mikudagur 4. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 125 - 4. juli 2001
Nr. 125 - 4. juli 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Vagnur Michelsen
(Av tí at onkur prentvilla
var í greinini í blaðnum
í gjár, prenta vit grein-
ina umaftur)
Í seinastuni hava nógv
hundrað ungfólk verið
til próvtøku, og fleiri
teirra síggjast í gøtunum
við studenta-, HF- ella
HH-húgvum. Tey hava
staðið eina roynd og
fingið prógv.
Leygardagin
var
kappróður á Fuglafirði.
Og høvdu persónarnir,
sum stóðu fyri startinum
verið til roynd í at leggja
út startirnar og starta
kappróðrarbátar,
so
høvdu viðkomandi ikki
fingið »húgvuna« henda
dagin. Tí avrikið í
Fuglafirði leygardagin
var út av lagi vánaligt,
ella rættari sagt pínligt.
03 í karakteri fyri at
leggja út fasta startin er
hóskiligt.
Tað gongur ikki at
geva streyminum skyld-
ina, tí rák hevur allar
tíðir verið millum oyggj-
arnar.
Kappróðurin
skuldi
byrja
klokkan
trý.
Klokkan hálvum fimm
vóru tríggir av róðrun-
um avgreiddir. Men so
hendi tað, sum fyri alt í
verðini ikki má henda.
Roynt varð í hálvan
annan tíma at flyta fasta
startin frá 1000 metrum
út á 1500 metrar. Hetta
miseydnaðist og førdi
til, at tað tók næstan fýra
tímar at avgreiða kapp-
róðurin á varmakeldu.
Á jóansøku tók tað
tveir tímar at avgreiða
róðrarnar.
Avrikið í Fuglafirði
leygardagin er serliga
ein háðan ímóti okkara
róðrarfólki. Síggi fyri
mær
manningina
á
einum 10 mannafari
koma rennandi oman til
bátadráttin. Teir høvdu
hitað upp og vóru klárir
at fara í bátin. Genturnar
høvdu júst róð, og nú var
tíð hjá monnunum at
fara í bátarnar og fyri-
reika seg til róðurin.
Menninir í 10 manna-
førunum sótu í vátveðri
og bíðaðu í tveir tímar í
bátunum áðrenn teir
sluppu at rógva. Tveir
tímar eru meira enn ein
heilur
fótbóltsdystur,
minnist til tað.
Manningarnar
á
seksmannaførunum við
monnum bíðaðu í hálv-
an annan tíma úti á mál-
inum.
Hetta er langt uttan
fyri øll menniksja- og
ítróttarlig mørk, sum
kunnu bjóðast okkara
rógvarum, sum venja
fýra-fimm ferðir um
vikuna og ganga við lív
og sál upp í ítrottin.
Minsta krav til hvønn
FM kappróður má vera:
1. At nýttir verða tveir
fastir startir á hvørjari
FM stevnu. Ein fastur
startur skal liggja á 1000
metrum og ein startur á
1500 metrum, áðrenn
bátarnir koma á róðrar-
økið.
Tá ið róðrarnir á 1000
metrum eru avgreiddir,
er longu klárt at fara út á
1500 metrar. Ímeðan róð
verður 1500 metrar,
verður 1000 metrastart-
urin fluttur út á 2000
metramálið. So einfalt
er tað. Í Fuglafirði var
bara tann eini fasti
starturin.
2. At Róðrarsamband-
ið hevur eina fasta
manning, sum leggur út
allar fastu startirnar á
FM stevnunum. Hvussu
í víðu verð skulu menn
fáa royndir at leggja út
startir, tá ið hetta í
summum førum bert
verður roynt annað ella
triðja hvørt ár?
3.
At
Róðrarsam-
bandið ásetur, hvussu
langa tíð ein róður í
mesta lagi kann vara,
áðrenn ítróttarliga virðið
er burtur. At sita vátur í
einum báti og bíða í
tveir tímar kann ikki
góðtakast.
4. At hugsað verður
um
áskoðaran,
sum
hevur goldið 50 krónur
at síggja kappróðurin.
Nógvir áskoðarar fóru
til húsa aftur leygar-
dagin, og hvat er kapp-
róður uttan áskoðarar?
Reytt kort til
varmakelduróðurin
VIÐMERKINGAR
Jógvan á Lakjuni
Formaðurin
í
Vinnu-
nevndini hjá løgtinginum,
Heini O. Heinesen, hevur í
seinastuni fleiri ferðir í
bløðunum og nú fríggja-
kvøldið í útvarpinum við-
gjørt uppskotið um post-
virksemi, sum ikki kom
aftur úr Vinnunevndini,
áðrenn tingið fór til hús. Av
tí at Heini fer sera lætt um
sannleikan og bara hevur
hug at geva fólkafloksum-
boðunum í Vinnunevndini
– og kanska serliga mær –
skuldina fyri, at málið ikki
kom aftur í tingið, kenni eg
meg noyddan til at gera
hesar fáu viðmerkingar.
Vinnunevndin fekk málið
eftir 1. viðgerð í tinginum
1. feb. Tingið hevði sín
síðsta fund 4. mai, og tað
vil siga tað sama sum, at
málið lá í nevndini í sam-
fullar 3 mánaðir. Á fundum
í nevndini 15. og 22. feb.
vóru innkallingar í sam-
band við málið, har m.a.
Postfelagið og Bjarni Djur-
holm,
landsstýrismaður,
vóru og greiddu frá sínum
sjónarmiðum. Eftir tað
bleiv málið stórt sæð ikki
viðgjørt. Hetta kann ein og
hvør síggja við at hyggja í
gerðabøkurnar hjá Vinnu-
nevndini, sum eisini liggja
á internetinum. Tað stóð á
skránni til fleiri fundir, men
er ikki viðgjørt, bara leys-
liga umrøtt eina ella tvær
ferðir. Hví málið ikki bleiv
viðgjørt, skal eg ikki fara at
útgreina her, men tað var
heilt týðiligt, at formaðurin
ongan hug hevði at viðgera
tað.
Ikki fyrrenn í tí vikuni,
sum tingsetan skuldi enda,
kom málið aftur á borðið,
men nú var eingin tíð at
viðgera tað. Eisini vóru
fleiri spurningar, sum ikki
vóru nóg væl greiddir. M.a.
var komið fram, at fór
málið ígjøgnum, sum tað
var orðað, so fór tað at hava
við sær, at posthús fóru at
verða niðurløgd nógva-
staðni, eisini á stórum
plássum
sum
Toftum,
Leirvík og Fuglafirði. Um
nakað var í hesum, fingu
vit ongantíð uppklárað,
men sjálvandi kundi eg
undir ongum umstøðum
góðtaka hetta, og tí vildi eg
– og tað vóru fleiri við mær
– hava eina orðing inni í
lógina, sum tryggjaði, at
hetta ikki hendi. Tað vísti
seg, at tíðin bleiv ov stutt til
at gera eina skilagóða
orðing, og menn vóru eisini
ivasamir um onnur ting í
sambandi við lógina. M. a.
tí fór málið ikki aftur í ting-
ið!
Eg haldi, at Heini O.
Heinesen skal lata vera við
at geva øðrum enn sær
sjálvum skuldina fyri, at
málið ikki kom aftur í
tingið. Heini er formaður í
vinnunevndini, og tað er
hann, sum avger, hvørji mál
verða sett á skránna og nær.
Hann kundi hesar 3 mán-
aðirnar, málið lá í Vinnu-
nevndini, havt prioterað tað
hægri og viðgjørt tað gjøll-
ari. So høvdu vit allarhelst
havt funnið eina loysn.
Heini og postmálið
Sjúrður Skaale
Sosialurin endurgevur týs-
dagin eina røðu hjá Jó-
annesi
Eidesgaard,
har
hesin manar fram ta mynd,
at javnaðarfólk verða for-
fylgd og jagstrað. Og so
sigur hann, at “Seinasta
dømi er, at tjóðveldis-
propagandain Fregnir sigur,
at Javnaðarflokkurin vil
lata dønum oljupengarnar.
Hetta er lygn og er ongantíð
sagt”.
Undirritaði tosaði miku-
dagin 13. juni við Jóannes
Eidesgaard um, hvussu
Javnaðarflokkurin í verki
vil fremja sínar ætlanir um,
at føroyingar, um vit fáa ráð
til tað, skulu rinda danska
statinum fyri ávís felags-
mál.
Tað er púra rætt, at Jó-
annes undir samrøðuni ikki
segði, at Javnaðarflokkurin
“vil lata dønum oljupeng-
arnar”. Hevði eg havt
skrivað hetta, hevði tað,
júst sum Jóannes sigur,
verið lygn.
Men tað var ikki tað, sum
stóð í Fregnum. Greinin var
ein púra røtt og saklig
endurgeving av eini sam-
røðu, har Jóannes Eides-
gaard segði, at verður nógv
olja funnin við Føroyar, er
Javnaðarflokkurin sinnaður
at nýta ein part av inn-
tøkunum til at rinda fyri
ymiskar tænastur, sum vit
fáa frá danska statinum.
Í umrøddu røðu rættar
Jóannes Eidesgaard Fregnir
við hesum orðum:
“Oljuavtalan frá 1992
sigur, at fáa vit inntøkur frá
einari oljuvinnu, so skal
hetta føra til eina samráð-
ing um lækking av ríkis-
stuðulinum. Og er tað ikki
sjálvsagt. Tað, sum Javn-
aðarflokkurin harumframt
hevur sagt, er, at tað er
einki í vegin fyri, at hava
vit ráð, so skulu vit gjalda
fyri tær tænastur, sum danir
gera fyri okkum í Danmark
sum t.d. uttanríkispolitikk,
verjupolitikk, útbúgvingar
o.l.”
Tað var júst hetta, sum
stóð í áðurnevndu grein í
Fregnum.
Støðan er altso tann, at
Jóannes Eidesgaard kastar
mær fyri at hava skrivað
nakað, sum eg ikki havi
skrivað, fyri síðani at skíra
meg lygnara fyri at hava
skrivað tað.
Tá hann so skal rætta
meg vísir hann til júst tað,
sum eg havi skrivað.
So kunnu fólk sjálv meta
um, hvør tað er, sum nýtir
lygn og propaganda.
Boomerangurin hjá Jóannesi
Eg og mong við mær kenna okkum á rillandi grund, nú
tú leggur frá tær.
Mær kemur í hug eina gamla søgu um eitt ljós ið
skein bjart fyri øllum, uttan sær sjálvum, tí tað stóð í
stakanum.
Veitst tú av, at meginmálið við lívinum er ikki
einaferð at blíva eitt stórt og gott menniskja, men at
vera tað. Hetta skoðsmál skalt tú hava frá mær og
mongum øðrum.
Tú hevur verið hin signandi hondin í tí bláa húsinum
í mong ár og eg unni tær hjartaliga at tú fær eitt sindur
meiri ró í framtíðini, men kenni eg teg rætt, so er hjarta
títt eins brennandi, hvat tú so enn kemur at takast við,
aftaná hetta starv sum tú nú leggur frá tær.
Í Lynggøtu arbeiddi tú í sonnum kristnum anda, sum
mong hava kent fløgan av. Sjálvur Kristus segði
ongantíð »Eg skel einaferð blíva« nei Hann var og er,
til alla tíð hin sami, og sum skrivað er »Sama sinnalag
veri í tykkum«.
Aldri havi kent fordøming har tú var, ei heldur
vanvirðing.
Aldri havi eg hoyrt teg nevnt orðið tapara, men hvat
skal ein vinnari gera, um ongin tapari er?
Men her er talan um mannalív og lagnir sum fá
kunnu ímynda sær.
Hetta var títt lív í Lynggøtu og hetta verður helst
eisini títt lív í framtíðini.
Takk er eitt so lítið orð, men tó so stórt, at tað aldri
kann verða sagt í fullari rúmd.
Takk Sólborg og Jesus fylgi tær, sum altíð var tín
heilsan.
Takk.
Róland
Kvøða til Sólborg Dulavík
OLJUVINNA
Felagið
Transocean,
sum eigur boripallin
Sovereign
Explorer,
sum Statoil og Amerada
Hess hava leigað til at
bora eftir olju í summar,
kemur til Føroya at vitja
í morgin, hósdagin.
Transocean fær allar-
helst ein týðandi leiklut
á oljuleikpallinum, verður
olja funnin við Føroyar.
Í sambandi við vitjan-
ina fer Asbjørn Olsen,
marknaðarstjóri
hjá
Transocean, at hava
framløgu um felagið,
abeiðið hjá felagnum í
Føroyum í dag og um
arbeiðið í framtíðini,
um olja verður funnin.
Framløgan, sum verður
í Glyvra skúla, verður
fyri virkjum og mynd-
ugleikum, sum hava við
oljuvinnu at gera.
MENTAN
Eirikur Lindenskov
Í ár verða tvey føroysk
mentunarkvøld í Norð-
urlandahúsinum.
Tað
fyrsta verður fríggja-
kvøldið komandi kl
hálvgum átta.
Á
skránni
hetta
kvøldið verður tónleik-
ur við Kára Sverrisson
og fleiri. Havnarkórið
fer at syngja, og Dansi-
felagið í Havn skipar
fyri føroyskum dansi.
Eisini fara Vár Ja-
cobsen og Páll Daniel-
sen at framføra eitt
sjónleikarabrot og yrk-
ingar.
Framførslan verður á
norðurlendskum.
Føroya Postfelag
heitir nú á Bjarna
Djurholm, lands-
stýrismann í vinnu-
málum at steðga
uppsøgnunum í
Postverkinum
UPPSAGNIR
Eirikur Lindenskov
– Fráboðaðu uppsøgnirnar
hjá postverkstjóranum eru
við til at niðurbróta stovnin,
Postverk Føroya.
Hetta sigur Postfelag
Føroya í brævi, sum felagið
hevur
sent
landsstýris-
manninum í Vinnumálum,
sum varðar av postverk-
inum.
Nevndin
og
limir
í
Føroya Postfelag heita í
brævinum á landsstýris-
mannin um skjótast at
steðga uppsagnunum, sum
postverksstjórin
hevur
fráboðað.
Felagið heldur, at tað er
lítið heiðurligt av landsins
myndugleikum
at
fara
soleiðis við starvsfólkum,
sum hvønn dag royna at
gera sítt besta.
– Vit kunnu ikki góðtaka,
at limir okkara eru gíslar í
einum politiskum spæli,
sum er við at avmakta
stovnin.
Tað hevði verið meira
sømuligt av myndugleikun-
um at komið greitt fram og
sagt, hvør meiningin er við
postverkinum. Er ætlanin at
taka av Postverkið? spyr
felagið, sum heldur, at tað
sær soleiðis út.
– So er at fáa hetta gjørt
yvir eitt avtalað áramál,
heldur felagið.
Hinvegin vísir felagið á,
at um ætlanin er at varð-
veita
Postverkið
sum
tænastustovn, so hevur
Postfelagið fleiri ferðir víst
á loysnir, sum tillaga
starvsfólkatørvin í samsvar
við nútímansgerð av stovn-
inum.
– Vit standa við okkara
avtalur og eru framhaldandi
sinnað at koma við loysn-
um, sum kunnu skapa eitt
Postverk,
sum
gagnar
øllum landsins borgarum,
sigur nevndin í Postfelag
Føroya í brævðinum til
Bjarna
Djurholm,
sum
eisini er sent Anfinn Kalls-
berg, løgmanni, Karsten
Hansen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, Heina O.
Heinesen,
formanni
í
vinnunevndini og øllum
floksformonnunum.
Í nevndini í Postfelag
Føroya sita Sunleiv Høj-
gaard,
formður,
Agnar
Bech,
næstformaður,
Hendrik Thomsen, kassa-
meistari, Jákup Páll Mohr
Mortensen og Elin Dan-
ielsen.
Forlagið Lindin
hevur givið út bók
við 17 sangum,
lagdir til rættis til
skúlabrúk
TÓNLEIKUR
Ættirnar er eitt úrval av
føroyskum, kendum og
minni kendum, og týdd-
um sangum. Av teimum
17 sangunum eru 13
uppruna føroyskir sang-
ir, harav nakrir ikki
hava staðið á prenti fyrr,
meðan teir fýra eru
týddir
úr
donskum.
Summar av sangunum
kenna vit frá bondum
og fløgum.
Bókin er ætlað børn-
um í skúlaaldri, men
fleiri
av
sangunum
kunnu yngri børn og
vaksin saktans eisini
hava gleði av at sygnja.
Innihaldið spennir frá
torvatrøllum til starar,
fra sansum til at vera
lítil ella stórur og frá
kavaroki til hvalaveiðu í
kolandi stormi.
Stílurin umfatar rokk,
swing, kalypso umframt
vanlig løg.
Til hvønn sangin er
ein
útseting
fyri
skúlaljóðføri,. ætlað til
samanspæl í tónleika-
undirísingini. Ljóðfør-
ini, hugsað verður um,
eru fyrst og fremst
rimaspøl: xylofon, me-
tallofon, klokkuspæl,
men sjálvandi ber til at
nýta ljómborð og el-
bass eisini. Útskrivað
klaverstemma
er
til
hvønn sangin, so lærari
ella næmingur kann
spæla
undir.
Eisini
verður blokkfloytan tik-
in í nýtslu í summum
sangum. Aftast í bókini
eru uppskot til fylgi-
spæl á rytmuljóðførum.
Lagt til rættis Ætt-
irnar hevur Kári Bæk.
Permumynd og mynd-
irnar annars í bókini
hevur
Heiðrikur
á
Heygum gjørt.
Kunna um oljuvinnu
Tvey føroysk
mentanarkvøld
Ættirnar: 17 sangir til
samanspæl
Kári Bæk hevur lagt til
rættis løgini til saman-
spæl. Bókin er ætla tón-
leikaundirvísingini í
fólkaskúlanum
Vil hava landsstýrismann
at steðga uppsøgnum
Postfelagið við hava landsstýrismannin at steðga fráboðaðu uppsøgnunum á Postverkinum.
Limirnir í Postfelagnum kenna seg sum gíslar í einum politiskum spæli, og vilja greitt hava at
vita, hvør ætlanin er við Postverkinum
Kári á Rógvi
Vegna stýrið í Føroya
Óðalsfelag:
Føroya
Óðalsfelag
fer
mikukvøldið 4. juli at halda
fund á Svangaskarði á Toft-
um.
Føroya Óðalsfelag heldur
fundir um alt landið til tess
at fáa greiðu á, hvat óðals-
menn,
traðarmenn
og
smærri festarar halda um
landbúnaðarálitið.
Í landbúnaðarálitinum er
uppskot um lóg um bún-
aðarjørð. Tað uppskotið
hevði ført við sær ognar-
tøkur og eina øgiliga al-
menna umsiting av ognar-
jørðini, var tað samtykt.
Serliga fellir tað óðals-
monnum fyri bróstið, at
reglur um arvarætt, aldur,
framleiðslu og áseyða-
skipan
verða
smíðaðar
uttan at fyrilit fyri eini so
aldargamlari mentan sum
óðalsmentanini.
Á Toftum fer óðals-
felagið eisini at viðgera
støðuna
hjá
teimum
smærru festarunum og hjá
traðarmonnum.
Serliga
í
markatals-
bygdunum
Nesi
og
Oyndarfyrði eru rættiliga
nógv smá festi, ofta eina
mørk ella minni. Festarin
situr við landsjørð, men
rekur vanliga brúkið á júst
sama hátt sum óðalsmenn.
Jørðin er eitt ískoyti hjá
húsarhaldinum,
og
ein
mentunarberandi partur av
lívi teirri. Hesi smáu festi
hvørva so við og við eftir
galdandi lóg um landsjørð.
Landbúnaðarálitið
tekur
heldur ikki fyrilit fyri
teimum smáu festunum og
teirra týdningi fyri trivn-
aðin á bygd.
Nógvar leiðutraðir eru
um alt landið. Hesar eru
oftast tiknar av kongs-
jørðini. Tá so er, fella tær
aftur til festið, tá traðar-
fólkini doyggja. Men, ofta
hava bør teirra tá røkt
trøðna í fleiri ár. Fyri nógv
húsarhald kennist tað sum
dyggur smeitur, at traðirnar
verða tiknar frá teimum á
henda hátt.
Óðalsfelagið heldur, at
betri var, um smærru fest-
arar og traðarfólk sluppu at
keypa jørðina, heldur enn
at myndugleikarnir taka
hana frá teimum. Ein
hálvmørk kann vera eitt
vælsignilsi, tvær merkur
ein kleppur um beinini. Í
øllum førum er týðandi, at
hava eina so liðiliga skipan
sum gjørligt.
Fundurin
á
Toftum
verður á Svangaskarði kl.
19:00 mikudagin 4. juli
2001.
Fundur um Landbúnaðarálitið
C
M
Y
K
11
10