týsdagur 6. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 85 - 6. mai 2008
Undan boringini
kunnaði BP á
Oljutinginum
um, at tað fór
at bora niður á
4.750 metrar. Tá
avtornaði varð bert
borað niður á 3.350
metrar. Hetta var
í tráð við avtaluna
við føroyskar
myndugleikar segði
BP í tíðindaskrivi.
Men hví BP ikki
boraði djúpri
stendur enn
ósvarað. Jarðfeingið
átti at verið meira
opið í hesum máli
skrivar Jan Müller
í hesi analysuni av
Williamboriverk
ætlanini
Oljuleiting /
AnAlysA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað mundi neyvan koma
óvart á flestu av okkum, at
Williambrunnurin var turr
ur. Bíðitíðin gjørdist dekan
ov drúgv. Tað líkasum lá í
luftini, at her fór ikki at
spyrjast tað stóra burtur úr.
Fyri tað fyrsta boðaði BP
longu frá undan boringini,
at her var bert 10% møgu
leiki at finna nakað. Har
næst varð sett á at bora í
ringastu árstíð og vita vit,
at veðrið tarnaði arbeiðinum
nógv.
Tá brunnar verða boraðir
í nýggjum og ókendum øki
verða data/upplýsingarnir,
ið fáast til vega, oftani eis
ini brúktir av øllum teimum
feløgunum, sum ætla sær at
bora í framtíðini. Hesir
verða tá kallaðir referansu
brunnar. Vitanin, sum fæst
sjálvt frá turrum brunnum,
er oftani eisini av stórum
týdningi fyri myndugleik
arnar, eitt nú tá nýggj øki
skulu bjóðast út til leiting.
Stórur spenningur
Tað var tí við stórum spenn
ingi at fylgt varð við, tá BP
fór undir boringina og sum
tað eisini gjørdi vart við
undan boringini – fór at
bora niður á 4.750 metra
dýpi.
Men tað løgna ella merk
isverda hendi, at BP gavst
at
bora
nærum
1.500
metrar
longur
uppi,
nevniliga á 3.350 metrum.
At brunnurin var turrur var
sjálvandi eitt vónbrot. Men
at tað ikki bleiv borað
longur niður kom óvart á
mong. Munnu ikki hini
oljufeløgini,
sum
hava
ætlanir um at bora á
landgrunninum,
kenna
hetta sum ein stóran miss
– als ikki at kunna fáa upp
lýsingar um djúpari løgini,
har tey kanska eisini sjálvi
skulu til at bora!
Tí er eisini bæði rætt og
náttúrligt at spyrja: hvat
hevur Williambrunnurin
fyri tað fyrsta givið luttak
andi oljufeløgunum av vit
an og data, og hvat kunnu
vit rokna við, at hann fer at
geva
myndugleikum
og
øðrum oljufeløgum av vitan
og data.
Stóri spurningurin er:
Hvat kunnu vit brúka henda
sætta brunnin til?
Nú vita vit ikki, hvørjar
upplýsingar BP hevur fing
ið, og helst er felagið ikki
liðugt við at evaluera bor
ingina. Vit vita tí heldur
ikki, um data frá boringini
kunnu koma væl við hjá
øðrum, sum ætla at bora á
landgrunninum í framtíðini.
Men eitt vita vit við vissu,
og tað er, at vit fara ikki at
fáa nakrar upplýsingar um
jarðløgini niðanfyri 3.350
metrar, sum annars sæð
varð fram til.
Alt hetta fær okkum at
spyrja, hví føroyskir olju
myndugleikar hava gingið
við til, at brunnurin ”bara”
skuldi borast niður á 3.350
Hví boraði BP ikki djúpri
Vit síggja tvørskurð av undirgrundini á Williamleiðini. Sum
sæst er niðasta ”target” niðri á 4.750 metrum. Kort BP
Nú er stóri spurningurin, hvørji oljufeløg eru sinnað til at taka
proppin úr Williambrunninum og bora víðari
Mynd Jan Müller