Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 7. mai 2008 Í 2002 varð fyrsta royndin gjørd við at ummæla nýggjar bilar í eini útvarpssending, talan var um sendingina Panorama, sum varð send leygardag eftir­ middag. Síðan februar 2007 hava bilsendingar verið fastur partur av vetrarskránni í seinnapartssendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hvønn mikudag. Fyrst var tað Kári Sólstein, útvarpsmaður, sum var vertur, og nú er tað útvarpsmaðurin Fróði Løksagarð, sum er vertur á bilsendingunum. Sendingarnar eru mikudag klokkan 15, samstundis sum Sosialurin kemur á gøtuna við myndum av bilunum, so tey sum hava áhuga kunnu síggja hvussu bilarnir sum verða ummældir síggja út. Bilsendingin verður eisini endursend um kvøldið. Fróði Løksagarð sigur, at bæði ummælarar og hann sum vertur hava fingið nógvar afturmeld­ ingar frá lurtarum, og hetta gevur greiðar ábendingar um at stórur áhugi er fyri sendingunum. __________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilar í Kringvarpinum Annað árið á rað hevur Kringvarpið havt ummæli av nýggjum bilum sum fastan tátt hvønn mikudag í send­ ingunum Bylgjan. Stórur áhugi er fyri sendingunum, sum verða væl móttiknar av lurtarunum, sigur Fróði Løksagarð, vertur á sendingini Fróði Løksagarð, útvarpsmaður, er vertur á bilsendingini. Her tosar hann við Sofus Hansen bilaummælara Magnus Gunnarsson frá Sosialinum og Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum í fer við at ummæla ein Ford Mustang við 300 hk Mynd: Jens Kristian Vang