Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 125 - 4. juli 2001 Nr. 125 - 4. juli 2001 9 gult8 cyan8 magenta8 svart8 gult9 cyan9 magenta9 svart9 Eyðgunn Samuelsen, formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráð Seinastu vikurnar hava tey stórtíðindi verið í fjølmiðl- unum, at Almannastovan flytur út í kommununar við at seta á stovn økisskriv- stovur runt um landið. Hetta hevur ljóðað sum um, at nú verður umsitingin lagað til økismenning, og nú kemur umsitingin nærri borgaranum. Lat tað vera sligið fast beinanveg, onki er um hesi tíðindi, komið verður ikki nærri borgaran- um enn í dag!! Hetta hevur als onki við økismenning at gera og hevur onki sam- band við tær ætlannir, ið landstýrið hevur sagt seg at hava um at leggja økir út til kommununar at umsita – tvørturímóti. Tað sum í veruleikanum hendir, er at tey mál, ið ikki eru átroðkandi fyri borg- aran, skulu liggja hjá eini landsumsiting úti í økjunum. Fyri Klaksvíkina merkir hetta als onki, tí tey eru jú har longu nú, og kommunan hevur als onga ávirkan á hesi øki. Fyri alt tað, so kunnu tey altíð flyt- ast burtur aftur av ovastu leiðsluni, ið framvegis liggur í Tórshavn. Tey átroðkandi økini, barnaforsorgin og eldra- økið tey skulu miðsavnast í Tórshavn!! Hetta er greitt brot á kommunuálitið, og hetta kunnu kommununar als ikki góðtaka. Tað und- rar, at løgmaður, ið umsitir kommunumál kann góð- taka hetta. Kommunala sjálvstýri. Sambært okkara stýrisskip- an, so hava kommununar rætt at skipa egin viður- skifti undir eftirliti av landstýrinum. Løgtingið ger av, hvussu umfatandi hetta sjálvstýri skal vera. Kjarnan í tí kommunala sjálvstýrinum er, at komm- ununar sjálvar kunnu rað- festa tær kommunalu upp- gávurnar og skipa fyri, hvussu tær skulu loysast. Tað er sjálvsagt at komm- unan er betur før fyri enn landið, at nøkta ynski/tørv borgarans á staðnum. Og tað er eisini sjálvsagt, at kommunan fíggjar tær tænastur, ið hon umsitur. Hetta viðførir eisini, at borgarin dugir betur at skilja kostnaðin av tí kommunala virkseminum og betur kann seta krøv um, hvussu skattakrónurnar vera nýttar. Hetta er eisini í samljóð við okkara fólkaræði, tí fjarstøðan millum borgaran og tey fólk, ið hann velur, er lítil og tí fær borgarin nógv stórri ávirkan. Øki, ið kommunan eigur at umsita Meginreglan er eftir míni áskoðan, at kommunan eigur at umsita øll tey øki, ið viðvíkja gerandis- degnum hjá borgaranum. Kommununevndin hevur hesa raðfesting: Fíggjarskipanin Barnaøkið – barnaforsorgin og fólkaskúlin Eldraøkið v.m – ellis- og røktarheim, heimarøktin Almannaøkið – forsorg, eftirløn (møguliga) Heilsuøkið Henda raðfesting er gjørd í 1998. Nevndin leggur aftrat: »Viðvíkjandi barnaøkinum. Í løtuni er barnaøkið tað mest átroðkandi málið hjá kommununum. Nevndin mælir tí til, at hetta økið verður fyrst latið komm- ununum. Tað snýr seg bæði um barnaforsorgina og fólkaskúlan. Eitt annað mál sum eisini er átroðkandi hjá kommununum í løtuni er eldraøkið, og mælir Kommununevndin tí til, at hetta verður næsta uppgáv- an, latin verður kommun- unum.« (Kommunuálitið, Táttur II,s.119). Samband millum orð og gerðir Sum eg nevndi í byrjanini, so eru tað júst barnafor- sorgin og eldraøkið, ið nú skulu miðsavnast í Tórs- havn. So ilt er at síggja, hvat politikkurin hjá lands- stýrinum er. Verður barna- forsorgin miðsavnað í Tórs- havn, so verða vit einasta land í norðanlondum, har hetta økið ikki er kommu- nalt. At tænastan, ið borg- arin fær bæði verður dýrari, liggur longri vekk og alt annað líka eisini dýrari enn í dag, fara vit als ikki at góðtaka. Kommununar ynskja at yvirtaka hesi øki, so vit sjálvi kunnu ráða yvir egnum viðurskiftum og sjálvi kunnu standa til svars yvir fyri egnum borgarum. Tann stóri spurningurin er, hvat landsstýrið vil. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Nú valið nærkast, eru politikarar sum vanligt farnir at »jonglera« við tølum. Tað verður gjørt fyri at vísa ella prógva, hvør hevur framt tey størstu og bestu avrikini til frama fyri ein ella annan samfelagstátt. Eftir at formaður Javnaðarfloksins hevði sligið fast, at politikkur floksins var »Vælferð fram um full- veldi«, svaraði formaður Tjóðveldisfloksins aftur, at gongdin í hesum valskeiðnum er »minni blokkur – men meira til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan«. Við trúligum tølum vísti varaløgmaður á, at játtanin til hesi øki eru økt 9 prosent hetta val- skeiðið. »Stik den«! Hesi tøl vóru próvfast hjá vanliga lesaranum, til løg- tingsmaðurin Hans Pauli Strøm legði upp í og slerdi fast, at játtanin til hesi málsøki er lækkað eini 20 prosent í virði seinastu árini, og at formaður Tjóð- veldisfloksins hevur ikki tikið prísvøksturin – inflatiónina – við í síni talframløgu. Eftir tølunum hjá løgtingsmanninum í Norðurstreymoy hevur prísvøksturin verið 49 prosent, meðan játtanin til almenna- og heilsumál, útbúgving og mentan bara er hækkað 26 prosent. Skuldi játtanin hildið tørn, var hon ikki 1,7 milliard, men uppi á 2,5 milliardum. »Kom so aftur Høgni«! »Hvor om alting er«, so sigur tann kaldi veruleikin, at grundleggjandi tørvurin innan fleiri samfelags- tættir er »skríggjandi«. Skúlanum vantar pening fyri at halda nýggju lógina. Landssjúrkrahúsið noyðist at steingja deildir á jólum og um summarið. Menn- ingartarnað verður aftur í ár rikin út. Dagrøktin fær ikki so mikið av peningi, at hon kann vaska hjá teimum gomlu nú í summar! O.s.fr. O.s.fr. Men, sum Karsten Hansen segði við Útvarpið mána- dagin, tørvurin er ómettiligur. Rætt hevur hann í tí, og rætt er at vera varin í játtanum, men hvussu skilja eldri fólk, at tað verður ikki vaskað hjá teimum, samstundis sum Karsten telur milliónir og milliónir í avlopi á Argjum? Tað skilja bara tey, sum ganga í blindum, og trilva seg fram móti tí eina »saliga« málinum! »Skomm«, kallar Hans Pauli Strøm støðuna í seinri grein síni. Hon slær at enda fast, at samstundis sum 0 (null) milliónir eru játtaðar til fleiri ellis- og røktarheim hetta valskeiðið, hóast tørvurin er 300 milliónir til íløgur og 100 til árligan rakstur, er játtanin til Miðfyrisitingina (aðalstýrini) økt 30 milliónir ella 98 prosent. Tað hevur óivað verið neyðugt, men játtanin til tey eldru er nógv meiri neyðug. Tað er henda játtanin komandi fígggjár, sum m.a. skal vísa, hvussu samhaldsfastir Tjóð- veldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru, ella ikki eru! DAGSINS MEINING Sosialurin Null til fleiri ellisheim – 30 milliónir til fyrisiting VIÐMERKINGAR Rætting Av misgávum var navnið ikki komið und- ir lesarabrævið, "Ó- neyðugur skattalætti hjá reiðarum", sum Kári Petersen, búskap- arfrøðingur skrivaði á síðu 12 í Sosialinum leygardagin. Haldið okkum til góðar. Blaðstjórnin Hvør skal umsita borgaran? LIST Tíðindaskriv Í døgunum 2. – 7. juli hevur danska listakvinnan Inger- Lise Årup listaframsýning á Torginum í SMS. Inger-Lise, sum er út- búgvin á Kunstakademi- num í Århus, hevur luttikið á fleiri útvaldum framsýn- ingum seinasta ár. Sum listakvinna er hon ekspres- siv, sum skoðar ávirkanar- megina hjá málningalistini, sum eitt mál, sum ger tað gjørligt hjá henni bæði at bera fram fullu breiddina í egnum kenslum, og sam- stundis vísir hon áhuga fyri og tosar við síni med- menniskju. Hennara lista- verk taka ofta útgangsstøði í einum kensluligum møti við náttúruna. Inger-Lise hevur verið fleiri námsferðir í Føroy- um, og okkara vakra náttúra og ikki minst teir serligu grá/grønu litirnir hava givið henni íblástur at mála spennandi tekin og djarvar mótsetningar í bæði strikum, skapi og litum. – Tú merkir veruliga nakað av lívsins stóra leiki, tá tú stendur framman fyri listaverkini hjá Inger-Lise. Hon er at hitta á Torginum í SMS hesa vikuna frá kl. 10 til handlarnir lata aftur, sigur SMS í tíðindaskrivi. Listaframsýning á Torginum í SMS Óli Jacobsen Kári Petersen er rættuliga farin í herna móti skatta- skipanina hjá fiski- og sjómonnum. Tað hevur hann sjálvsagt fullan rætt til. Men tá hesi sjónarmið verða lýst í almennum fjøl- miðlum, má ein kunna krevja, at tey nýttu sjónar- miðini byggja á veruleikan. Í komandi FF-blað verð- ur lýst, hvussu sjónvarpið hevur manipulerað við málið um skattin hjá fiski- monnum. Men her skal bert viðgerast høvuðssjónar- miðið hjá Kára. Var skattalættin til reiðarar? Og hetta er, at skattalættin veruliga er ein stuðul til reiðarar. Grundgevingin, tá málið varð lagt fram, var samb. Kára, at »fiskimenn fingu meira í hýru aðra- staðni, og av tí at føroyskir reiðarar vóru so illa fyri og ikki høvdu ráð at geva fiskimonnum meira hýru, so var neyðugt at geva fiskimonnum ein skatta- lætta, so føroyskir reiðarar kundu sleppa bíligari...« Í hesi grein verða end- urprentaðar tær grundgev- ingar, sum veruliga vóru nýttar av landsstýrinum, tá málið varð lagt fram á ting í desember 1997. Og tað er heilt lætt at síggja, at tað finst ikki minsta grund- arlag fyri umrødda pá- standi. Høvuðsgrundgev- ingin hjá landsstýrinum var tann ójavni, sum var í skattingini av fiskimonnum í Føroyum og øðrum lond- um á okkara leiðum. Og tað var at beina burtur henda ójavnan sum var grund- gevingin fyri uppskotinum. Og mett var, at hetta fór at føra við sær, at fiskimenn, sum sigla uttanlands, fóru at støðast í Føroyum, og hetta fór at minka um tapið av skipanini. Einki grundarlag. Í aðrar mátar er heldur einki grundarlag fyri hes- um pástandi. Í teirri propa- ganda sum var førd móti skattauppskotinum í 1997 varð eisini eisini ført fram, at í fyrsta umfari kom hetta fiskimonnum til góðar, men manningarfeløgini mundu fara at lora henda ágóðan yvir til reiðararnar við næstu samráðingar. Hertil er fyrst at siga, at føroyskir reiðarar rinda ikki minni part í hýru enn reiðarí í Noregi og Íslandi, sum vit jú lættast kunnu sammeta okkum við. Og annars hava gitingarnar um, at feløgini fóru at »forera« skattalættin til reiðararnar víst seg at vera uttan nakað sum helst grundarlag. Hesin pástandur hjá Kára er tískil fullkomiliga í- spunnin. So eg fara ikki sum Kári at nýta pláss og orku at viðgera ommurnar og abbarnar hjá fiski- monnum! Almennur stuðul til A P Møller ikki tikin uppá tungu. Tað er ikki so løgið, um fiskimenn ikki skilja, hví teir skulu hangast út á hendan hátt sum nassarar á samfelagnum. Serliga tá hugsað verður um, at annar sera beinleiðis stuðul til reiðarar als ikki verður tikin uppá tungu, sum t.d. tann stuðul sum føroyski skattaborgarin letur til ríkasta mann í danska ríkinum Mærsk McKinney Møller. Tað er alment kent, at tað eru fleiri hundrað før- oyingar, búsitandi í Før- oyum, sum als ikki rinda skatt í Føroyunm yvirhøv- ur. Orsøkin fyri hesum skattafrælsi er, at Møller skal sleppa so mikið bíligari í hýrum. So her er í hvussu er beinleiðis stuðul til enntá danskan reiðara so tað forslær. Tað verður sanniliga latin annar stuðul í Føroyum, men tað er bert fiskimenn sum skulu standa fyri skotum á einum sera ivasomum grundar- lagi. Men at tað verður gjørt við grundgevingum, sum eru so tunnar sum umrøtt her, kann so bert sannføra fiskimenn og aðrar um, at tað skortar við sakligum grundgevingum. Tað er í hvussu tað positiva í hesum máli at fáa hetta staðfest. VIÐMERKINGAR Stungin í bakið Viðmerkingar til Eyðbjørn Jacobsen Harry Benjaminsen Toftir 03.07.01 Sum stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag fer undirrit- aði at gera nakrar viðmerk- ingar til Eyðbjørn Jacob- sen, nevndarlim í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eitt tað fyrsta, ið rann mær í huga tá eg las hesa grein í F. F. blaðnum var, at slíkt orðaskvaldur, sum kemur frá hansara skriving, eigur ein ikki at taka í álvara, men meira ein lesur grein- ina, jú ósakligari gerst hon og er í nógvum førum bein- leiðis ósonn. Vígdis Johannesen vil greinskrivarin ikki viðgera, tí hon skal hanga í skjúrtu- faldi Ingeborgs. Slík háðan kann ikki fara ósvarað aftur við borðinum. Vígdis Jo- hannesen er møguliga ikki ein kvinna av nógvum orð- um, men tað hon sigur er væl gjøgnumhugsað og skil í. At hon skal hanga uppií Ingeborg er heldur ikki so løgið, tá tær umboða tvey feløg, sum samráðast sam- an, onnur skal jú vera front- figurur. At skíra limirnar hjá HAK at verða misnýttar av Ingeborg til at føra herferð móti HA, er tað reina tvætl. Nevndin í HAK er sam- ansett av 5 kvinnum, sum eru valdar í nevndina til at røkja áhugamálini hjá lim- um sínum og kann eg vátta, at tær kunnu og duga at siga sína meining, sum eisini verður tikin í álvara og lurtað eftir. Kundi hent, at hesar vóru dugnaligari enn fleiri av nevndarlimunum í HA. Formanninum í FA kann eg bera alt gott sum leiðara, sum stjórnarlimir eru vit á nógvum fundum saman og sigast kann, at allar av- gerðir, sum koma frá FA, ikki koma frá Ingeborg, men frá stjórnini. Greinskrivarin átti at vit- að, at vanlig mannagongd er at tað er formaðurin, sum úttalar seg vegna felagið. Hetta er møguliga ikki so hjá HA? Men bara formað- urin persónliga, sum kemur til orðanna. Um formanssessin í FA kann upplýsast, at hon á seinasta aðalfundi varð einmælt vald til at sita í tvey ár, so hetta má vera dygg álitisváttan – eisini frá S&K, sum greinskrivarin ávarar um at »varnast vandan«? Samráðingar: HA fór til samráðingar í ár fyri at fáa tann »tápuliga mun«, sum var íkomin seinast, burtur fyri at fáa tað sama í løn sum FA og HAK kundu samráða seg til, um hesin gjørdist betri enn tann hjá HA. Hetta er tann beiski veruleiki. Samráðingarupplegg tykkara er ikki eingang skrivað niður á pappír, er fortalt av álítandi keldur, so at skíra FA og HAK at skriva av tykkara krøv er tann reini heilaspuni frá tær. Nei, góði, so lágt ríða FA og HAK ikki. Tað vórðu brúktir nóvir fundir til at skriva og viðgera tey krøv, vit komu við, sum vóru fleiri síður av reguleringum og ymiskum í sáttmálanum, vit vildu betra um. Tá greinskrivarin skuld- setir FA og HAK at leggja seg aftanfyri HA fyri at fáa syndabukkar, má ein bara smílast. Eg loyvi mær at hugsa um greinskrivarin yvirhøvur var við til sam- ráðingarnar, tá hann er so lítið vitandi um tað, ið fór fram. Veruleikin er tann, at sáttmálin hjá HA bleiv longdur 2 samdøgur út um tíðarskeiðið tá sáttmálin hjá FA og HAK gekk út, men 8 tímar og 2 samdøgur áðrenn sáttmálin hjá HA gekk út blivu teir bleytir í knøunum og skrivaðu undir sama semingsuppskot, sum vit vrakaðu, tí eingin ald- ursviðbót var við, sum vit høvduagt stóra orku í og vildu hava við í ein kom- andi sáttmála. Um kílaseting kann bert sigast, at FAG sjálvandi veit hvar garðurin er lægstur. Tað er so ikki hjá FA og HAK, har samarbeiðið hev- ur verið sera gott og vón- andi kemur at halda fram arbeiðaranum at gagni. Um skattalætta til reiðarar Lesarin eigur at sammeta tær veruligu grungevingarnar, sum vórðu nýttar av landsstýrinum við tær grundgevingar, sum vera lagdar landsstýrinum í munnin í av Kára. Her finst einki samsvar! Í veruleikanum er ikki neyðugt við fleiri viðmerkingum. C M Y K 9 8