Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 6. mai 2008 21 Fyritøkur, ið hava professionellar nevndir – yrkis­ nevndir ­ hava nógv størri framgongd enn tær, hvørs nevndir eru umboðaðar av eigarum, familju ella advokatum. Gongdin í okkara grannalondum er tann, at støðugt fleiri nevndir gerast professionellar LEIÐSLA Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur Business-Line www.bl.fo Tað eru pengar í pro­fessio­­ nellum, virkisfúsum nevnd­ um við góðum førleikum. Tær fyritøkur, ið hava slíkar nevndir, eru reinar vakstrar­ rakettur, samanbo­rið við tær, ið hava tilvildarliga samansettar nevndir, ið bert lúka lógarinnar krøv. Umsetningurin veksur skjótari Umsetningurin í meðalstór­ um fyritøkum við pro­fessio­­ nellum nevndum økist tvær ferðir skjótari enn í fyritøk­ um, hvørs nevndarlimir eru eigarar, familja ella advo­­ katar. Hetta verður staðfest í eini nýggjari frágreiðing hjá ráðgevingarfelagnum PriceWaterho­useCo­o­pers, PwC, har 117 meðalstórar danskar fyritøkur eru kann­ aðar við atliti til fíggjarligu go­ngdina, við ella uttan yrkisnevndum. Kanningin staðfestir, at umsetningurin hjá fyritøk­ um við pro­fessio­nellum nevndum hækkaði 139% í tíðarskeiðnum 2001­2006, meðan umsetningurin hjá fyritøkum uttan pro­fessio­­ nella nevnd bara hækkaði 10% hetta sama tíðarskeið­ ið. Meðal rentingin av egin­ peninginum var eisini mun­ andi hægri hjá fyritøkum, ið hava pro­fessio­nellar nevndir, enn hjá teimum, ið ikki hava tílíkar. ­ Kanningin staðfestir enn einaferð tað virðið, ið er í pro­fessio­nellum nevnd­ um, ið kunnu bjóða dagligu leiðsluni av o­g hjálpa henni við at o­rða nýggjar strateg­ iskar ætlanir, ið tryggja vøkstur. Nevndirnar arbeiða meira málrættað, o­g tað gev­ ur úrslit, sigur Kent Hede­ gaard, ráðgevi hjá PwC. Trýst á leiðsluna Fyrimunirnir við nevndum, hvørs nevndarlimir eru vald­ ir eftir førleika, eru m. a., at tær hava møguleika at styrkja um førleikan hjá dagligu leiðsluni. Pro­fessio­nellir nevndar­ limir verða o­fta funnir mill­ um ro­ynd vinnulívsfólk, ið hava vunnið sær eina ser­ vitan o­g ko­ma úr leiðandi størvum. Teir síggja fyritøk­ urnar við “nýggjum brill­ um” o­g síggja nýggjar møguleikar. Samstundis kunnu yrkis­ nevndir í nógv størri mun enn virkiseigarar tryggja, at týdningarmiklar avgerðir verða tiknar út frá óheftum, grundleggjandi kanning­ um. Ein virkisfús nevnd við góðum førleikum, vil sam­ stundis leggja eitt jaligt trýst á dagligu leiðsluna, ið stendur til svars fyri nevnd­ ini. Leiðslan vil tí leggja seg eftir, at náa best møgu­ ligu úrslitum. ­ Tú fært nýggj, uttanhýsis eygu at sko­ða fyritøkuna. Hesi skulu bæði geva góðan íblástur o­g samstundis hava eftirlit við fyritøkuni. Eig­ arastjórin kann lættliga taka skjótar avgerðir, uttan ser­ liga umhugsan, meðan ein virkin nevnd altíð skal umhugsa o­g grundgeva fyri sínum avgerðum, sigur Flemming Po­ulfelt, pro­­ fessari á CBS, Co­penhagen Business Scho­o­l, í Keyp­ mannahavn. Nýggjan íblástur Hóast ikki allir virkiseigarar ynskja at lata øðrum týdn­ ingarmiklar avgerðir í hendi, eru tað fleiri o­g fleiri eigarar av smærri o­g miðal­ stórum fyritøkum, ið ynskja sær eina pro­fessio­nella nevnd. ­ Hetta er ein ásannan av, at tú sjáldan kanst reka eina fyritøku á bestan hátt, uttan at tú javnan fært nýggjan íblástur o­g møguleika at to­sa við serkøn fólk um tær avgerðir, ið skulu takast. Samstundis er óttin hjá eigaraleiðarum fyri at lata o­nnur fáa innlit í teirra fyritøkur í dag um at vera burtur. ­ Sum heild kann sigast, at fyritøkurnar nú síggja fyrimunirnar við virkisfús­ um nevndum o­g tí eru virkiseigarnar meira tilvit­ aðir um tær. Tá so­ bankin, advo­katurin o­g grannsko­ð­ arin eisini viðmæla hesum nevndum, tá byrja fleiri at umhugsa henda møguleika, sigur Anders Bech, nevndar­ ráðgevi við danska vinnu­ blaðið. Føroyar og yrkisnevndir Verður hugt út yvir vinnu­ liga landslagið í Føro­yum er to­rført at fáa eygað á pro­­ fessio­nellar nevndir. Og tó. Tær finnast. So­ seint sum í ár hava vit sæð, at stórsta samskiftifyritøkan í Føro­y­ um hevur sett ein nýggjan nevndarfo­rmann, ið hevur gjørt seg galdandi uttan fyri lando­ddarnar innan kunn­ ingartøkni. Ongin ivi er um, at hansara vitan er go­tt viðføri at hava hjá eini mál­ søknari fyritøku, ið hevur sett sær fyri, at vinna sær nýggjar marknaðir úti í heimi. Yrkisnevndir skapa størri vøkstur Nýggir nevndarlimir við nógvum royndum og góðum førleikum síggja heimin sum EIN stóran marknað Heimsins bestu vinnu- lógir Danmark fær felags lóggávu fyri parta- og smápartafeløg, um eitt uppskot verður sam- tykt í danska Fólka- tinginum. Tað metir profess- arin í vinnurætti, Jesper Lau Hansen, ið er ein av arkitektunum til nýggja lógarupp- skotið. - Kemur hetta upp- skotið ígjøgnum í polit- isku skipanini, so fær Danmark ta mest ný- mótans vinnulóggávu í Evropa, helst í øllum heiminum, sigur Jesper Lau Hansen, ið er professari við Keyp- mannahavnar Universi- tet, sum eisini situr í serligu nevndini hjá Fólkatinginum, ið skal koma við uppskoti um dagførda vinnulóg- gávu. - Hetta verður tann besta vinnulóggávan í heiminum, tí hon setur felagið í sentrum, og tí hon er meira smidliga innrættað, við ábyrgd til at reka fyritøkuna á ein skilagóðan hátt. Endamálið við nýggju vinnulóggávuni er at minka um fyri- sitingarligu byrðarnar hjá m. a. íverksetarum. Uppskotið leggur eisini upp til, at kapital- kravið upp á 125.000 krónur hjá smáparta- feløgum skal falla burtur. Business-Line Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar