týsdagur 6. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 85 - 6. mai 2008
Kári á Rógvi, hetta títt
skriv er bert lóður til
mínar revolvarar til eitt
intermezzo afturat
Dead sheep - Upprunin
til hetta hugtak
Hetta hugtak stavar frá
kjaki millum Dennis
Healey og konservativa
ráðharran, Geoffrey Howe,
í Undirhúsinum 1978.
Summir eru so hepnir, at
teir verða kendir fyri
rámandi orðafelli, t.d. Rói
P við: “Tað lekur millum
teori og praxis”, og tað er
tað, sum eyðkennir títt
avrik sum formaður í Orða
bókagrunninum. Dead
sheep hevur tú fingið til
deyðseyði ella eisini deyð
seyður, men tað kann nú
eisini merkja júst svavdur
seyður og deyður, men tú
sipar kanska til mín aldur,
nú tað gongur móti teimum
70, men einki eri eg deyð
ur enn, men “menniskju
spáa, men Gud man ráða!”
og tí livi eg væl við.
H.J. Sigvardsen sigur um
deyðseyð soleiðis í sínum
verki ”Bygdin Gjógv”:
deyðsseyður er seyður
deyður í raki, av sjúku ella
omandottin, og “Móður
málsorðabókin” lýsir hetta
hugtak soleiðis: deyðseyði
er sjálvdeyður (sum merkir
“deyður av t.d. sjúku, ikki
dripin”, men hvat við
ákoyrdum seyði? Hyggja
vit í Føroyskensku orða
bókina hjá Sprotanum
undir “deyðseyður”, so fáa
vit uppskotið “sheep dead
from accident or disease”.
Fara vit Ensk føroysku
orðabókina hjá sama felag
er tað einki fast hugtak,
sum eitur “dead sheep”, so
Kári á Rógvi, hetta er tín
tulking av hugtakinum
ætlað mær, tí um vit gugla
eitt sindur, so fáa vit eisini
at vita:” Butchered: A
mobile phone photo of the
dead sheep. (= Slaktað:
Mynd á fartelefon av tí
deyða seyðinum)
Kapitalistur, óður eftir
verðini, vil hava nógvar
pengar –
Viðvíkjandi barnsburðar
farloyvi, har ein kvinnu
ligur tinglimur hevði
fingið uml. 33.000kr. og
ein mannligur tinglimur
bert fekk 27.000kr, gjørdi
tú vart við teg í útvarpi
num, at fekst tú ikki somu
sømdir sum hini, so
stevndi tú. Er hetta ikki tað
sama sum í mínum føri:
”tað sama sum hini”? Vísir
hetta ikki eisini teg sum
ein mann, sum ”hevur sera
sterka rættvísiskenslu”? Eg
geri júst tað sama. Tað
einasta eg ynski, er at fáa
somu sømdir, sum hinir
orðabókarithøvundarnir.
Tað skal vera negativt at
hava eina sterka rættvísis
kenslu, skilji eg teg rætt.
Men um øll høvdu hesa
rættvísiskenslu, so vart tú
sum løgfrøðingur jú skjótt
arbeiðsleysur, men tann
trupulleikan loysir tú við,
at tú ert í aðruhvørjari
nevnd – hvat fært tú fyri
tað? Ella ert tú kansa tann
seinasti idealisturin í
Føroyum, at tú gert alt
arbeiðið ólønt við ongum
kraddaralyndi. Ella er
rættvísiskensla vorðin ein
av deyðsyndunum í tínum
hugaheimi? Tað at arbeiða
við síðuna av, t.d. at takast
við orðabøkur skal ikki
metast sum arbeiði, men tú
ert limur serliga formaður í
fleiri nevndum, og tað
sjálvandi fyri einki – tað er
nakað annað, – tað er
logikkur fyri víðarikomin.
Jóannes Eidesgaard hevur
skotið upp at leggja (alt)
fíggjarligt tilfar fram, so
gjøgnumskygni kundi
verið á økinum – um ikki
annað fyri landsstýrisfólk.
Spurningur er, um ikki
fleiri kunnu vera við í
hesum uppskoti, nú tú
leggur míni fíggjarligu
viðurskifti alment fram
sum ”væl løntur studenta
skúlalærari”, so kundi tað
verið áhugavert at fingið
innlit í tínar løgfrøðiligu
inntøkur bæði innangarðs
og uttangarðs.
»hann hevur lýst hetta
við at endurgeva nakrar
hugleiðingar hjá ávísum
barnalærari«
Barnaskúlalærari er uttan
iva ikki líka fínt sum løg
frøðingur ella tinglimur,
men sig tað ikki hart í
tingsalinum, tí har sita
fleiri fólkaskúlalærarar, so
lat hetta vera millum okk
um báðar. Men eitt fati eg
ikki, fyrst leggur tú meg
undir ”sera sterka rættvísis
kenslu” og síðan ”ósann
førandi”. Ikki hevði tú
kunnað gjørt mær og øllum
lesarunum tann beina at
greina hetta eitt sindur
nærri løgfrøðiliga. Vís á
dømi í mínum brøvum,
hvar tað stendur, sum tú
skrivar: ”við annars sera 1)
ósannførandi at siga øll
onnur hava misfatað 2) tað
stórverk, ið eingin sleppur
at síggja”
Kári á Rógvi? Fyri mær
tykist tað, sum um tú
skjýtur við leysum krúti =
pástandum. Tá ið tú nú
skrivar, at eg eri so bangin
at vísa teldutøka orðabóka
handritið alment fram, so
er tað ikki heilt rætt, tí
Mentamálaráðið liggur
inni við øllum bókstavi
num E,
Orðabókagrunnurin hevur
allan bókstavin O, um
Eivind ikki hevur blakað
hann burtur, og Jonhard
Mikkelsen hevur N, O og P
á sínari teldu. Harumframt
havi eg gjørt royndir við
flokkum í týskum summi
ár, har næmingar í bólka
arbeiði í onkrum tíma og
blokki hava nýtt mína teldu
við allari Týsk – føroysku
orðabókini á. So eg havi
kunnað gjørt royndir við
hinum bólkunum, sum
høvdu Týsk – danska
orðabøkur. Tú kanst gita,
hvør bólkur loysti upp
gávuna bæði skjótari og
við einum minni ryggbrot
num føroyskum. So fjald
ari enn so er hon ikki.
Rasmusabbi segði altíð,
og eg siteri hann á upp
runamálinum fyrst, tí hann
fekk ikki høvi at lesa
bíbliuna á føroyskum, eins
og tú eisini megnar sum
formaður at forða føroy
inginum í 2008 at fáa høvi
at fáa ein lykil inn í t.d. tað
týska málið: ”1) Din tale
skal være ja ja og nej nej,
2) hvad der er derudover er
af det onde” Eg skal týða
tað til føroyskt, so tú ikki
mistýðir tað løgfrøðiliga:
”Nei, tala tykkara skal
vera: "Ja, ja, nei, nei," og
tað, sum meir er enn hetta,
er av hinum illa.” (Matt.
5,37) Tú kanst kanna eftir!
Mær dámar væl betur fyrra
partin, meðan tú tykist at
trívast betur í seinna parti
av hesum sitati.
Nei, hetta eru als ongar
hugleiðingar, tað vísir títt
skriv í Dimmu nr. 80 bls
10. Sannleikin er illa
lýddur, tí ert tú farin í
bløðini í óðum verkum.
Útkomuár?
Orðabøkurnar Føroysk
donsk stóð til at koma í
2007, men tað er broytt til
2008, og um 7 mánaðir
kanska stendur 2009, sum
hevur verið ávegis í meira
enn 10 ár, Føroysk týsk
orðabók stóð eisini til at
koma út í fjør, men tú
skrivar: ”Hendan er liðug,
men bíðar eftir ávísum
rættingum.” Hetta segði tú
eisini fyri einum ári síðan,
Henda bók hevur verið í
gerð síðan 2000 fyri
almennan pening, 1.89
milljónir krónur., t.v.s., í
meira enn 8 ár. Hvør ræður
fyri borgum her? Menta
málaráðið hevur blakað
hana frá sær, men tú ert so
bláoygdur at hava tikið
ímóti. Hví heldur tú, tí so
kann Orðabókagrunnurin
sita eftir við svartaperi, og
Mentamálaráðið hevur
vaskað sær um hendurnar
sum annar “stjóri” gjørdi á
sinni, men tó ikki meira
enn so, at tað eru stjórarnir
í Mentamálastýrinum sum
hava sett sjøtul á henda
galimatis í orðabókagerð.
Hví er hon so sera um
ráðandi fyri teg? Føroysk
týska orðabókin man
neyvan fara at selja nógv
meira enn mín Týsk
føroyska, har tú skrivar:
”Tíverri er eingin eftir
spurningur eftir hansara
útboði, Týskføroyskari
orðabók, í øllum førum
kann eingin lønandi útgáva
hugsast av bók hansara.”
Hví skal Føroysktýska
orðabókin hjá Ulf Timmer
mann gerast tann stóra
metsøluorðabókin, sum
kann bjarga Orðabóka
grunninum fíggjarliga, tí
tað er jú sami lítli markn
aður, sum skal nøktast. Er
tað tí, at lúsin er útlendsk
og hevur doktaratign,
meðan mín er skrivað av
einum studentaskúlalærara
(nýtt skeldsorð hjá Kára
Rógvi). Nei. Kári á Rógvi,
hevði tú hugsað teg um, so
hevði hetta brævið verið
betur óskrivað, tí við
hesum skrivi hevur tú
skotið teg í egnan fót. Tú
skuldi heldur nýtt høvi at
víst á, hvussu tvørligur
orðabókapolitikkurin við
Mentamálaráðnum hevur
verið bæði fyri teg í 5 ár og
fyri meg í 10 ár. Tí so
frægt kann eg fortelja Før
oya fólki: Móðurmáls
orðabókin er eingin fíggj
arligur toppskorari, Italsk
føroysk orðabók, hvat man
hon hava kostað Orðabóka
grunninum, Kári á Rógvi
sig frá, men hetta avrik eru
undan tíni tíð, so teimum
skalt tú ikki lastast fyri.
Hvør í guds grøna garði
hevur tikið avgerð um at
gera hesa Føroyskitalsku
orðabókina? Tí vit hava
ongan skúlaflokk við
italskum, og okkara sam
band við Italia man vera so
sum so – kanska sum eitt
av feriuparadísunum kann
hon nýtast.
Niðurstøða: Kári á
Rógvi, tú eigur onga heila
orðabók enn eftir 5 árum,
sum tú kanst kalla títt verk,
hetta kann kallast geld-
seyðaavrik, men tú hevði
møguleikan at fáa mína
orðabók út, sum so kundi
verið títt fyrsta egna verk
sum formaður í Orðabóka
grunninum – men so eiða
sørt. At halda áfram við, at
Orðabókagrunnurin er so
illa fyri fíggjarliga, at hann
ikki megnar alla útgávuna,
er bert undanførsla frá
tínari síðu, tí Mentamála
ráðið hevur jú goldið bøk
urnar hjá Ulfi Timmer
mann og Johnny Thomsen
við høvd og gørnum higar
til. Orðabókagrunnurin
hevur ikki goldið orða
bókarithøvundunum klovið
oyrað fyri hesar orða
bøkurnar. Tosið um stórar
orðabøkur er fullkomiliga
burturvið í hesum teldu og
fartelefontíðum, tí um
nøkur fá ár fara allar orða
bøkur at ligga á hesum
miðlum, og tá hevur stødd
in á bókunum als ongan
týdning. Hetta sipar tú
sjálvur til, tá ið tú skrivar:
”…grunnurin ætlar at
skipa dagførdar orðabøkur
í telduportal.” Og so er
sloppið, tí sum sagt, tá er
einki mark fyri, hvussu
stórar orðabøkurnar kunnu
verða.
Framhald í næsta blaði
Deyðsseyður og geldseyður
Intermezzo 2
Orðabókahøvundur
Kári DaviDsen
1. partur av tveimum
viðmerkingar
- Tað einasta eg ynski, er at fáa somu sømdir, sum hinir orðabókarithøvundarnir, sigur Kári Davidsen, sum í nógv ár hevur arbeitt
við eini føroysk-týskari / týsk-føroyskari orðabók