Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 85 - 6. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 10. mai 1948 var ein drong­ ur føddur í Skopun. Skjótt vaks hann til mann, bert 13 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til skips. Sum 15 ára gamal kom hann til Klaksvíkar, har hann sigldi við Pison og fann sær har eisini eina gentu. Í 1969 giftust tey, og hevði hann longu tá bygt teirra heim á Geilini. Tey fingu fýra børn, tríggjar døtur og ein son. Tey fingu skjótt at føla hvat sorg var, tá sonurin druknaði. Ein tor­ før tíð at koma ígjøgnum, men ein var, ið bar tey ígjøgnum hetta, og tað var Hann, sum tey høvdu sett sítt álit á. Nú hann fyllur seksti, eigur hann stóran part av lívinum á havinum. Hann var við bæði Sundabergi 1 og 2, eftir hetta eina tíð á slaktarínum sum seinni bleiv til Matvøruvirkið hjá Mikkjal og Óla. Longsulin til havið var ikki farin, og blivu tað til 16 ár við Norrønu. Seinastu árini hevur hann verið við Enniberg, sum júst hevur verið í Grimbsby og avreitt yvir 900 tons. Hann er av raskastu monnum, altíð í góðum lag, dugur væl at fáast við fólk, og hevur nógvar vinir. Tá hann er heima, njóta tey mangt vikuskifti í summar­ húsinum á Viðareiði. Hann eigur 5 abbabørn, ið øll flokkast um hann, tá hann er heima. Nú hann er heima á føð­ ingardegnum, skal dagurin feirast við Grástein 8, leyg­ ardagin 10. mai frá kl. 16 er opið hús, og eru øll eru hjartaliga vælkomin. Hjartaliga tillukku góði babba. Genturnar Føðingardagsheilsan Harald S. Jensen kokkur 60 ár Jóannes Poulsen fer til gravar úr Vesturkirkjuni týsdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Jóannes kunnu lata Før­ oya felag móti krabba­ meini eina peningagávu. Konta í peningastovnun­ um. Kistan við Kristiani Joensen í Selvindi á Strondum fer úr Eystur­ oyar røktar og ellisheimi í kvøld klokkan 18. Jarð­ arferðin verður úr Sjóar kirkju týsdagin kl. 14. Malena Mortensen í Klaksvík, ættað úr Norðdepli, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin, 79 ára gom­ ul. Kistan fer úr kapell­ inum á Klaksvíkar sjúkrahúsið týsdagin kl. 18 heim í Betesda. Jarð­ arferðin verður miku­ dagin kl. 13.30. Kistan við Tórálvi Mohr Olsen av Sandi fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin klokkan 14. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 13 úr Sands kirkju. Sungið verður úr Sálmabókini. Jens Lisberg í Havn, ættaður úr Fámjin and­ aðist leygardagin, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Jarðarferðin hjá Magnus Hansen av Sandi verður úr heimin­ um týsdagin kl. 13. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey ið vilja minnast Magnus, kunnu lata eina peningagávu til Sands kirkju, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at Miss Gittens fyrrverandi fyristøðukvinna á Jersey House, London, andaðist 25. apríl 2008 á sjúkrahúsi í Cheltenham. Dagurin 7. mai. Flavia, deyð í umleið ár 95. Henda abbadóttir keisaran Vespasianus gjørdist kristin og varð rikin í útlegd. Takk Vit takka øllum, sum gjørdu okkum 75 ára føðingardagin so hugnaligan. Takk fyri vitjanir, heilsanir og gávur. Amanda og Símun Jóhan Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Esther Djurhuus Tórshavn doyði á Landssjúkrahúsinum sunnukvøldið, 87 ára gomul. Kistan fer frá Landssjúkrahúsinum mikukvøldið kl. 20. Jarðarferðin verður frá Havnar kirkju hósdagin kl.13. Vegna tey avvarðandi Hella, Kristian, Høgni og Elin Tey, ið vilja minnast Esther, kunnu lata eina peningagávu til Føroya Symfoniorkestur. Konta í Norðoya Sparikassa.