mikudagur 4. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 125 - 4. juli 2001
Nr. 125 - 4. juli 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Nú komið er hægst á
summarið, verður
aftur farið upp á gólv
við luttøku úr øllum
landinum. Dansinátt-
in í Norðurlandahús-
inum verður komandi
leygarkvøld
DANSUR
Edvard Joensen
Minni enn tveir mánaðar
eftir væleydnaðu lands-
dansistevnuna, sum í ár var
í Havn, stevna Sláið Ring
og Norðurlandahúsið aftur
dansarum
til
stevnu.
Hesaferð er tað dansináttin
í
Norðurlandahúsinum,
sum er á skránni.
Dansináttin í Norður-
landahúsinum er afturvend-
andi tiltak, sum Norður-
landahúsið og landsfelagið
føroyskum dansi at frama,
Sláið Ring, í felag skipa
fyri.
Tað er soleiðis, sigur
Sláið Ring, at felagið útlis-
iterar dansináttina, so at
siga. Tað vil siga, at ymsu
dansifeløgini í landinum
standa sum vertir fyri hes-
um tiltakinum, sum tó altíð
er í Norðurlandahúsinum.
Í ár verður tað Sumbiar
Dansifelag, sum fer at
verða vertur. Tað merkir í
stuttum,
at
sumbingar
leggja fyri hetta kvøldið.
Men so verður annars, sum
vanligt er í føroyskum
dansi, at hvør byrjar, sum
fyrstur og sterkastur er. Iva-
leyst fer eisini her at verða
kapping um at sleppa fram-
at.
Tað eru 16 dansifeløg,
sum eru limir í landsfelagn-
um Sláið Ring. Og tað er
við tí fyri eyga at fáa hesi
feløg meira aktiverað, at
skipað verður soleiðis fyri,
at tey upp á skift standa
sum vertir fyri dansináttini
í Norðurlandahúsinum.
Dansináttin í Norður-
landahúsinum byrjar leyg-
arkvøldið komandi, tann 7.
juli, klokkan 22, og hildið
verður á til klokkan trý
sunnumorgunin. Kostnað-
urin verður kr. 50,- fyri
hvønn.
Reyði Krossur Føroya
fer at luttaka í tiltaki,
sum leygardagin
verður hildið í Vágs-
botni. Har verður
millum annað har-
monikutónleikur og
loppumarknaður
HUGNALØTA
Edvard Joensen
Leygardagin 7. juli skipa
handlar og feløg fyri serlig-
um hugnatiltaki í Vágbotni.
Millum onnur verður Reyði
Krossur Føroya við í tiltak-
inum.
Reyði Krossur Føroya
sigur í tíðindaskrivi, at á
hugnatiltakinum
verður
millum annað harmoniku-
spæl, tombola og loppu-
marknaður við bókum.
Reyði Krossur Føroya fer
at skipa fyri loppumarkn-
aðinum, og eru fólk, sum
hava gamlar bøkur liggj-
andi, sum tey vilja sleppa
av við, eru tey vælkomin at
lata Reyða Krossi tær. Tær
verða so seldar á loppu-
marknaðinum i Vágsbotni
leygardagin.
Til ber hjá fólki at støkka
inn á gólvið í hølunum hjá
Reyða Krossi í Vágsbotni
hóskvøldið frá klokkan
20.00, tá opið er.
Annars er Reyði Krossur
Føroya við í fleiri tiltøkum
í summar. Serliga eru tað
samarittarnir og fyrstu-
hjálpararnir, sum eru virkn-
ir, tá ymisk tiltøk eru.
Í skrivandi stund eru tveir
samarittar frá Reyða Krossi
Føroya saman við øðrum
samarittum úr Danmark við
á Roskilde Festivalinum,
har teir ganga vakt og veita
eina hjálpandi hond, um
okkurt er áfatt.
Eisini á ólavsøku fara
samarittarnir hjá Reyða
Krossi at ganga vakt. Tað
verður, meðan felagssang-
urin verður á Vaglinum
ólavsøkukvøld, at samaritt-
arnir fara at verða hjástadd-
ir. Tað verða teir eftir áheit-
an frá Tórshavnar Komm-
unu.
Í kvøld verður fundur,
har tosað fer at verða um
millum annað hesa vaktar-
skipanina,
sigur
Reyði
Krossur Føroya í tíðinda-
skrivi.
Nýggj fløga við vísum
til brúðardans er
komin á marknaðin.
Tað er plátuhandlilin
hjá Hansemann, sum
hevur givið út
FLØGUÚTGÁVA
Danska og føroyska Brúð-
arvísan eru nú at fáa á fløgu
saman við øðrum vísum,
sum brúktar verða – ella
hava verið – í brúðardansi.
Tað eru upptøkur við
Dansifelagnum í Havn,
sum gjørdar vórðu í 1993,
sum nú eru givnar út á
fløgu. Upptøkurnar eru
gjørdar í Hornahúsinum,
har Dansifelagið heldur til í
dag.
Talan er um tvífløgu, har
báðar Brúðarvísurnar eru á
saman við Kong Hans og
Fisken tager sin føde i
vand, sum vanligar hava
verið í brúðardansi í Føroy-
um.
Tað er Jónheðin Trónd-
heim, sum hevur digitalis-
erað upptøkurnar og gjørt
tær klárar til fløgubrenning.
Við fløgunum fylgja eis-
ini tekstirnir til Brúðarvís-
urnar, so nú skuldi ligið
væl fyri hjá fólki at lært seg
Brúðarvísurnar bæði á før-
oyskum og donskum, sigur
plátuhandilin hjá Hanse-
mann í tíðindaskrivi.
Á fløguhúsanum er eisini
mynd av skiparunum, eins
og teir greiða frá um teirra
viðurskifti í samband við
dans og kvøðing.
Treðum lættliga dansin
Leygardagur í Vágsbotni
Fløga við Eleazars brudefærd
Nú summarfrítíðin
er í hæddini, og
fólk fara út í heim
at ferðast, er
umráðandi at hava
tryggingarviðurski
ftini í lagi, sigur
tryggingarfelagið
Trygd í
tíðindaskrivi
FERÐATRYGGINGA
R
Edvard Joensen
Tr y g g i n g a r f e l a g i ð
Trygd
minnir
í
tíðindaskrivum
um
dagarnar fólk á, at
skilagott er at tryggja
seg, áðrenn farið verður
í útheimin at ferðast.
Um tú fert at ferðast í
einum
vanligum
ferðalagi, er skilagott at
hava
vanliga
ferðatrygging,
sum
gevur tær rætt til ymisk
ting, tú annars skalt
gjalda fyri, um eitthvørt
hendir á ferðini.
Verður tú til dømis
sjúkur og noyðist undir
læknahond, fyri ikki at
tala um sjúkrahús, kann
tað
gerast
ein
kostnaðarmikil søga, um
eingin ferðatrygging er
teknað, vísir Trygd á.
Sagt verður, at ferða-
tryggingin kann teknast
sum ískoyti til familju-
trygging ella sum ein-
staklingatrygging til ta
ávísu ferðina.
Eisini tey, sum fara at
ferðast við egnum bili,
eiga
at
hugsa
um
trygdina, áðrenn farið
verður. Neyðugt er við
bæði grønum og reyðum
kortum fleiri staðni úti í
heimi.
Í Danmark, Noreg og
Svøríki, eru kortini ikki
kravd, meðan tilmælt
verður at hava tey, um
farið verður til stóran
part av Europa annars,
og kravt verður, at tey
skulu vera við í ávísum
øðrum londum. Og so
eru uppaftur onnur lond,
har tey als einki virði
hava. Eru ógyldug.
Verður
farið
til
Íslands,
ES
og
Miðeuropa,
verður
tilrátt at hava grøna
kortið við. Eystureuropa
krevur tað, meðan tað er
ógyldugt
í
eitt
nú
Russlandi og Jugoslavia.
Men alt hetta fæst ná-
greiniligt at vita um, tá
ein vendir sær til trygg-
ingarstovurnar.
Tryggið ferðina
Eftir at hava misprýtt
grannalagið í nøkur
ár vórðu restirnar av
bygninginum, har
Kvøldlot helt til fyrr,
rivnar niður í gjár.
Rúnar Reistrup
Bygningurin, har Kvøldlot
fyrr helt til, hevur í áravís
staðið í hálvum gekki –
einu løtuna uttan tak og
næstu løtuna sum tveir
veggir. Men í gjár var
bygningurin so knappliga
vekk.
Ætlanin
hjá
Høgna
Danielsen, sum eigur byg-
ningin, hevur leingi verið at
gjørt bygningin, ella í
hvussu er staðið har byg-
ningurin stóð, til eitt mið-
punkt fyri býar- og náttar-
lívið í Havn aftur, eins og
tað var fyrr, tá Kvøldlot var
karmur um tað nógva av
náttarlívinum í Havn.
Men tað hevur gingið
strilti við at semjast við
grannar og Tórshavnar Bý-
ráð um hvussu og hvat.
Hóast nakað av bygning-
inum var nýstoypt, so bað
eigarin Tórshavnar Býráð
um loyvi at bróta allan byg-
ningin niður, og í gjár var
bygningurin so burtur.
Ætlanin er at byggja nýtt
hús á grundina, sum skal
hýsa einum náttklubba og
einari matstovu.
Kvøldlot er vekk
47 ára gamli Eyðun
Poulsen úr Havn
doyði ógvuliga brád-
liga sunnudagin.
Dagin fyri hevði hann
verið í súkklukapping
í Fuglafirði. Eyðun
Poulsen var við á tí
súkklulandsliðnum,
sum fekk besta úrs-
litið nakrantíð á
Oyggjaleikunum á
Gibraltar í 1995
DEYðSFALL
Stefan í Skorini
Tað hongur ein dapur dám-
ur yvir føroyskum súkkl-
arum. Teir hava verið fyri
svárum missi og eru skelk-
aðir. Felagi teirra, Eyðun
Poulsen, ið hevur verið ein
av grundstuðlunum í før-
oyskari súkkluítrótt, er
brádliga tikin frá teimum.
– Eyðun Poulsen hevur
verið ein hornasteinur og
ein ógvuliga trúgvur stuðul
í súkklufelagnum. Hann
var altíð ágrýtin og spardi
seg ikki, tá okkurt skuldi
gerast í felagnum, sigur
Gunnar Dahl-Olsen, for-
maður
í
Tórshavnar
Súkklufelag.
Eyðun Poulsen luttók í
súkklukappingini, sum var
á Varmakeldu í Fuglafirði,
og hann endaði á fimta
plássi. Hann gramdi seg um
fepur undan kappingini,
men fullførdi og hjálpti eis-
ini til at rudda av aftaná.
– Vit í súkklufelagnum
eru skelkað, og eg vænti, at
hetta fer at seta sín dám á
oyggjaleikirnar og súkklu-
kappingar, sum standa fyri
framman, heldur Gunnar
Dahl-Olsen.
Vann bronsu í 1995
Eyðun Poulsen hevur íðkað
súkkling í fleiri ár, og hann
var eisini við, tá súkklu-
landsliðið fekk sítt besta úr-
slit í oyggjaleikahøpi higar-
til.
Tað var í 1995, tá oyggja-
leikirnir vóru á Gibraltar.
Føroyska landsliðið fekk tá
bronsumerki í einkultstarti.
Við á tí landsliðnum vóru
Bogi Christiansen, Gunnar
Dahl-Olsen, Jóhann Brend,
Rógvi Johansen og Eyðun
Poulsen, sáli. Í hesum tíðar-
skeiðnum
var
Eyðun
Poulsen uppá sítt besta sum
súkklari.
Umframt
bronsumerki
hjá liðnum fekk Bogi
Christiansen
bronsu
í
býarkoyring, og Gunnar
Dahl-Olsen fekk silvur í
100 kilometrum. Lands-
liðið fekk sostatt trý heið-
ursmerki á teimum leik-
unum, og tað er besta úrs-
litið hjá føroyskum súkkl-
arum. Í hesi vikuni fer
súkklulandsliðið til Isle of
Man at kappast, og tey hava
óivað Eyðun í tonkunum.
Eyðun Poulsen arbeiddi
dagliga í Keypssamtøkuni í
Hoyvík, har hann hevði
goymsluna undir hond.
Eyðun Poulsen átti fýra
børn.
Kendur føroyskur súkklari deyður
Dagin eftir at Eyðun Poulsen
hevði luttikið í súkklukapp-
ing, doyði hann ógvuliga
brádliga
C
M
Y
K
5
4