Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 6. mai 2008 15 tíindi Mikudagin var fyrsti ársfundurin í hjá stjórnini og nevndini í Grunninum Íverksetarahúsið í Klaksvík hildin Íverkseting Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: - Vit ynskja at halda fram og at menna ver- andi virksemið enn meiri, varð staðfest á ársfundin- um. Dentur varð somuleiðis lagdur á, at skjøtul má set- ast á fleiri nýggjar verkætl- anir, sum nú verða raðfestar og settar inn í ein realist- iskan tíðarkarm. - Higartil í ár hevur undir- tøkan hjá Íverksetarahúsin- um millum íverksetarar og fólki við áhuga fyri íverk- setan verið munandi betur enn í 2007. - Tað er tí í góðum treysti, at vit framhaldandi fara at taka við nýggjum avbjóðing- unum, til frama fyri íverk- setan og innovatión í før- oyska samfelagnum, varð víst á. Allir nevndarlimirnir - Kitty May Ellefsen, Eyðun Mørkøre og Torben Hendr- iksen - halda fram. Íverkseting er komin fyri at verða Íverksetarahúsið er komið fyri at verða, staðfestu leiðarin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe (triðuttast høgrumegin í aftara raði) saman við skeiðsluttakarum og fyrilestrarhaldarum (mynd: klaksvik.fo) - Hvussu ætlar landsstýrið at tryggja eitt nøktandi tænastustøði í sam- band við tyrluflúgv- ing til útoyggjarnar í framtíðini?, spyr tingkvinnan Olga Biskopstø. Hon hevur nú sett Helenu Dam á Neystabø fyrispurning um hetta málið samferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tingið: - Uttan tyrluna høvdu útoyggjarnar verið púrasta avskornar frá megin- økinum ein stóran part av árinum, sigur tingkvinnan í fyrispurningi sínum. Olga Biskopstø er ein teirra, sum veit mest um umstøðurnar á útoyggj, eftir drúgva arbeiðið sítt sum sam- skipari í Útoyggjafelagnum. Nú hevur hon møguleika fyri beinleiðis ávirkan á hesar umstøðurnar, sum partur av samgonguni. Og hesin fyrispurningurin er bert eitt stig á hesi leiðini. Við fyrispurningi sínum ynski hon tí at fáa greitt at vita, hvørjar skyldur Atlants- flog hevur at røkja tyrlu- flúgving til útoyggjarnar. - Tað hevur eisini áhuga at vita, hvør ásetir ferða- seðlagjaldið og farmagjaldið í hesi flúgvingini. Og fyri- liggur nøkur ætlan um at lækka hesar prísirnar?, spyr tingkvinnan í fyrispurningi sínum til landstýriskvinnuna í løgmálum. Fyrispurningurin varð settur fram í farna mánaði, og samtykt er at hann skal svarast. Á tingfundi hósdag- in verða onkrir skrivligir fyrispurningar svaraðir, men enn er ógreitt um hesin er teirra millum. Rinda ikki raksturin Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin vísir Olga Biskopstø á, at tað eru sera fáar samfelagstænastur og almennar heilsutænastur á útoyggj. - Hetta ger, at tørvurin á at ferðast inn á meginøkið at leita sær heilsubót, fara til lækna, tannlækna, banka og at keypa er samsvarandi stórur. - Ferðaseðla- og farma- kostnaður hevur tí sera stór- an týdning fyri húsarhaldið og møguleikarnar at liva og virka á útoyggj, sigur hon. Nógv er hent tey seinastu árini við ferðaprísinum í Føroyum, og nógv ferðast bíligari enn nakrantíð til og frá arbeiði. Men hóast hetta noyðast útoyggjafólk at gjalda úr 290 og niður í 170 krónur aftur og fram, tá tey skulu inn á meginøkið. - Hóast henda høga prís- in, so eru tað ikki hesi útoyggjafólk, sum halda rakstrinum av tyrluni uppi, tí inntøkan, sum Atlantsflog fær burtur úr ferðaseðlasøl- uni, liggur um 50.000 krón- ur um árið. Ferðaætlan og ferðaseðla- prísirnir hjá tyrluni, eru ikki broyttir nevnivert, síð- an tyrlan byrjaði sína flúgv- ing. Øll hesi árini hava útoyggjafólk goldið ein sera høgan kostnað fyri tæn- astuna, sæð í mun til, hvat fólk á meginøkinum gjalda fyri flutning til at røkka neyðugum samfelagstæn- astum. - Nú einskiljingin av Atlantsflogi og harvið Tyrlu- tænastuni er byrjað, er tað sera umráðandi at fáa greiðu á, hvussu henda tæn- asta verður skipað í fram- tíðini, bæði viðvíkjandi skyldum og tænastum, vísir tingkvinnan á. Tyrlan er ómissandi á útoyggj Fara nú at byggja bóka- savn Sandur: Á seinasta bygdarráðsfundi á Sandi varð samtykt at byggja bókasavn í bygdini. Bókasavnið verður umleið omanfyri 320 fer- metrar til støddar, og fer Articon at byggja savn- ið. Allir bygdarráðslimir- nir tóku undir við málin- um. Bókasavnið verður bygt uppí verandi bygn- ingin hjá bygdaráðnum, og skal arbeiðið verða liðugt í desember mánaði í ár. Bókasavnið á Sandi hevði ikki verið veruleiki, uttan framúr góðu gáv- una frá Daniellu Olsen, og tað góða samstarv sum verið hevur millum, Daniellu Olsen, Lands- bókasavnið, JP Gregori- ussen, arkitekti, Menta- málaráðið og Sands Kommunu. Bókasavnið verður gjørt eftir tekning av arki- tektinum J. P. Gregorius- sen, og var hann sjálvur við á fundinum í bygda- ráðnum. Tað var eisini hann, ið teknaði snotuliga Lista- savnið í bygdini. sb. - Uttan tyrluna var lítið virksemi á útoyggj. Neyðugt er tí at vita, hvussu verður við hesi flúgvingini í framtíðini, vísir Olga Biskopstø, tingkvinna á