Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 85 - 6. mai 2008 á Williamleiðini? metrar og ikki niður á 4.750 metrar, sum hevur verið uppá tal. Kann hetta koma at skaða leitingina í fram­ tíðini? Torfør uppgáva Vit eru fullgreið yvir, at BP og hini feløgini í verk­ ætlanini hava ikki havt nakra lætta uppgávu at skulu bora á hávetri. Hetta var tó teirra avgerð. Ætlanin var upprunaliga at byrja boringina á sumri, men m. a. ringt veður og trupulleikar á staðnum, har boripallurin arbeiddi frammanundan, varð orsøkin til, at hetta bleiv so nógv seinkað. Hin­ vegin kundi verið spurt, hví tað var so umráðandi at fara undir boringina í ringastu vetrartíð. Kundi BP ikki bara havt bíðað til summarið kom? Fyristøðufelagið BP hevur úttalað, at tað hevði ein pall tøkan og skuldi tað siga hann frá sær fyri at bíða við boringini til á sumri í ár, so hevði verið trupult at fingið ein nýggjan pall til at bora nú. Hetta er so nakað, sum føroyskir oljumyndugleikar hava góðtikið. Men um somu tíð sum sett er út í kortið til at bora á vetrartíð og við váðanum fyri at kunna missa nógvar bori­ dagar, tá er eitt sindur óskilj­ andi, at Jarðfeingi eftir øll­ um at døma hevur gingið við til at lata BP fáa í sátt­ málan ein møguligan klau­ sul um hægsta dagatal. Hetta vita vit ikki við vissu, men okkurt kundi bent á, at BP hevur fingið góðkenning frá okkara myndugleikum at gevast við boringini eftir ávíst dagatal. Um hetta er so, tá er hetta nakað nýtt í føroyskari oljuleiting. Fyrr hevur altið verið kravt av feløgunum, at tey skuldu bora niður á ávíst dýpi. Hví Jarðfeingi møguliga hevur broytt krøvini frá dýpi til dagatal ella gjørt eina kom­ binatión av hesum báðum er rættiliga óskiljandi, ser­ stakliga tá ein helst eigur at taka hædd fyri drúgvari boritíð á vetri. Týdning fyri komandi leiting Hví seta hesar spurningar, nú boringin er liðug, vil onkur spyrja. Svarið er, at hetta hevur týdning fyri komandi leitiboringar. Fer henda møguliga nýggja mannagongdin at gera avtalur við oljufeløg um dagatal og ikki bara dýpi eisini at verða galdandi fyri komandi boringar! ENI stendur fyri tørni, og fer felagið at seta somu krøv/ ynski sum BP? Tað er spell fyri víðari leiting, at BP ikki boraði longur niður, nú BP og Shell fingu eina avtalu við Jarðfeingi um at bora ein brunn ístaðin fyri tveir, ið feløgini høvdu bundið seg til í loyvinum frá 2000. Ser­ stakliga tá vit vita, at hesir upprunaligu tveir brunn­ arnir ella í hvussu er ein teirra skuldi borast niður á umleið 5000 metrar. Tá hesir so verða til ein brunn inni á basaltinum, og tað ”bara” verður borað niður á 3.350 metrar, so stingur spurningurin til føroysku myndugleikarnar seg upp: hví bant Jarðfeingi ikki BP og Shell til at bora djúpri? Sjálvandi kunnu vera aðrar orsøkir til hetta, sum vit ikki kenna. T.d. at alt gekk galið, og at boringin tí ikki kundi halda fram? Um so er, átti Jarðfeingi so ikki at sagt frá hesum! Vit hava so eisini skilt, at feløgini vórðu ikki samd um at bora longur niður. Tað er so held­ ur ikki ókent frá undanfarn­ um boringum, eitt nú Marj­ unbrunninum hjá Hess. Spurningurin er so, um og hvussu slík ”ósemja” mill­ um feløgini kann hava ávirk­ að avgerðina ikki at bora longur niður. Men her er tað aftur spurningurin um á hvønn hátt Jarðfeingi hevur tryggjað sær at fáa optimalt burtur úr eini endurnýggjari avtalu, har feløgini sluppu avstað við at bora ein brunn ístaðin fyri tveir sambart upprunaligu avtaluni. Spurn­ ingurin er: hevur Jarðfeingi gjørt sítt heimaarbeiði gott nokk! Opinleiki Samanumtikið: At William­ brunnurin var turrur var sjálvandi eitt vónbrot fyri øll. Ikki minst fyri luttak­ andi feløgini, sum máttu djúpt niður í lumman. Men enn eitt vónbrot var tað, at tað ikki varð borað longur niður, soleiðis at møgulig týðandi data – fyri ikki at siga eitt oljufund – kundi verið spurt burtur úr. Tá hetta er sagt, so eiga vit kortini at fegnast um, at BP ikki koyrdi betong í brunnin men setti propp í holið, soleiðis at onnur olju­ feløg hava møguleika at halda fram við boringini. Hetta kunnu føroyskir myndugleikar so bara fegn­ ast um, tí hetta kann gerast týðandi agn í víðari roynd­ unum at fáa marknaðarført framtíðar leiting. Jarðfeingi hevur longu meldað út, at áhugi er hjá fleiri feløgum at halda fram, har BP gavst. Spennandi at fáa meira ítøkiligt at vita um hetta. Vónandi fara okkara olju­ myndugleikar at kunna almenningin um allan sann­ leikan um Williambrunnin – hví borað ikki varð niður á 4.750 metrar, sum BP sjálvt legði út við á eitt nú Oljutinginum á Hotel Før­ oyum seinasta heyst. Hóast tað kanska ikki altíð er lætt at almannakunn­ gera smálutir í sáttmálum millum myndugleikar og oljufeløg, so er spurningurin kortini, um ikki Jarðfeingi átti at spælt við meira opn­ um kortum. Higartil hava føroyskir oljumyndugleikar gjørt eitt stórt og gott ar­ beiði. Spell um henda hepna gongd er broytt. Oljuleiting kann vera sera svikalig Longu fyri skjótt fimtan árum síðani teknaði Óli P boring hjá BP og Shell. Kelda Skemt 94