líknandi
dreymi. Men teimum
tørvar rættin at bera hann
fram. Sum støðan er í dag,
ert tú í stórum vanda fyri
at verða settur fastur og
kanska enntá píndur, um tú
ber tíni politisku sjónarmið
fram á torg.
Tú og eg hava fullan rætt
at leggja afturat okkara
dreymi við at nema okkum
kunnleika um onnur lond
og aðrar skipanir í bókum
og bløðum og á alnetinum.
Í Kina sleppa fólk bert at
lesa tað tilfar, sum stjórnin
hevur góðkent, og alnetið
er enntá stongt fyri upp
lýsingum, ið stjórnarvaldi
num ikki dámar. Sjálvt
teldupostar í Kina verða
kannaðir av stóra filtrinum
hjá kinversku myndugleik
unum. Og tíverri spæla
alheims fyritøkur, sum til
dømis Google við í hesum
ódemokratiska leiki.
Mítt ynski er, at fólkið í
Kina fær sama møguleika
at fylkjast og at mótmæla,
sum tú og eg. At mótmæl
ini saman við Olympisku
leikunum fáa ávirkað
valdið í Kina til veruliga at
virða grundleggjandi
mannarættindi, at fólkið
fær talufrælsi og rætt til at
ogna sær teir upplýsingar,
ið tey sjálvi ynskja.
Fólkaræði og frælsi er ein
dýrabærur rættur. Og
frælsa orðið hevur størri
virði, enn vit dagliga geva
gætur. Men frælsið hevur
bæði ábyrgd og skyldur við
sær. Ábyrgd at røkja tað
við skynsemi og skili.
Skyldu at traðka til, tá
frælsið hjá øðrum er skert.
Vit hava skyldu at traðka til, tá frælsið hjá øðrum er skert
john
johanneSSen
Jeg vil takka
Kringvarp Føroya fyri
teirra stóra áhugað í
samband við 100 ára
haldið hjá Tvøroyrar
kirkju.
Til
Kringvarp
Føroya
borgarstjóri
KriStin
MichelSen