mikudagur 7. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2008
ingin hjá Elisu Heinesen,
nýggja kjólabindingin hjá
Guðrun og Guðrun, filmar
hjá Marmar, partar av mín
ari summarkollektión og
vetrarkollektión, umframt
svarti, knýtti brúðarkjólin
hjá mær.
Afturat hesum høvdu
vit hárkollur hjá Makinder;
einum enskum felagi, sum
er rættiliga markant innan
hársnið. Teir eru altíð við,
tá okkurt sker, m.a eru teir
stórleverandørar til mótavik
una í Keypmannahavn. Teir
eru ógvuliga frammaliga á
marknaðinum og samstarva
m.a við felagið, sum leverar
heimsins bestu ginur. Til
akkurát hesa sýningina í
Brussel valdu vit at pakka
alt andlitið á ginuni inn,
soleiðis at hon var heilt
sveipað í hári, greiddi Bar
bara frá.
Tað vóru í grundini Mar
mar, ið fyrst blivu kontakt
aðar av tónleikastaðnum í
Brussel um at gera video
innsløg til tær fýra tónleika
ligu framførslurnar, sum
skuldu vera. So tær høvdu
eina serliga stóra sýning
fyri seg, men vóru eisini
partur av okkara framsýn
ing.
Verður sýnt fram
í Føroyum
Í Norðurlandahúsinum
fríggjadagin tann 9. mai kl
19.00 fari eg at vísa mína
sniðgeving fram saman við
Jóhannu á Steinum og
Guðrun og Guðrun. Tað er í
samband við 25 ára føð
ingardagin hjá Norðurlanda
húsinum, og tey ynskja at
gera eitt serligt tema við
føroyskari binding. Jóhanna
á Steinum vísir mynstur
binding, Guðrun og Guðrun
sína leysu, bleytu binding
og eg mína knútabinding.
Eg skjeyt eisini upp at
hava Dennis Agerblad við,
tí eg helt tað vera spennandi
at vísa tað fjølbroytni, sum
í grundini er í føroyskari
sniðgeving, men tað gjørdist
kanska í so progressivt til
tað etableraðu fínmentanina.
Dennis er annars útbúgvin
tekstili og hevur handan
góða, progressiva estetikkin,
sum fer útyvir allan kant.
Hann er ein multikunstnari
og ger nógv ymiskt, men
røturnar hjá honum liggja í
klædnasniðgeving. Men tað
vera so eg, Guðrun og Jó
hanna í Norðurlandahúsin
um, greiddi hon mær frá.
Tónleikurin
Tá Atlantic Soundscapes
móttøkan var av kl 20.00,
fóru vit øll niður undir til
konserthølið, har ljóðroynd
ir høvdu verið allan dagin.
Nú var pallurin til reiðar, og
tónleikasýningin
byrjaði.
Budam vóru fyrst á pallin.
Síðani Orca. Eftir Orcu
komu Gestir. Og endað
varð við Boys in a Band.
Tað er lítil ivi í, at Orca
og Boys in a Band áttu mest
ógvusliga aftursvarið frá
áhoyrarunum í salinum. Tey
vórðu fullkomiliga blást
um koll av hesum lívligu og
spennandi framførslunum;
kanska serliga Orca við
oljutunnunum, fløskuorguli
num og pelabassinum. Festi
valfyriskiparar og fjepparar
annars flokkaðust um Orca
aftaná framførsluna, og teir
hava longu nú fingið upp til
fleiri festivalgigg í hús.
JeanLouis Brossard, ið
hevur verið tónleikastjóri
fyri franska, alternativa tón
leikafestivalin Trans Musi
cales í Fraklandi síðani
1979, var á staðnum. Hann
var blivin somikið hugtikin
av Orca, tá hann hoyrdi fløg
una hjá teimum, at hann
beinanvegin bookaði bólkin
á næstu skránna hjá festi
valinum. Konsertin hetta
kvøldið gjørdi hann bara
enn meira sannførdan um
sína skjótu avgerð.
Orca er tónleikur, ið fer
beint í hjartað hjá mær.
Hetta er ein bólkur, ið eg
trúgvi nógv uppá, og eg fari
avgjørt at gera mítt fyri at
fáa skipað teimum ein góð
an tónleikatúr til Fraklands,
segði JeanLouis Brossard.
Afturat hesum hava Orca
fingið booking avtalu í lag,
og sum skilst á lagnum, eru
festivalar eisini farnir at
ringja eftir Budam. Hvussu
langur listin av áhugaðum
bransjufólki er longu nú,
hvat annars er í ferð við at
spyrjast burturúr tiltakinum
og meira prát við fólk úr
tónleikavinnuni í Fraklandi
og Belgia verður í blaðnum
morgin, tá vit í tónleikasíð
unum fara nærri inn á tón
listarliga partin av Atlantic
Soundscapes.
Les meira um tiltakið á
www.myspace.com/
atlanticsoundscapes
Høgni Hoydal saman við føroyska sendimanni okkara í Brussel,
Hákuni Djurhuus
Umframt Høgna Hoydal, vóru tvær landstýriskvinnur møttar
upp í Belgia. Tær vóru Kristina Háfoss og Bjørt Samuelsen
Uml 100 fólk úr tónleikavinnuni eins væl og politisk umboð
úr nógvum ymsum londum komu til Atlantic Soundscapes at
uppliva føroyska tónlist, list, móta og matgerð
Føroyum
Svarti, knýtti brúðarkjólin hjá Barbaru í Gongini, ið var
høvuðsverkið í klædnasýningini hjá henni
Nýggju, bundnu kjólarnir hjá Guðrun og Guðrun
ABC almennan ársfund
Síðani tað frættist, at ABC Children’s AID í Liberia er í ferð við at byggja skúla og skúlaheim til 500
børn nær høvuðsstaðnum Monrovia í Liberia, eru komnar uppringingar úr øllum landinum við
áheitanum um at taka foreldraleys børn inn. Hóast skúli og skúlaheim ikki eru liðug enn, hevur ABC
longu tikið 49 foreldraleys børn inn. Børnini búgva í løtuni undir vánaligum og trongum umstøðum.
Trýstið á felagsskapin um at taka fleiri børn inn er stórt, sigur Matthew Zakeuh, leiðari av
arbeiðinum í Liberia. Sambært metingum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia.
Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgving. Í kvøld
klokkan 20 hevur ABC barnahjálp almenna ársfund í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í
Havn. Á fundinum verður framløga við myndum og filmsbrotum við frágreiðing frá arbeiðinum í
Liberia. Martin Joensen luttekur við sangi.