Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 85 - 6. mai 2008 ] Tvær deyðbóltsstøður vóru avgerandi, tá ið EB/Streymur við fleiri eykamonnum millum teir fyrstu ellivu megnaði fulla úrtøku á útivølli ímóti meistarunum, sum hóast tapið vístu eitt tað frægasta avrikið higartil í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur hevur altíð stóra og eldhugaða fjøld við sær, tá ið vitjað verður kring landið. Soleiðis var tað eisini í góðu líkindunum við Løkin mánakvøldið. Og tað var sera gott lag á ferðaliðnum úr Sundalag­ num, tá ið tað setti nøsina norður eftir aftur. Spælararnir hjá EB/ Streymi vóru sjálvandi ovurfegnir. Eisini miðvall­ arin Bárður Olsen, sum ikki hevði vant í vikuskiftinum, tí hann var sjúkur, og sum ikki var serliga væl fyri. Á miðvøllinum gekk tað væl hjá honum og Høgna Zac­ hariasen, sum tykist hava vunnið sær fast pláss, og hjá Levi Hanssen, sum fyrr í ár ofta hevur verið vong­ verji í høgru. ­ Tað var ikki so nógv at taka av, so eg royndi, og tí­ betur eydnaðist tað at spæla alla tíðina, staðfest ir mið­ vallarin, sum átti uppleggið til 2­0 málið, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minutt­ ir gamal. Frísparks fram­ legging úr 25 metrum end­ aði á skallanum á topp­ skjúttanum og sera væl upp­ lagda Arnbirni Hansen, sum snittaði upp um í hesum førinum eitt sindur tøvandi NSÍ málverjan og í málið. Høvdu tamarhald á Tá kendist brekkan ógvuliga møtimikil hjá heimaliðnum, sum kortini á ongan hátt var niðurspælt. Talan var fyri tað mesta um javna og tætta uppgerð við lutfalsliga góðum bóltspæli og intensiteti í nærdystunum. Hanus Eliasen, sum var væl upplagdur í 1. hálvleiki, men sum orsaka av skaða ikki kom á vøllin aftur eftir hvíldina, skoraði fyrra EB/ Streyma málið, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Eisini í tí førinum var talan um deyðbóltsstøðu. Væl upplagdi Hans Pauli Samuelsen vann fríspark í vinstra borði. Hann legði sjálvur innleggið fram ímóti fremra stólpa, har Hanus Eliasen var fyrstur á og stýrdi bóltin inn við handara stólpan. ­ Fyri okkum hevði tað ógvuliga nógv at siga, at tað vóru vit, sum fyrst fingu mál. Harvið gekk tað meiri fyri seg eftir okkara treytum, enn tað gjørdi eftir teirra. Vit vórðu pressaðir síðsta korterið av 1. hálvleiki, og René Tórgarð hevði tvær fínar bjargingar. Longu í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru komnir framum, og teir royndu at trýsta, høvdu vit vandamiklar kontraatsóknir, sum vit áttu at havt skorað uppá. Tá ið vit vóru komnir framum við tveimum málum, satsaðu teir orduliga nógv, og tá kundu vit havt skorað fleiri mál, tí teir sleptu so nógv í verjupartinum, er metingin hjá EB/Streyma miðvallaranum. Og tað er lætt at vera samdur við Bárði Olsen. Fimm minuttir eftir at EB/ Streymur hevði økt um leiðsluna, skifti heimaliðið tríggjar spælarar. Sam­ stundis varð Óli Hansen fluttur úr verjuni og fram í álopið. Uppstillingin líktist 3­2­5, og tað bar við sær, at tað mesta gekk fyri seg á EB/Streyma hálvuni, men tað gekk illa hjá heima­ liðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Anghel í verjuni Merkisvert var tað, hvussu væl tað riggaði í verju­ partinum hjá EB/Streymi, hóast liðformaðurin og verjustýrimaðurin, Egil á Bø, sat skaddur uttanfyri. Marni Djurhuus hevði Sorin Anghel undir liðini á sær í miðverjuni, og tað riggaði stak væl. Á vinstra vongverja var Leif Niclasen so stinnur, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Á høgra vongverja royndi 19 ára gamli Dánjal Davidsen seg fyri fyrstu ferð frá fyrsta bríksli, og hann slapp heilt væl frá tí. ­ Vit eru sjálvandi altíð fegnir um at vinna. Men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit síggja sigurin á meistarunum á útivølli at vera ógvuliga týdningar­ miklan, sigur Bárður Olsen. Tá ið EB/Streymur í steypadystinum á heima­ vølli vann 1­0 á NSÍ, varð málið skorað í sambandi við hornaspark. Hesa ferð vórðu bæði málini skorað í sambandi við frísparksinn­ legg, og tað er ikki komið av ongum: ­ Í fjør skoraðu vit nógv mál í sambandi við deyð­ bóltsstøður. Serliga upp undir dystir venja vit nógv deyðbóltsstøður, og í Runa­ vík sóu vit, at tað er ein góð íløga, staðfestir Bárður Olsen. EB/Streymur NSÍ NSÍ-EB/Streymur 0-2 (0-1): Høvdini eru góð í Sundalagnum Gestirnir vóru grammari, neyvari og stinnari, tá føroyameist­ ararnir úr NSÍ einki fingu burtur úr heimadystinum móti EB/Streymi Nýggjur venjari hjá EB/Streymi er Sigfríður S. Clement­ sen, og hann fegnaðist sjálvandi, tá tað í gjár eydnaðist liðnum at fara úr Runavík við trimum stigum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan árinum varð EB/ Streymur mett millum favorittarnar, men spælið higar til hevur kanska ikki verið so heilt sannførandi. Kanska eisini, tí ein nýggjur venjari sjálvandi hevur síni hugskot, sum hann vil hava við í spælið hjá liðnum. ­ Tað veit eg nú ikki. Talan er ikki um tær heilt stóru broytingarnar, men nakrar tillagingar eru sjálvandi. Fyrstu dystirnar hevur tað tó verið mest týdningarmikið, at vit klára at skava nøkur stig saman. Tað eru tey, sum telja, og tí fegnast vit um hesi, sigur Sigfríður. Í so máta var fagnaðurin um stigini í gjár kanska eyka stórur, og tað viðgekk venjarin eisini. ­ Partvíst er tað mátin, sum vit gera tað uppá. Fyri steðgin gongur kanska javnt á, men eftir steðgin skapa vit okkum fleiri fleiri 100% møguleikar, og tí var sigurin fult uppiborin. Og ikki minst er tað gleðiligt, at vit vinna somikið sannførandi, hóast okkum vantar bæði Egil á Bø og Mikkjal Thomassen. Tað sigur nakað um, hvussu sterkur hópurin er. Partur av broytingunum hesa ferð var, at Sorin Anghel spældi í miðverjuni, og á høgra bakki fekk Dánjal Davidsen fyri fyrstu ferð møguleikan frá byrjan. Og báðir spælararnir fingu eisini stórt rós frá venjaranum. ­ Sorin er fantastiskur, og Dánjal ger tað framúr væl, so har er nógv at gleðast um. Og tað kunnu vit so gleðast um í nakrar tímar, men heldur ikki meira. Vit hava dyst móti B71 um vikuskiftið, so tankarnir skulu sum skjótast vendast tann vegin, sigur Sigfríður. Fegnir í nakrar tímar Spenningur til tað seinasta Chelsea var í gjár á vitjan Newcastle, har heimaliðið hevur sýnt gott spæl seinastu umførini. Men móti stjørnusetta London­liðnum var hetta tó ikki nóg mikið. Tað sá annars einki út í steðginum hjá Chelsea eftir ein málleysan fyrra hálvleik, men hetta bøttu teir um eftir steðgin. Michael Ballack skoraði fyrsta málið á tímanum, og átta minuttir fyri leiklok staðfesti Florent Malouda sigurin. Chelesa hevur eins og Manchester United 84 stig. Manchester United hevur tó ein væl betri málmun, og tí verða teir meistarar, um teir vinna seinasta dystin. Hesin verður á útivølli móti Wigan. Chelsea spælir tá á heimavølli móti Bolton. Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 6 4 - 2 - 0 15 5 10 14 2 HB 5 3 - 2 - 0 13 2 11 11 3 B36 6 2 - 4 - 0 8 3 5 10 4 NSÍ 6 3 - 1 - 2 8 7 1 10 5 ÍF 6 3 - 1 - 2 9 10 -1 10 6 Víkingur 5 2 - 0 - 3 7 7 0 6 7 KÍ 6 1 - 2 - 3 7 12 -5 5 8 B68 6 1 - 2 - 3 4 10 -6 5 9 B71 6 1 - 1 - 4 8 13 -5 4 10 Skála 6 1 - 1 - 4 4 14 -10 4 NSÍ-EB/Streymur 0-2 (0-1) 0-1: Hanus Eliasen, 32. 0-2: Arnbjørn Hansen, 55. Dómari: Petur Reinert NSÍ: Tórður Thomsen – Acu Pandurovic, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen – Nenad Stankovic, Bogi Løkin (Jann Martin Mortensen, 60.), Milan Pejcic (Sjúrður Jacobsen, 60.) – Andy Olsen (Øssur Dalbúð, 60.), Jónhard Frederiksberg, Hjalgrím Elttør Gult kort: Milan Pejcic EB/Streymur: René Tórgarð – Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Leif Niclasen – Bárður Olsen (Fróði Clementsen, 86.), Hanus Eliasen (Brian Olsen, 46.), Arn- bjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Tonny Kruse, 86.) Gult kort: eingin FAKTA um dystin