týsdagur 6. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 85 - 6. mai 2008
K
emur tú til Havnar sæst
Norðurlandahúsið, sum ein
torva millum hús og tekjur í Havn
ini. Hendan torva er okkurgul um
heystið og veturin. Hon stendur
væl til tær svørtu sprossarnar og
teir hvítu skjøldrarnar, ið stinga
seg upp næst við. Ikki at tala um,
tá ið eitt følv á vetri legst á tey
sovandi stráini, hava hesir vetrar
litir í 25 ár teskað sínámillum um
ein endaleysan inn og útsúð undir
hesum flagi. Út á várið og um
sumrarnar letur henda torva seg í
grasgrønan lit og vallar í vár og
summarkyldini, ið goymir at
einari blómandi megi eins ein
torva í berginum.
Norðurlandahúsið og Vatikanið
Norðurlandahúsið sæst, hóast tað
í sínum skrúði ikki er ein prang
andi bygningur, men undir hesari
grasvaksnu tekju er ein sál. Løgið
tykist tað mær, at her búgva ikki
fólk, men her darta fólk út og inn
tann líðilanga dag. Onkur kundi
sagt, tá ið so nógv fólk gingu inn
og út, at gáttirnar ikki vóru høgar
í hesum skála; men húsið hevur
eina ódeyðiliga sál, tí tað goymir
at list. Hvussu ofta hevur hesin
skáli ikki tikið undir sítt flagtakta
veingjabreiði myndlist av ymisk
um slag, sjónleik (teatur), kór
sang, fólkatónleik, jass, sang
leikir, rytmiskan tónleik, klass
iskan tónleik, kvæði, stevnur,
ymsan fagna, verkætlanir o.s.fr.?
Tað fólksliga hevur eisini átt
sítt pláss her til dømis saman við
børnunum, tá ið tey við sínum
opna sinni eru stokkin inn á
gólvið og hava tikið til sín av
hesari goymslu, sum hendan
torva eigur. Tey eru sum lundar,
ið byggja sær holur skava og
grava í torvuni og fara ongantíð
at gloyma, tá ið tey áttu dagin og
løtuna í hesari moldrúgvu. Við
sínum smáu eygum og fittu
hondum sluppu tey inn í hetta
landið, inn í hendan ævintýra
heim og fingu eitt lítið festi, sum
bleiv teirra í hesum foldarlívi.
Hugsandi er, at tey fara at lata
hetta ganga í arv. Eyðsæð liggur
eisini ein skylda á herðunum hjá
teimum, sum eru í hesum gras
vaksna skráa og ansa eftir, at tað
fólksliga ikki verður keðiligt og
møðsamt at fáast við. Tekur hetta
seg upp, verður lítil dugur í
restini. Húsið, stjórin og nevndin
fyri Norðurlandahúsið eiga at
ansa eftir, at eins og vakurt húsið
er at sjá og ikki minst innan
veggja, so skulu gáttirnar ikki
gerast ov lágar, at posakloddar
koma at liggja í durinum. Tað er
okkum óverdugt. Torvan skal
vera eins og ein oyggj, sum hevur
sínar hallar, so flogið hjá listini
skal hava gott flog – breiða sínar
veingir út og fara út yvir tað
víða, skaldakenda hav í allar
ættir. Bera boð um dygd og
góðsku. Sagt verður onkuntíð
manna millum, at kennir tú fimm
fólk, kennir onkur teirra onkran,
sum kennir pávan, sum stendur í
sínum “torveyga” í Vatikaninum
og sker torv. Frættir hann ein dag
um eina torvu so góða og stóra
sum hana, ið eitur Norðurlanda
húsið í Føroyum, fer hann kanska
at hugsa um sítt búpláss í mun til
Norðurlandahúsið. Hjá okkum er
eingin ivi. Glæstriligt kann tað
vera í Vatikaninum, men einki
hús er so hjartaligt sum okkara
Norðurlandahús. Sjálvandi og
“natúrligvís” eigur tað at verða
so. Og tað heldur Pávin eisini.
August Strindberg(1849-1912)
Vague- Alda. Málað 1901
Teir jørðgrønu litirnir, sum eru
um hetta hús, serliga um heystið
og veturin, minna um ein
málning hjá August Strindberg,
ið hongur í Musee D´orsey í
París, sum ber heitið, Vague –
Alda. Hetta er ein sjáldsamur
málningur. Hann er eitt sindur
hjálparleysur í sínum kroppi sum
málningur, men hevur tú sæð
hendan málning eina ferð, so
gloymir tú hann ongantíð aftur.
Mitt í málninginum er ein alda í
sínum skæra, hvíta broti, og aftan
fyri alduryggin er ein okkurgulur
litur. Loftið er sum steinamosi í
vátveðri og havið er eins tungt,
døkt, myrkt sum ein moldtorva.
Hetta kann vera um morgunin,
men tað kann eisini vera um
kvøldið, ella er tað kanska upp
undir óveður, har tann eina aldan
kemur sum eitt óløgi inn á lánna?
Aldan er so rein, so rein í sínum
hvíta hjóma. Hevði tað verið eftir
illveður, so var aldan kanska eitt
sindur døkkari. August Strind
berg, sum sjálvandi var eitt
megnar skald, málaði eisini. Tá ið
tað ikki gekst eftir hansara høvdi
við skrivingini, fór hann at mála.
Hann málaði myndir úr gluggan
um heima við hús, og onkuntíð
var myndaevnið loft(skýggj), hav
og bylgjur. Hugsi hann reinsaði
sinni á hendan hátt... og rein er
hendan bylgjan, sum sæst her.
Skríggið hjá Edvard Munch er
ein vánaligur málningur sum
málningur. Hevði hann verið
málaður sum Monalisa, so var
hann ikki eitt skríggj. Var máln
ingurin hjá August Strindberg
málaður sum ein sigalda, er
hugsandi, at málningurin misti
sína megi sum alda og var lík
einari navnleysari aldu. Hendan
aldan er eins og ein hvít torva í
berginum, har hon kemur í sínum
froða ímóti tær. Kavin er lagstur
á torvuna, og tað er gylt av
okkurliti aftanfyri. Hesin hvíti,
tann grái liturin og krunkandi
svarti bergliturin, er um hetta
hvíta lakið, sum hevur breitt seg
út yvir hesa aldandi torvu. Hetta
er so ein norðurlendsk alda úr
hondini á einum mætum svensk
um skaldi. Ikki kunnu vit siga
annað enn, at røringur hevur
verið í Norðurlandahúsinum øll
hesi 25 árini í tí inn og útsúði,
sum hevur verið í hesum listaliga
torveyga.
Norðurlandahúsið, sum sagt,
vallar í býarmyndini í Havnini,
og hevur hetta hús í 25 ár tikið
ímóti vallingum, hvítmyljum og
brotum ymsastaðni frá. Tá ið
okkurt livandi svimur undir vatn
skorpuni, síggjast vallingar oman
á vatnskorpuni. Hetta kann vera
sera vakurt ein dag, tá ið tað
stendur við klettin, men ikki sæst
hetta, tá ið trongd er í sjónum.
Hvítmyljur og stálkyndar aldur
taka seg upp, bresta ímóti bergi
num og leggja seg til hvíldar í
einum froða, sum dregur útfrá og
fram við landinum. Her er mikil
skaldskapur í hesum skúma, eitt
endurskin av einari poetiskari
gongd, sum er ljóð av einum inn
og útsúði í ár so mong. Norður
landahúsið hevur staðið sína
roynd hesi 25 árini í runi og
brimi, í silvitni, í mjørkatámi,
regni og vindi, og alla tíðina
hevur hendan sjóvarmoy verið
tann sama, hóast innihaldið í tí
bylgjandi skaldskapinum hevur
verið ymiskur, men hann hevur
alla tíðina lagt seg til hvílu í tí
skúmfonn, sum hevur verið
næst við.
25 ár – hvat so?
Nú er so Niels Halm stjóri í
hesum skála. Stjórarnir hava
verið ymiskir, hóast torvan hevur
verið tann sama, men ymiskar
hava tær torvur, stimar, sum hava
svomið út og inn øll hesi árini
undir hesari flagtekju, verið. Nú
eru 25 ár liðin, og nú er bygt
uppí, so hetta hús hevur fingið
eina lítla torvu afturat, sum óivað
fer at nøra um virksemið í hesum
norðurlendska torveyga. Hetta er
Nielsi og teimum, sum arbeiða í
húsinum til mikla tign.
Føroysk mentan er so mikið
broytt av hesum livandi húsi, at
øll tey tiltøkini, sum hava verið,
hava givið fólki upplivingar og
veitt íblástur til skapandi fólki
víða um. Húsið er ikki einans
ogn Norðurlanda, ella Havnini,
men eisini hjá bygdafólki. Her vil
eg siga, at ymiskt hevur tað verið
hjá stjórunum at røkka bygdirnar,
men Niels Halm, Jan Kløvistad
og Helga Hjörvar hava ikki bert
sitið í hesari torvu og fleygað,
men komu mangan út á bygd við
fleygingarstongini og lótu
okkum, sum her búgva, fáa eitt
kók. Hetta hevur ikki bert verið
norðurlendskt kók, men eisini
listafólk aðrastaðni frá í heimi
num hava nørt um uppliving
arnar, sum vit hava sæð og hoyrt.
Nú tosa øll um alheimsgerðina.
Vit koma øll kanska ein dag at
liva mitt í heiminum, hóast vit
liva í einum útjaðara. Hvussu vit
meta um hetta, er ilt at siga, men
ferðingin bara økist manna
millum. Tey ungu ferðast sum
ongantíð fyrr. Tey eru longu farin
út á heimspallin, á eina stóra
heimstorvu, sum gevur teimum
íblástur til lív, skapandi lív og at
liva í hesum stóra lundalandi. Tað
er rætt, og soleiðis eigur tað at
verða, men ikki eiga vit at
gloyma okkara egna jørðildi ella
okkara norðurlendska uppruna.
Hvat hjálpir tað, um vit vinna
allan heimin og mugu bøta við
okkara føroysku ella
norðurlendsku sál?
“Natúrligvís” skal Norðurlanda
húsið taka ímóti listafólki uttan
úr heimi, og ikki smæðast burtur,
tá ið tey pikka uppá, men húsið
og tað, sum henda yndisliga torva
skal goyma at, má í høvuðsheit
um verða norðurlendskt og før
oyskt. Hetta eiga vit at menna
meira á ymsan hátt, so tey næstu
25 árini verða eins fruktagóð sum
farnu ár. Kanska kundi hugsast,
vit sóu onkran annan sjaldsaman
vøkstur í hesari torvu, sum bleiv
eitt prýði fyri okkum øll – til
mikla tign og miklan sóma fyri
land og fólk og norðurlendsku
tjóðirnar.
Hetta er ein yndisligur bústaður
hjá listini. Húsið hevur eina
ódeyðilga sál, sum vit eiga at vera
góð við og nøra um. Hvør yndis
ligir eru bústaðir tínir, her
skaranna Harri!(sálm D. ørind 2)
Vakrari kann hetta ikki sigast.
Hetta er ein yndisligur bústaður
hjá okkum øllum og hjá tí marg
faldu listini, sum er ævig!
Arbeiðsfólkið í húsinum og
stjóra verður ynskt hjartaliga til
lukku við teimum 25 árunum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Norðurlandahúsið
– ein torva
Næstu ferð:
Tíðargreinin í morgin er eftir
Hanus Kamban og eitur
NORÐURLANDA HJARTA
Tíðargreinin
tíðargreinin
Frits Johannesen. listamaður
August Strindberg(1849-1912)
Vague- Alda. Málað 1901