mikudagur 4. juli 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 125 - 4. juli 2001
Nr. 125 - 4. juli 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
C
M
Y
K
3
2
Trupulleikar við
fartelefonnetinum í
Miðbýnum í Havn
høvdu við sær, at
torført var at fáa
samband við fartele-
fonir staddar í øki-
num.
ONKI SAMBAND
Rúnar Reistrup
»Telefonin, ið tygum hava
ringt til, kann ikki røkkast í
løtuni«. Hesi boðini, søgd
við blíari kvinnurødd, fingu
nógv fólk, ið royndu at
ringja til fartelefonir stadd-
ar í Havnini sunnudagin og
mánadagin. Orsøkin var, at
Føroya Tele hevði sett
nýggja
fartelefonútgerð
upp í Miðbýnum, sum
hevði
onkrar
byrjunar-
trupulleikar.
Føroya Tele gjørdist var-
ugt við hesar trupulleikar
mánadagin og fór tá undir
at hyggja nýggju útgerðina
ígjøgnum aftur.
Sambært
Hjallgrim
Hentze, stjóra á Teksnisku
deild á Føroya Tele, var út-
gerðin komin í rættlag í
gjár.
Við nýggju útgerðini
verður kapasiteturin mitt í
Havnini væl størri enn
hann hevur verið. Nýggja
útgerðin veitir 30 kanalir
afturat teimum, sum fyrr
hava verið. Tað merkir, at
30 fólk fleiri nú kunnu tosa
í fartelefon ísenn í Mið-
býnum í Havn.
Føroya Tele útbygir javn-
an kapasitetin á fartelefon-
netinum í takt við tað
alsamt vaksandi talið av
fartelefonfelagum.
Listastevna Føroya,
sum Norðurlanda-
húsið fór undir at
fyrireika í fjør, gjørdi
árliga Jazzfestivalin
húsvillan. Men hóast
Listastevnan er bæði
fjølbroytt og umfat-
andi, so kann hon
ikki fylla holið eftir
Jazzfestivalin, heldur
Brandur Øssursson,
sum tí valdi at taka
seg úr fyrireiking-
unum til Listastevn-
una og ístaðin fara
undir at fyrireika
tann 18. Jazz-
festivalin.
JAZZTØRVUR
Rúnar Reistrup
Tá Norðurlandahúsið av-
gjørdi at fara undir at fyri-
skipa
eina
listastevnu,
fingu Jazzfestivalurin og
hinir summarfestivalarnir
boð um at teir ikki longur
kundu vænta tann sama
stuðulin frá Norðurlanda-
húsinum, sum teir høvdu
fingið fyrr, tí orkan og høl-
ini ístaðin skuldu nýtast til
listastevnuna.
Tí boðaðu fyrireikararnir
handan árliga Jazzfesati-
valin í fjørsummar frá, at
Jazzfestivalurin neyvan fór
at verða hildin aftur í tí líki,
sum hann var kendur fyri.
Ikki pláss fyri tí smala
Brandur Øssursson, sum
hevur verið høvuðskraftin
handan Jazzfestivalin øll
árini, fór sjálvur við í
nevndina, sum skuldi fyri-
reika nýggju listastevnuna,
og tí sá ikki út til at nakað
fór at eita tann 18. Jazz-,
Fólka- og Bluesfestival-
urin. Men so vendi.
— Sum tíðin leið, rann
tað upp fyri mær, at tað,
sum Jazzfestivalurin hevði
staðið fyri øll árini, ikki fór
at
gerast
partur
av
Listastevnu Føroya, og tað
gjørdi at fekk hug til at
halda
fram
við
Jazzfestivalinum. Tí valdi
eg at taka meg úr fyri-
reikandi nevndini til lista-
stevnuna í desember mánað
í fjør.
— Listastevna Føroya
verður øgiliga stór og flott,
men hon kann ikki fylla
holið eftir Jazzfestivalin, tí
har er ikki pláss fyri tí
meira smala tónleikinum,
sum Jazzfestivalurin er
kendur fyri. Tað er gleðiligt
at vit fáa ein tílíka lista-
stevnu, og vit hava brúk
fyri henni, men sum hon nú
er sett saman er fram-
haldandi brúk fyri Jazz-
festivalinum, sigur Brandur
Øssursson.
Nógv føroyskt
Eitt sum eyðkennir ársins
Jazz-, Fólka- og Blues-
fesatival er at føroysku
nøvnini
fylla
nógv
í
skránni. Umleið helvtin av
konsertunum eru við før-
oyskum nøvnum. Tí verður
tað eisini ein nógv øðrvísi
festivalur hesaferð. Men
dygdin verður tann sama,
sigur Brandur Øssurson.
— Í dygd fer hesin 18.
Jazzfestivalurin
ikki
at
standa aftanfyri teir undan-
farnu. Vit mugu ásanna, at
vit ikki satsa so nógv upp á
tey stóru donsku rocknøvn-
ini, sum vit fyrr hava gjørt,
tá Anne Linnet, Sanne
Salomonsen og seinast Lis
Sørensen hava vitjað. Tað
kunnu vit ikki, tí nú vit ikki
hava
Norðurlandahúsið,
hava vit ikki nakað konsert-
høli, sum er nóg stórt til at
hýsa einum stórum rock-
navni. Men tað ger ikki so
nógv, tí at hava eitt so stórt
høvuðsnavn einum slíkum
festivali kastar ein skugga
yvir restina av festivalinum,
og tað kann vera nokkso
óheppið, heldur Brandur
Øssursson.
Jazzfestivalurin hevur tó
aftur hesaferð kortini eitt
klárt høvuðsnavn, nevniliga
Niels
Henning
Ørsted
Petersen, sum eisini vitjaði
festivalin fyri nøkrum árum
síðan.
Nú er tað passaligt
Jazzfestivalurin byrjar al-
ment í dag og endar leygar-
dagin, men í gjár vóru
nakrar konsertir á skránni,
og tað vera tað eisini
sunnudagin, so festivalurin
spennir seg tilsamans yvir
heilar seks dagar. Lista-
stevna Føroya, sum byrjar
um góðan mánað, spennir
seg yvir ikki færri enn tólv
dagar.
Men
Brandur
Øssurson stúrir ikki fyri at
tað gerst ov nógv fyri før-
oyskar
áhoyrarar
og
áskoðarar.
— Tað verður ikki ov
nógv. Tvørturímóti. Tað er
ikki fyrr enn nú at tað
byrjar at vera ein passandi
mongd
av
mentunartiltøkum. Føroyar
hava altíð havt ov lítið av
slíkum. Og hetta verður
ikki seinasta summarið at
mentunartiltøkini vera so
nógv í tali, tí vit fara at
halda fram við hesum
nýggja konseptinum fyri
Jazzfestivalin. Hevði Tórs-
havnar býur so eisini gjørt
eitt spælistað, sum kundi
brúkast til rútmiskan tón-
leik, so høvdu vit havt
bestu umstøður at hildið
fram í, sigur Brandur
Øssursson við einari lítið
fjaldari áheitan.
18. Jazz-, Fólka- og
Bluesfeastivalurin flytir í
kvøld inn í Norðurlanda-
húsið. Men í ár er hetta
einasta kvøldið, sum festi-
valurin hevur í Norður-
landahúsinum. Undanfarnu
árini hevur at kalla allur
festivalurin hildið til í
húsinum.
Tað er enn brúk fyri Jazzfestivalinum
Kuril á tí tráðleysa