Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 85 - 6. mai 2008 HVS-fyritøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Demich-fyritøkan í Stiðja- gøtu 2 í Havn, hevur nú tvær deildir uttan fyri høvuðsstaðin. Á Marknoyri í Vági læt deild upp fyri nøkrum árum síðan, og fyri nøkrum vikum síðan læt nýggj deild eisini upp í Saltangará. Umframt handil, hava allar hesar deildir verkstað og goymslu. Fyritøkan arbeiðir eisini við at skipa eina nýggja og dagførda heimasíðu, har kunnað verður um útboð, virksemi, tænastur – og søgu felagsins. Demich veitir allar tæn- astur innan hita, ventilatión og sanitet. Byrjaði í 1960 Fyritøkan hevur sín uppruna í 1960, tá Fa. Demich varð stovnað, og í 1971 varð felagið umskipað til parta- felag. Um hetta mundið helt felagið til við Ting- húsvegin í Havn. Teir, ið stovnaðu Demich, vóru Johannes C. Michel- sen (Lill) og Óli F. Debess, sum ávikavist vóru stjóri og blikksmiðjur. Tað er haðani, at navnið Demich kemur - DE fyri Debess og MICH fyri Michelsen. Í 1982 keyptu verkfrøð- ingarnir, Simon Hansen og Trygvi F. Guttesen, felagið, og í 1987 kundi fyritøkan flyta í nýggju hølini í Stiðjagøtu, har Demich framvegis hevur sítt høvuðssæti. Í 1994 teknaðu brøðurnir, Torbjørn og Bjarni Hansen og Olav Guttesen parta- pening í felagið og komu soleiðis í nevndina. Tórbjørn Hansen tók við sum stjóri í Demich í 2001, tá Simon Hansen fór frá, og hann hevur verið stjóri í fyritøkuni síðan. Tað er eitt felag fyri seg, sum eigur nýggju deildina í Saltangará. Stjóri hjá Demich í Saltangará er Jørgin Jacobsen, og hann eigur hendan partin av virkseminum saman við Demich-fyritøkuni. Handilsleiðari í Saltang- ará er Hermann Jacobsen. Við virkseminum í Saltangará, har Demich bæði hevur sølu, verkstað, goymslu og tænastu væntar fyritøkan at røkka longur út um landið við sínum útboði og øllum tænastum innan hvs-økið. Fólk hava víst fyritøkuni í Saltangará stóran áhuga, og tey eru fegin um, at ein útbjóðari aftrat er í økinum. Eini 4-5 fólk starvast á deildini hjá Demich í Saltangará. Nú oljan er vorðin so dýr, eru tey mong, sum venda sær til veitarar á økinum og spyrja, hvussu tey kunnu spara olju. Ein partur av loysnini er ein góður og nútímans ketil, og ein annar partur er hitapumpur. Demich er tí eisini ein av útbjóðarunum av skipanum við hitapumpum, har fyritøkan kann levera skipanir við uppseting. Tað eru serliga deildirnar uttanfyri høvuðsstaðin, sum hava tikið sær av hesum uppgávum. Áðrenn vit fara at skifta orð við stjóran, Tórbjørn Hansen og handils-og marknaðarleiðaran, Heina Joensen, fara vit at kunna um, hvussu ognarviður- skiftini í Demich-fyritøkuni í løtuni síggja út. Tórbjørn eigur sjálvur 34%, Ólav Guttesen og bróðir Tórbjørn, Bjarne, hvør síni 28% - og síðan eigur Hákun Hansen, sum er annar av verkfrøðingunum í fyritøkuni, 10%. Tríggjar deildir Seinasta fríggjadag vitjaði Sosialurin úti í Stiðjagøtu 2 hjá Demich. Vit hittu stjór- an, Tórbjørn og sølu-og marknaðarleiðaran, Heina. - Vit eru í dag einasta fyritøka innan hvs, sum hevur tríggjar deildir kring landið, og soleiðis kunnu vit dekka ein stóran part av landinum innan okkara øki. Samlaða talið av starvs- fólki og lærlingum, sum starvast hjá Demich-fyri- tøkuni, er 43, harav tey níggju arbeiða á deildunum í Vági og Saltangará. - Vit hava einar 18-19 handverkarar í fyritøkuni, umframt 11 hvs-lærlingar og tveir handilslærlingar. Heini byrjaði sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Demich í fjør summar, meðan Tórbjørn, sum er útbúgvin rør-og blikksmið- ur, hevur verið í fyritøkuni í eini 22 ár, tey seinnu árini sum stjóri og størsti einstaki eigarin. Teir báðir dylja ikki, at ætlanin hjá fyritøkuni er at gera meira við sølupartin, samstundis sum ætlanin er at varðveita – og gjarna eisini veksa – um tann Demich vil vaksa Á øllum deildunum hjá Demich er handil og verkstaður, og á verkstaðnum í Stiðjagøtu hava teir eina nýggja maskinu, sum kann levera 3,5 langar inndekningar Mynd: Jens Kr. Vang Ætlanin hjá Demich-fyritøkuni er at gera meira við sølupartin, samstundis sum ætlanin er at varðveita – og gjarna eisini veksa – um tann partin, ið fevnir um størri verkætlanir, sum felagið er og verður partur av. – Vit ætla, at søluparturin og sethúsamarknaðurin skal gerast ein størri partur av samlaða umsetninginum, siga sølu-og marknaðarleiðarin og stjórin í felagnum ” Nógvir timbur­ menn vilja hava 3,5 metrar inndekningar… ” Sølubúð og verkstaður á trimum støðum Nýggj venjingarmiðstøð í Vágum Í gjár læt nýggja venjingarmiðstøðin, Ven, upp í Miðvági. Tað eru Tróndur Ravnsfjall og John Arnfinn Reystind, sum hava tikið stig til at gera venjingarmiðstøðina. Arbeitt hevur verið við hesum í nakrar mánaðir, og teir báðir eru fegnir, nú tað loksins ber til at lata dyrnar upp. Í gjár var móttøku í nýggju hølunum, og í morgun klokkan 10 var talan so av álvara um gerandisdag hjá nýggju eigarunum. Tað verður Tróndur Ravnsfjall, sum fer at virka sum dagligur leiðari í Ven.