týsdagur 6. mai 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 6. mai 2008
19
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tað kunnu vit so gleðast um í nakrar tímar,
men heldur ikki meira
Sigfríður S. Clementsen, EB/Streymur
Finalan í Grand
Prix kappingin í
talvi varð avgreidd
um vikuskiftið
í hølum Havnar
Telvingarfelags. Olaf
Berg vann kappingina
saman við Helga
D. Ziska, og sostatt
gjørdist Olaf Grand
Prix vinnari 2008
Talv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Grand Prix kappingin í talvi
er nú endaliga avgreidd eft
ir níggju drúgvar kappingar.
Kappast hevur verið ymsa
staðni runt um landið, har
endað varð við einari finalu
í høvuðsstaðnum. Finalan
var skipað øðrvísi enn und
anfarnu kappingar við at
hava nýggju umfør, har
hvør telvarin hevði 15
minuttir til talvið.
Olaf og Helgi
vunnu finaluna
Hóast seinasta kappingin
var ein finala, so var tað
frítt hjá ørðum at luttaka,
men teirra úrslit var ikki
galdandi í samlaðu støðuni.
Helgi D. Ziska, ið ikki
hevur luttikið í Grand Prix
høpi í ár, luttók tí helst bert
av áhuga. Helgi fekk tó
størri mótstøðu, enn hann
hevur fingið í ørðum kapp
ingum, hann hevur telvað í
Føroyum seinastu tíðina,
har hann mátti av við trýggj
ar javnleikir. Hetta var tó
nóg mikið til at vinna kapp
ingina saman við Olafi,
sum somuleiðis telvaði trý
jøvn og vann seks.
Olaf sannførandi
Olaf luttók fyri fyrstu ferð í
Grand Prix kappingini í
fjórðu kapping. Hetta var
hansara seinasti møguleiki,
um stig hansara skuldu
galda í samlaðu støðuni.
Longu tá vóru 18,3 stig upp
til oddin, og tí var kravið av
honum at vinna tað, ið vinn
ast kundi. Olaf gjørdi bart
og vann fjórðu kapping
einsamallur á fyrsta plássi.
Eftir hetta vann Olaf fýra
av fimm kappingum, sum
gav eitt samlað úrslit á 34,3
stig, sum eru heili 5 stig
framman fyri nærmasta
kappinganeyta.
Annað
plássið fór til Ólav Simon
sen, og triðja plássið fór til
Torkil Nielsen.
Undirbólkar
Samlaða
kappingin
var
eisini býtt upp í undirbólkar,
ið vóru bólkaðir eftir rating
tølunum.
Hesir
vóru
ávíkavist 20001750, 1749
1500, 14991250 og 1249
1001. Her vístu úrslitini
eina bjarta framtíð fyri
Sandavágs Talvfelag, har
tríggir vinnarnir vóru úr
Sandavági. Teir gjørdust
ávikavist Rógvi E. Nielsen,
Jónfinn Thomsen og Høgni
E. Nielsen. Vinnarin í bólk
inum 12491001 gjørdist
Jóhan Hentze úr Havnar
Telvingarfelag.
Bert tvey tiltøk eftir
Eftir eitt tað virknasta kapp
ingarárið nakrantíð, eru
bert tvey tiltøk eftir. Telvað
verður 2. hvítusunnudag í
Pállstovu, har FMlið final
an fyri ung fer av bakka
stokki.
Kappingarárið endar við
einari steypakapping 17.
mai í Gjáargarið, har øll lið
ini fara at telva um heitið,
sum Klaksvíkar Talvfelag
skal verja frá 2007. Seinni
verður gallakvøld, har ársini
telvari
og
annað
skal
finnast.
Olaf vann Grand Prix
Kappingarnevndin
hjá
FSF hevur fund í dag. Á
skránni er millum annað
spurningurin, um útsagn
irnar hjá Bartali Eliasen
eftir dystin hjá NSÍ í Runa
vík skulu fáa avleiðing
Ein dómari, sum
hvørki dugir at renna ella
at floyta. Og sum ger sær
sjálvum fyri skommum.
Tað var millum annað
tað, sum Bartal Eliasen
hjá ÍF hevði at siga um
avrikið hjá Rúna Gaardbo,
tá ÍF tapti 32 í Fuglafirði.
Millum tað, sum Rúni tá
dømdi, vóru trý brots
spørk, sum av flestu spæl
arunum vórðu mett meira
enn ivasom. Og í øsingini
um hetta fekk ÍF eisini
tvey reyð kort.
Í 32 sendingini hjá
Kringvarpinum í gjár
kvøldið segði Petur Rein
ert, formaður í dómarafel
agnum, at felagið krevur,
at útsagnirnar hjá Bartali
Eliasen fáa avleiðingar,
og at tey hava sent bræv
til
FSF
hesum
við
víkjandi.
-mørk
Fyru fyrstu ferð nakrantíð
í søguni hjá SASliguni
eydnaðist tað ígjár Hors
ens at fáa stig ímóti FC
Keypmannahavn.
Talan
gjørdist um ein heimasigur
uppá 32 eftir hálvleiks
støðuna 00. FC Keyp
mannahavn kom annars á
odda 10 í 54. minutti,
men uppá eitt korter vendi
Horsens dystinum frá 01
til eina 31 leiðslu, og tá
munaði ikki nógv, at FCK
minkaði um munin til 32
beint fyri leiklok. Venjarin
hjá FCK, norðmaðurin
Staale Solbakken viður
kennir, at meistaraheitið
er farið, ella sum hann
sigur sjálvur: Tað er
farið fyri langari tíð síð
ani! Staale Solbakken vil
kortini ikki lasta sínum
spælarum fyri ta kreppu,
sum liðið er í: Eg eri ikki
argur inn á spælarnir. Eg
eri ikki argur inn á nakran.
Síðstu árini hava vit fingið
nógv rós fyri okkara fót
bóltsspæl, nú fáa vit rís.
Men tað tími eg ikki at
gremja meg um.
Úrslitið
var
fagnað
norðuri í Ålborg. AaB er
nú 9 stig frammanfyri FC
Midtjylland, og 10 stig
frammanfyri FC Keyp
mannahavn. 5 dystir eru
eftir at spæla í SASliguni,
og tað skal ganga nógv
galið, um liðið hjá Jón
Róa Jacobsen ikki gerst
danskur meistari.
-heris
Dimmalætting skrivar, at
alt týðir á, at Danni Syhler
spælir við H71 í hesum
kappingarárinum.
Danni Syhler var saman
við David Edvardsen og
Sveini Justinussen ein av
undangongu monnunum
hjá StÍF í farna kapping
arári. Men nú týðir alt á,
at teir av skálarfjørðinum
mugu verða bæði Edvard
sen og Syhler fyri uttan,
tá kappingin fer av bakka
stokki aftur.
David Edvardsen skifti
fyri mánaða síðan til Neist
an, og í kvøld skrivar
Dimmalætting, at Danni
Syhler helst spælir við
H71 í vetur. Í stuttari við
merking sigur hann, at
einans undirskriftin restar
í.
-uni
Syhler ávegis til H71
Jón Rói heilt nær
gullinum
Dómararnir krevja
revsing
Olaf vann ein uppibornan sigur við einum øgiligum endaspurti.