Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 85 - 6. mai 2008 Ongantíð áður hevur ein nýggjur árgangur av sild fingið eina so góða byrjan, og ongantíð áður hava havgranskarar mált so nógv sildayngul sum í vár GýtinG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggja, sum norðmenn hava mált, er 108 billiónir sildayngul. Hetta ófatiliga tal av sildalarvum er mált av granskarum og tøkn­ ingum við norska hav­ rannsóknarskipinum Håkon Mosby, sum júst er liðugt at kanna gýting­ ina av norðhavssild. Talan er um úrslitið av gýtingini fram norsku Møre­strond­ ini. ­ Talið av ynguli, sum liggur um 12 millimetrar til longdar, liggur uttan­ fyri fatanarevnini hjá van­ ligum fólki. Tað sigur toktleiðarin, Erling Kåre Stenevik, við Fiskeribladet Fiskaren. Norski Havgranskingar­ stovnurin hevur ongantíð áður mált so stórar nøgdir av larvum hjá norðhavs­ sild. Gamla metið er frá 2006, og tá var talan um 99 billiónir yngul – ella 15.000 ferðir fleiri enn allir heimsins íbúgvar til­ samans. Til samanburðar kunnu vit nevna, at í 1972 funnu norskir granskarar bert tvær sildalarvur fram við allar norsku strondini. Góð gýting Øll hesi seinastu fimm árini hevur gýtingin verið stór. ­ Á einari av mátistøð­ unum vórðu 48.843 larvur funnar í hvørjum rúm­ metri av sjógvi, sum fór ígjøgnum trolið. Hetta svarar til eina larvu fyri hvønn litur av sjógvi, sig­ ur Erling Kåre Stenevik, sum ongantíð áður hevur sæð so nógv sildayngul í veiðini í kanningunum. Havgranskarin vísir á, at tað gleðiliga er eisini, at larvurnar vísa seg at hava nóg mikið av reyðæti at eta. – Enn er alt ov tíðliga at siga, hvussu góður árgang­ urin av norðhavssild fyri 2008 verður, men grund­ arlagið fyri einum góðum árgangi er í øllum førum tað besta, ið hugsast kann. Deyðiligheitin í tíðini frameftir er velduga stór, og hvussu stórur árgang­ urin verður, síggja vit í fyrsta lagi, tá sildayngulin kemur norður í vakstrar­ økini í Barentshavinum, sigur Erling Kåre Stene­ vik, toktleiðari. Norðhavssild: Metstór gýting Útlit eru til ein óvanliga góðan árgang av norðhavssild í ár, siga norskir havgranskarar Mynd: Mourits K. Joensen um tiltaki fyri starvsfólki í alivinnuni. ­ Hetta tiltak var væl­ eydnað og fekk stóra undir­ tøku. Í februar í ár skipaði felagið aftur fyri aliráð­ stevnu, og aftur hesaferð í var undirtøkan stór. Havbúnaðarfelagið hel­ dur, at slík tiltøk hava alstóran týdning og eru ein av uppgávunum, sum felag­ ið eigur at átaka sær fyri at økja um førleikan í vinnuni. ­ Sum kjakast var um á seinasta aðalfundi, hevur Havbúnaðarfelagið havt ein meira virknan leiklut í altjóða høpi. Felagið er limur í FEAP, og hevur nevndin avgjørt at størri orka skal leggjast í hetta samstarvið. Vinnan væl fyri Havbúnaðarfelagið sigur, at alivinnan er sum heild væl fyri, og úrslitini seinastu árini eru sera góð. ­ Vinnan er umskipað síðan seinastu kreppuna, og útlitini eru góð. Karmarnir um vinnuna er góðir, og hevur alivinnan ein skyn­ saman rakstur, har neyv framleiðslustýring er. Felagið heldur, at nú ali­ vinnan byggir á góðar karm­ ar og nærlagni, sum tikið verður til, er alivinnan í dag burðardygg. ­ Hetta sæst aftur í avrik­ inum, tí fiskurin veksur sera væl og hevur sera lágt fellið. Saman við sera høg­ um marknaðarprísum skapti bæði 2006 og 2007 høgt avkast í alivinnuni. Alivinnan er í dag ein framleiðin vinna, sum nú er komin væl upp undanaftur frá kreppuárunum 2002­ 2005, sigur Havbúnaðarfel­ agið. g útlitini eru góð Aker Seafood verri úrslit í ár Fyrsta fjórðingsár í ár er ikki tað besta, sum fyritøkan Aker Seafood hjá norska ríkmanninum, Kjeld Inge Røkke, hevur sæð. Hóast eina øking í umsetninginum fyrsta fjórðingsár í ár upp á stívliga 36 norskar miljónir krónur, er úrslitið kortini helvtina verri enn sama fjórðingsár í fjør. Rakstrarúrslitið fyri avskrivingar er minkað úr 12,7% fyri fyrsta fjórðingsár í fjør niður í 9,2% fyrsta fjórðingsár í ár. Orsøkin er í fyrsta lagi, at felagið hevur gjørt íløgur í keypt virksemi, eitt nú í Fraklandi. Úrslitið eftir skatt er 17 miljónir norskar krónur, og tað er helvtina minni enn somu tíð í fjør. Orsøkin til lakaru gongdina, er, at norska krónan er økt, og at oljuprísirnir eru hækkaðir. Samstundis er dollarin minkaður í virði. Norska krónan er nevniliga økt 16% í mun til dollaran í eitt ár. Aker Seafood væntar kortini, at málið hjá felagnum at náa teimum 3 miljardunum í umsetningi, man fara at vera í nánd, tá árið er úti. Tað er Fiskeribladet Fiskaren, sum ber tíðindini um gongdina í felagnum hjá norska ríkmanninum.