Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 86 - 7. mai 2008 Fleiri bygdir og býir hava í hesum døgum sett sjóneykuna á umhvørvið. Og fleiri teirra luttaka eisini í kappingini at ger­ ast tað best røkta staðið í átakinum hjá Umhvørvisstov­ uni. Ein teirra er Sandavágs kommuna Umhvørvi Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandavágur: Millum tær vøkru og best røktu bygd­ irnar í landinum telist Sandavágur. At onnur eisini hava fingið eyguni upp fyri hesum sama, hevur bygdar­ fólkið fingið prógv um tvær ferðir tey seinastu 11 árini, tá Sandavágur er kosin best røkta bygdin í landinum. Hetta veit bygdarfólkið sjálvandi og hetta eru tey sum vera man errin av. Men hetta er kortini ikki nakað, sum tey í framtíðini bara ætla at sóla sær í. Tey ynskja framvegis at bygdin skal liva upp til tann vunna heiðurin, og eru sandavágsfólk tí sjálvandi við aftur hesaferð, nú tann best røkta bygdin í 2008 skal finnast. Við Umhvørvisátakinum 2008 í huga hevur bygda­ ráðið samtykt at skipa fyri einum ruddingardegi leyg­ ardagin 31. mai. Tað verður trivnaðar­ nevndin sum skipar fyri degnum, og sum fer at kunna meiri um tiltakið henda dagin. Lítil ivi man vera um, at fólk fara at taka væl undir við hesum tiltakinum, tí tað var júst Sandavágur sum var kosin best røkta bygd bæði í 1997 og aftur í 2003. Tríggjar í einum Eftir at hava skipað fyri kappingini um best røktu bygdina, er hetta tiltakið nú broytt munandi í ár. Tað er nú gjørt bæði breiðari og umfatar haraftrat fleiri viðurskifti í samband við umhvørvi og vernd av náttúruni. Kappingin, sum er mill­ um kommunurnar kring landið er í fyrsta lagi um best røktu bygd, bý og býling, og í øðrum lagi um best røkta vinnuøki og havnaøki. Í triðja lagi er ein kapping um at kjósa tað mest sermerkta náttúruøki. Hóast hesar broyttu regl­ urnar, er endamálið kortini tað sama, nevniliga at vekja áhugan og at stimbra einum hugburði við ansi fyri nát­ túru, umhvørvi og mentanar­ virðum. 10 tilmeldingar Hetta serliga umhvørvis­ átakið er farið í gongd, og endar seinast í juni mánaði. Tað eru SamVit, Um­ hvørvisstovan, Agenda 21­ stovan og Føroya Náttúru­ og Umhvørvisverndafelag sum skipa fyri hesum átakinum. Sum skilst eru 10 tilmeldingar komnar til kappingina, og eru tær bæði frá smærri bygdum við 100 íbúgvum og til tær størru kommunurnar. Ein metingarnevnd fer at vitja tey økini, sum eru meldað til í juni mánaði. Eftir at hava kannað alt gjølla og væl, verður vinn­ arin avdúkaður á samkomu í Müllers Pakkhúsi 26. juni kl. 16. Vekja ans fyri náttúruni Vestmanna er eisini við Tá ein tosar um Vest­ manna sleppur ein illa undan at nevna hugtakið "grøn orka". Nú Umhvørvisstovan hevur sett hetta átakið í gongd aftur í ár, eru vest­ menningar sjálvandi við. Á seinasta bygdaráðs­ fundi varð nevniliga samtykt at boða frá lut­ tøku til besta átakið við teirri serstøku "Gjógv­ ará­ætlanini" hjá tí lokala Agenda­ felagnum. Hetta er ein ætlan sum í stuttum snýr seg um at skipa eitt øki í bygdini ­ frá Gjónni og viðarlundini oman við Gjógvará til fjøruna og hylin innanfyri tað nýggja havnarlagið. Í báðum teimum eystastu oyggjum okk­ ara verður framvegis bíðað eftir einum nýggjum skipi, ið skal avloysa tann skjótt 50 ára gamla Másan SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Svínoy: ­ Tað nýggja skipið til Fugloy og Svínoy má verða eitt, sum bæði økir um komfortin og um títtleikan, verður sagt úr Útoyggjafelagnum. Víst verður á, at í Svínoy er frustrasjónin sera stór, tí tey í nógv ár hava fingið í vón, bæði at fáa tunnil og havn. Men enn er einki hent í hvørgum máli. ­ Her má ein loysn finnast, ikki á Eiðinum. Loysnin við eini sam­ ferðsluhavn yviri í Havn er tann einasta rætta, um altso ikki ein undirsjóvartunnil verður gjørdur, sigur felagið. Hetta er kortini ikki einasta staðið, sum hevur tørv á einum munagóðum átaki um tað ikki skal avtoftast. Á mongum øðrum útoyggjum er støðan eisini ring. Ikki niður á bakka Útoyggjafelagið hevur hugt væl eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008, men har vóru ikki nógvar krónur at hóma til tess at menna útjaðarin. Hjá fólki á útoyggj er alneyðugt at hava góðar møguleikar til samferðsluna, og í øðrum lagi at tiltøk at stuðla undir vinnu verða sett í verk. Av øðrum ynskjum hjá felagnum eru nýggj skip til Mykinesar og Skúvoyar, øktur títtleiki á Hestsleiðini og havnarløg í Skúvoy og í Koltri. ­ Vónandi verður ein menningarætlan sett í verk fyri útoyggjarnar, soleiðis at hesi fólkini kunnu hóma eina bjarta framtíð. ­ Og her tosa vit um eina framtíð, har tað ikki longur gongur niður á bakka, men har tað gerst lættari at velja sær búseting á útoyggj, verður sagt. Bíða enn eftir avloysaranum Másin er bygdur í 1959 og man hava tænt fyri seg bæði hjá svínoyingum og fugloyingum Sandavágur er tvær ferðir kosin sum best røkta føroyska bygdin. Kanska verður bragdið endurtikið í ár? Bátahylurin gjørdur klárur Miðvágur: Menn eru nú farnir at rigga til at leggja brúgvarnar í tann nýggja bátahylinum (myndin). Brúgvarnar verða lagdar út fyrsta dagin, og koma armarnir væntandi um hálvan mai, verður sagt úr kommununi. ­ Tá verða umstøður­ nar betri, serliga hjá teimun stóru bátunum, verður sagt. Eitt virkið ungdómshús Sandur: Ungmannafelagið Virkið var rættiliga virkið í síni tíð, men nú er ætlanin at fáa tað at gerast virkið aftur. Fríði Nolsøe, bygdaráðslimur á Sandi hevur tí skotið upp at fáa ungmannafelagið at virka sum eitt ungdómshús, eins og ein hevur tað í fleiri av størru kommununum. Mentanarnevndin tekur undir við uppskotinum, og ætlar nú at fáa ein fund í lag um viðurskiftini við nevndina í ungmannafelagnum.