mikudagur 4. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 125 - 4. juli 2001
Nr. 125 - 4. juli 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Rækjutrolarin fer til
fiskiskap fyrsta dagin.
Fyrst gongur leiðin í
Barentshavið, vág-
bingar vóna, at teir
eisini sleppa til
Flemmish Cap við
honum
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Nú er aftur ein nýggjur
trolari komin til Vágs.
Tað hendi fríggjadagin,
tá ið rækjutrolarin, sum
Jákup Olsen úr Vági og
Eyðun Johannesen av Tvør-
oyri, hava keypt úr Íslandi.
Talan er um íslendska
rækjutrolaran, Ice Cap,
sum nú er keyptur til Før-
oyar.
Hann
eitur
nú
Hvannaberg og er skrá-
settur í Vági.
Leygardagin fór báturin
tilk Havnar, har okkurt
smávegis skal gerast við
hann fyri at lúka krøvini frá
Skipasýninum og Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
Jákup Olsen sigur, at í
hesi vikuni fer báturin
suður aftur til Vágs at tak at
taka lemmar, proviant og at
bunkra og síðani fer hann
til fiskiskap.
Tað verður Eyðun Jo-
hannesen, sum skal føra
bátin og fyrst gongur leiðin
eystur í Barentshavið á
rækjuleiðirnar við Svald-
bard. 14 mans verða við
skipinum.
14 milliónir
Trolarin, sum nú er keyptur
til Vágs, er bygdur í Noregi
til Grønlands í 1978. Síðani
er hann seldur til Íslands,
haðani hann nú er komin til
Vágs.
Báturin kostaði 14 milli-
ónir at keypa, men Jákup
Olsen heldur, at teir hava
fingið ein góðan bát.
Tað er norski finans-
bankin, sum hevur fíggjað
hann.
Talan er ikki um ein av
teimum størstu rækjubát-
unum. Tað mesta, teir hava
havt í hesum bátinum, eru
270 tons.
Nú verður nógv ført fram
um, hvussu lágir rækju-
prísirnir eru. Var hetta rætta
tíðin at keypa rækjutrolara?
– Fiskaprísirnir hava altíð
gingið upp og niður, so tað
stúra vit ikki so illa fyri.
Teir fara væl uppeftir aftur
einaferð.
Hann sigur eisini at hóast
hetta ikki er av størstu
rækjutrolarunum, er hann
ikki so lítil kortini, at tað
skuldi verið nøkur forðing.
Hann vísur á, at talan er
um eina lutfalsliga lítla
íløgu.
– Fáa vit tað ikki at bera
til við einum skipi fyri 14
milliónir, so vænti eg, at
aðrir rækjutrolarar, sum
kosta yvir 100, fáa tað enn
truplari, sigur hann.
Hann sigur, at hann er so
mikið stórur, at teir kunnu
royna allastaðni við honum
og hann hevur eisini fiskað
á Flemmish Cap, har hann
var mest, tá ið íslendingar
høvdu hann.
Fyribils hevur báturin
bara fingið fiskidagar í
Barentshavinum, men Ják-
up Olsen vónar, at teir
eisini fáa fiskiloyvi á
Flemmish Cap.
Hann vísir á, at Ocean
Pride, sum eisini er keyptur
í flotan nýliga, hevur fingið
fiskiloyvi á Flemmish Cap
og hann væntar ikki, at
Landsstýrið fer at viðgera
suðuroyingar øðrvísi.
– Vit hava ikki ráð til
at lata vera við at
útvega okkum fleiri
rækjuskip, heldur
Jákup Olsen í Vági,
hóast fleiri siga, at tað
er ikki grundarlag
fyri fleiri
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
– Sjálvsagt skulu vit útvega
okkum fleiri rækjuskip.
Jákup Olsen í Vági, sum
sjálvur annar akkurát nú
hevur keyp rækjutyrolara
úr Íslandi, er ikki samdur
við teimum sum siga, at tað
er ikki rúmd fyri fleiri
rækjutrolarum úr Føroyum.
Eitt nú hevur Felagið
Rækjuskip staðiliga mælt
frá at geva loyvi til fleiri
rækjuskip í Føroyum.
Men hesum tekur Jákup
Olsen ikki undir við.
Hann sigur tvørtur ímóti,
at vit mugu útbyggja okk-
ara rækjuflota, tí vit hava
ikki ráð til annað.
Mist helvtina
Jákup Olsen vísir á, at fyri
nøkrum árum síðani høvdu
føroyingar 2.700 fiskidagar
við Svaldbard.
– Nú hava vit bara helvt-
ina eftir. Ein orsøk til, at vit
hava mist helvtina av fiski-
døgunum viå Svaldbard, er,
at vit hava ikki brúkt teir
dagarnar, vit hava havt. Og
tá ið vit ikki brúka dag-
arnar, er eisini ringt at
tvíhalda um, at vit skulu
hava teir og tað hava vit
heldur ikki klárað.
– Tað, sum vit hava mist,
hevði verið nóg mikið til
eini fimm rækjutrolarar at
liva av.
– Skulu vit varðveita
okkara fiskirættindi, er tað
neyðugt at vit brúka tey.
Men í løtuni er ongin
rækjutrolari við Svalbard, tí
teir eru allir samlir á
Flemmish Cap. Tí er tað ein
spurningur, um vit ikki fara
at missa meir við Svald-
bard, um vit ikki brúka
dagarnar. Og tað hevur
samfelagð ikki ráð til, sigur
Jákup Olsen.
Hann leggur afturat, at
rækjumenn eru ikki ósekir
í, at vit hava mist so nógv
rættindi, sum vit hava mist,
tí teir hava forðað lands-
stýrinum í at geva fleiri
rækjutrolarum fiskiloyvi og
sostatt í at fáa fleiri trolarar
í flotan.
Hann sigur, at sjálvandi
er ein orsøk til, at rækju-
trolararnir trunka seg sam-
an á Flemmish Cap.
– Har er meiri at fáa og
rækjurnar eru størri. Men
tað merkir ikki, at rækj-
urnar í Barentshavinum
ikki kunnu brúkast. Og tað
gevur okkum ikki rætt til at
lata tey fiskirættindi fara
fyri skeytið, sigur Jàkup
Olsen.
Fundur
um Teistan
útsettur
Flogfarið úr
Aberdeen í gjár
førdi við sær, at
tað bar ikki til at
hava fund um
sandoyarferjuna
sum ætlað
ÓSEMJA
Áki Bertholdsen
Tað eydnaðist ikki at
hava fundin, sum ætl-
anin var at hava um
nýggja sandoyarkipið,
Teistan í gjár.
Annars høvdu Fíggj-
armálastýrið og Skip-
ara-
og
Navigatør-
felagið avtalað at hava
fund á Sandi í gjár í
eini roynd at loysa
ósemjuna um Teistan.
Fundurin skuldi vera
seinnapartin,
men
hann mátti útsetast.
Síðani var ætlanin at
halda fundin í gjár-
kvøldið kl. 19. Men á
miðdegi í gjár var tað
eisini ivingarsamt. So-
statt verður fundurin
ikki, fyrrenn í dag.
Orsøkin er, at Ell-
intur Abrahamsen, for-
maður í Skipara-og
Navigatørfelagnum,
hevur verið í Skotlandi
á silvurbrúdleypsferð.
Hann
skuldi
koma
heimaftur í gjáramorg-
unin, men flogfarið
varð seinkað og sein-
astu
fráboðaninar
søgdu, at tað fleyg
beint eftir miðdag í
gjár.
Ellintur Abrahamsen
sigur, at á fundinum
mugu ymisk ivamál
ruddast av vegnum.
Eitt nú tvíheldur held-
ur Skipara- og Na-
vigatørfelagið um, at
Fíggjar málastýrið
hevur bjóða felagnum
at ólka Teistan í bólki
1, har bara Smyril er
frammanundan.
Men síðani er til-
boðið tikið aftur, og nú
skal Teistin ístaðin set-
ast í bólk tvey, har
Dúgvan og Ternan eru.
Tað hevði felagið góð-
tikið, men trupulleikin
hevur verið at finna l-
narkarmin fyri yvir-
menninar
Aftur ein trolari komin til Vágs
Hava ikki ráð til at lata vera
Nýggi rækjutrolarin í Vági, Hvannaberg, er nú í Havn, har seinastu góðkenningarnar frá Skipasýni og Heilsuføðiligu
Starvsstovuni verða fingnar til vega. Hann fer til fiskiskap fyrsta dagin
– Vit hava ikki ráð til at missa fleiri fiskirættindi eftir rækjum.
Tí mugu vit útvega okkum fleiri rækjuskip, sigur Jákup Olsen.
Sjálvur annar hevur hann nú keypt rækjutrolara úr íslandi
Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðar-
floksins, er boðin at
vera við á árskongr-
essini hjá Labour í
heyst og har hitta
Tony Blair, formann í
Labour og forsætis-
ráðharra Bretlands
VITJAN
John Johannessen
Frá 30. september til 4.
oktober í ár skal formaður
Javnaðarfloksis vera gestur
á árskongressini hjá stóra
stjórnarflokkinum í Bret-
landi, Labour.
Jóannes Eidesgaard fekk
nýliga bræv frá skrivstov-
uni hjá Labour, har tað
millum annað verður sagt,
at flokkurin kennir tað sum
eina æru at bjóða honum
við til árskongressina í ár.
Hittir Blair
Skráin fyri árskongressina
er ikki endaliga løgd enn,
men tó hevur Jóannes
Eidesgaard fingið at vita, at
kongressin
verður
sett
sunnudagin 30 september á
middegi og varir til hós-
kvøldið 4. oktober. Týsdag-
in seinnapart skal Tony
Blair halda røðu, sum verð-
ur uppfylgd av einum
spurnarorðaskifti, og miku-
kvøldið skulu gestir úr
brøðraflokkum eta saman
við Blair.
– Eg vænti, at eg antin
týsdagin ella mikukvøldið
sleppi at hitta Blair sjálvan,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloks-
ins sigur, at tað hevur verið
vanligt, at formenn fyri før-
oyska Javnaðarflokkin er
bodnir á landsfundir hjá
brøðraflokkunum í Dan-
mark og Íslandi. Men hetta
er fyrstu ferð, at hann nakar
frá Javnaðarflokkinum er
boðin at hitta formannin í
bretska Labour flokkinum.
Jóannes Eidesgaard er
einaferð áður boðin á fund
við Labour. Hesin var í
Glasgow fyrr í ár, men
hann hevði ikki møguleika
at fara til tann fundin. Men
í november ætlar hann sær
at møta upp, sigur hann.
Jørgen Niclassen,
landsstýrismaður,
sigur seg hava frálíkt
samskifti við danskar
myndugleikar um
ætlaðu yvirtøkuna av
Skipasýninum. Tí
skilir hann ikki
áhaldandi útmelding-
arnar um, hvussu
trupult tað er hjá
landsstýrinum at
samskifta við danir
YVIRTØKUR
John Johannessen
– Tað hevur ongantíð verið
ein trupulleiki at samskifta
við danir um yvirtøkur, so
eg skilji ikki, hví Høgni
Hoydal alla tíðina gremur
seg um, hvussu vánaligt
samskiftið er.
Hetta
sigur
Jørgen
Niclassen, landsstýrismað-
ur í fiskivinnumálum fyri
Fólkaflokkin, í sambandi
við arbeiðið at fáa yvirtikið
málsøki eftir sjálvstýris-
leistinum hjá landsstýrin-
um.
Í Dagblaðnum mána-
dagin sigur Jørgen Niclas-
sen, at hann als ikki skilir,
at Høgni Hoydal seinastu
tíðina hevur gramt seg óført
um, at hann ikki fær svar
frá dønum.
Gongst væl at
samráðast
– Í seinastuni havi eg í
hvørjari tíðindasending í
Útvarpinum
hoyrt
frá
Høgna Hoydal um, hvussu
illa tað gongst at samskifta
við danir. Og eg má siga, at
eg eri vorðin troyttur av
hesum. Tí í mínum sam-
skifti við danir, um at yvir-
taka Skipaeftirlitið, hava
eingir trupulleikar verið,
sigur Jørgen Niclassen við
Sosialin.
– Í sambandi við ætlaðu
yvirtøkuna av Skipaeftirlit-
inum hevur vanlig manna-
gongd verið, at vit møta
væl fyrireikaðir á fund, har
vit frá dønum fáa at vita, at
teir fegnir vilja hjálpa til.
Og eg skilji á mínum parta-
manni, Bjarna Djurholm, at
tað gongst á sama hátt hjá
honum,
sigur
Jørgen
Niclassen.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum heldur tí,
at landsstýrið heldur má
leggja seg eftur at fáa nak-
að at henda, enn at gremja
seg um vánaligt samskifti.
– Eg havi ta fatan, at mál-
ini verða best loyst uttan
konfliktir, staðfestir Jørgen
Niclassen, landsstýrismað-
ur.
Skulu sjálvsagt gjalda
Jørgen Niclassen sigur seg
hava fingið at vita frá
donskum myndugleikum,
at teir meta tað vera í fín-
asta lagi, at føroyingar yvir-
taka, men at hetta merkir, at
vit so eisini skulu gjalda.
– Eg havi fingið at vita
frá dønum, at teir fegnir
vilja vera við til at hjálpa
okkum
at
stápað
eitt
føroyskt Skipaeftirlit á
beinini, men at vit mugu
gjalda fyri hetta. Og tað
haldi eg vera í fínasta lagi.
Sjálvsagt mugu vit gjalda,
um vit skulu valda, sigur
Jørgen Niclassen.
Hetta sama heldur Jørgen
Niclassen vera sjálvsagt í
spurninginum
um
at
yvirtaka flogvøllin. Hann
sigur, at Fólkaflokkurin
sjálvsagt hevði verið fegin,
um
danir
útbygdu
flogvøllin,
áðrenn
føroyingar yvirtóku hann.
Men tá danir ikki vilja
útbyggja hann, mugu vit
velja, um vit vilja yvirtaka
vøllin og síðani útbyggja
hann, ella um vit skulu lata
vera at yvirtaka hann.
– Tað er jú púra sjálvsagt,
at tú mást gjalda fyri tað, tú
vilt hava ræði yvir, sigur
Jørgen
Niclassen,
sum
heldur, at landsstýrið nú
bara skal fara í gongd við at
arbeiða
miðvíst
við
yvirtøkuætlanunum.
Jørgen Niclassen, landsstýrismaður:
Samskiftið um yvirtøkur
er frálíkt
Á middegi mána-
dagin varð endaliga
gjørt av, at Edward
Fuglø skal fáa
norðurlendsku
barnabókavirðis-
lønina í ár
VIRÐISLØN
John Johannessen
Seint í heyst ella tíðliga í
vetur fær listarmaðurin
Edward Fuglø handaða
norðurlendsku
barna-
bókavirðislønina
frá
Norðurlendska Skúla-
bókavarðafelagnum.
Hetta er sama virðis-
løn, sum Ólavur Michel-
sen í 1991 fekk fyri bók-
ina »Rossini í Skora-
dali«.
Edward Fuglø fær
virðislønina fyri tekn-
ingar sínar í bókunum
»Vinmenn« og »Veingj-
aða myrkrið«.
Virðislønin,
sum
Edward Fuglø fær, er
ikki ein av teimum virð-
islønunum, sum gevur
nógvar pengar, men tó
plagar hon at geva
nógva umrøðu, sum list-
arfólk eisini hava brúk
fyri.
Danska felagsheitið
fyri cola er nú
vorðið føroyskt.
Føroya Bjór keypti
mánadagin rætt-
indini til at kalla
coladrykkin fyri
Jolly
MARKNAÐAR-
FØRING
John Johannessen
Føroya Bjór eigur nú øll
rættindi til Jolly-merkið.
Hetta hendi, tá Føroya
Bjór í dag endaliga fekk
í lag keypsavtalu við
A/S Dansk Coladrik um
Jolly-merkið.
Frá seinast í seksti
árunum til einaferð í
áttatiárunum var Jolly
felagsmerkið hjá øllum
donskum bryggjaríum.
Men brádliga fingu tey
størstu bryggjaríini sær
annað merkið. Hendan
gongd endaði so við, at
Albani
bryggjaríið
keypti Jolly merkið í
1997, og Føroya Bjór
slapp at nýta tað saman
við Albani.
Í november í fjør bleiv
Albani keypt av Brygge-
rigruppen, sum er eitt
samstarv millum Ceres,
Faxe og Thor. Og eftir
drúgvar samráðingar við
hetta samtak, er Føroya
Bjór sloppið at keypa
rættindini til Jolly-merk-
ið.
Føroya Bjór sigur í
tíðindaskrivi, at Jolly
hevur verið ógvuliga
væl umtókt, síðani tað
kom á føroyska markn-
aðin, og er í dag nógv
mest selda sodavatnið í
Føroyum.
Jørgen Niclassen sigur seg ikki skilja, hví Høgni Hoydal gremur seg so nógv um vánaligt samskifti
við danskar myndugleikar. Tí hann upplivir sjálvur beint tað øvugta, sigur hann
Eidesgaard skal hitta Blair
Edward Fuglø fær
virðisløn
Føroya Bjór hevur
keypt Jolly
C
M
Y
K
7
6