týsdagur 6. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 85 - 6. mai 2008
Røkke lænir 400 mió kr.
til krillverkætlan
Aker BioMarine, ið er eitt av feløgunum hjá kenda norska vinnulívsmanninum, Kjeld
Inge Røkke, lænir 400 milliónir krónur til sína krill-verkætlan í Suðuríshavinum. -
Hetta kemur at geva felagnum fíggjarliga styrki til at koma inn á altjóða vakstrar-
marknaðir og til menning av felagnum, sigur Helg Midttun, stjóri í Aker BioMarine í
eini fráboðan. Felagið hevur ætlanir um at gerast ein av heimsins fremstu framleiðarum
av heilsuvørum burtur úr krill, ið verður fiskað í Suðuríshavinum við nýmótans
skipum, m. a. einum umbygdum Atlantic Navigator, ið áður hevur veitt frá Føroyum.
Business-Line
- Karmarnir um
alivinnuna eru
yvirhøvur góðir, og
vinnan hevur seinasta
árið víst nøkur góð
úrslit, bæði tá ræður
um vøkstur, felli
og sjúkutilburðir,
sum eingin hevur
verið, sigur Føroya
Havbúnaðarfelag,
sum júst hevur havt
aðalfund
Aling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya
Havbúnaðarfelag
hevði aðalfund í seinasta
fríggjadag, har eitt nú
ársfrágreiðing felagsins fyri
farna ár varð løgd fram.
Í
frágreiðingini
vísir
nevndin á, at føroyska fram-
leiðslan av laksi og sílum
fall nógv árini 2003- 2006.
- Tá framleiðslan var
størst, var hon 56.000 tons,
og tá hon var minst, var hon
einans 18.000 tons (2006).
Í 2007 vaks framleiðslan
aftur, og samlaða tøkan var
stívliga 30.000 tons.
Havbúnaðarfelagið sigur,
at framleiðslan í 2008 helst
verður eini 40.000 tons.
Góðir karmar
- Karmarnir um alivinnuna
eru yvirhøvur góðir, og
vinnan hevur seinasta árið
víst nøkur góð úrslit, bæði
tá ræður um vøkstur, felli
og
sjúkutilburðir,
sum
eingin hevur verið hava
verið.
Felagið vísir á, at saman
við sera góðum marknað-
arprísi hevur hetta gjørt, at
alivinnan hevur havt hampu-
liga góð úrslit í 2006 og
2007.
- Væntandi er, at útboðið
av laksi á marknaðinum í
Evropa í 2008 eins í 2007
fer at økjast. Hetta fer óivað
at trýsta marknaðarprísin.
Alisøgan sigur okkum, at
prísurin
sveiggjar
sera
nógv, men um føroyska
vinnan megnar at hava ein
burðardyggan rakstur og
fyribyrgja
sjúku,
skuldi
alivinnan klára at liva við
teimum príssveiggjum, sum
fara koma, heldur Havbún-
aðarfelagið.
Útseting av smolti
Í ársfrágreiðingini verður
víst á, at 9 miljónir fiskar
vórðu settir út í 2007, og
roknað verður við, at mill-
um 9 og 10 miljónir fiskar
verða settir út í 2008. Í
2009 verður roknað við, at
talið fyri útseting verður
heldur hægri, helst millum
10 og 11 miljónir fiskar.
- Vøksturin í framleiðsl-
uni komandi árini fer at
geva vinnuni avbjóðingar,
men nevndin í felagnum er
sannførd um, at vinnan í
størri mun enn fyrr er før
fyri at taka hesar avbjóð-
ingar.
Lóggávan
endurskoðast
Føroya
Havbúnaðarfelag
vísir á, at týdningarmestu
málini, sum nevndin hevur
arbeitt við í 2006, er eitt nú
luttøka í arbeiðsbólki, sum
endurskoðar alilóggávuna.
- Arbeiðið varð ikki
liðugt undan løgtingsval-
inum, og felagið hevur ikki
fingið ábendingar, um hetta
arbeiðið heldur fram, nú
nýggj samgonga er skipað.
Víst verður á, at kunn-
gerðin um fyribyrgjandi
rakstur framvegis er undir
endurskoðan.
- Vit hava havt hesa kunn-
gerð til hoyringar nakrar
ferðir, og felagið roknar
við, at kunngerðin kemur
aftur
til
hoyringar
í
næstum.
Felagið sigur, at rakstrar-
kunngerðin ásetir, at ali-
vinnan skal rapporterað inn
til myndugleikarnar elek-
troniskt.
- Hetta krav hevur havt
við sær, at Havbúnaðar-
felagið heitti á Maritec um
at gera eitt dátuútflyting-
armodul til »farm conrol«,
soleiðis at nú ber til hjá
vinnuni at senda hesar upp-
lýsingar beinleiðis frá fram
leiðsluskrásetingarskipanin
i, sigur felagið.
Rognaveitarar
Í 2007 setti Havbúnaðar-
felagið í verk eina kanning
av rognaveitarum í Noregi,
Íslandi og Skotlandi.
- Vit meta, at eitt tað
veikasta liðið í føroysku
sjúkutilbúgvingini eru rogn-
ini. Rogn verða innflutt, og
eingi serlig krøv verða sett,
tá ræður um sjúku.
Havbúnaðarfelagið
ber
nevniliga ótta fyri, at sjúka
kann verða innflutt til
Føroya við rognum. Stórir
trupulleikar eru við eitt nú
PD og HSMB í granna-
londunum.
- Vit vilja ikki hava hesar
sjúkur hendavegin. Arbeiðs-
bólkurin,
sum
kannaði
hetta, hevur latið Havbúnað-
arfelagnum eina frágreiðing
um sjúkustatus og genetiska
støði á rognum úr granna-
londunum, sigur felagið.
Starvsfólk í vinnu
Í februar í fjør skipaði
Havbúnaðarfelagið fyri ein-
Alivinnan er væl fyri og
Ragnar Joensen er formaður í Føroya Havbúnaðarfelag
- Alivinnan byggir á góðar karmar og nærlagni,
og í dag er alivinnan burðardygg, sigur
Havbúnaðarfelagið