mikudagur 7. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
7. mai 2008
Gongst sum ætlað kemur
tað fyrr so kenda týska
bilmerki, Borgward,
aftur á marknaðin um
ikki so langa tíð.
Borgward var ein
týsk bilverk
smiðja, sum
varð stovnað í
Bremen av Carl
F. W. Borgward
(1890 1963).
Verksmiðjan byrjaði í
smáum í 20unum við
einum 3hjólaðum akfari,
ið nevndist Blitzkarren, sum
var nógv nýtt til postflutning
tá í tíðini.
Í 1929 yvirtók Borgward
fyritøkuna Hansa Lloyd AG, og í
1937 kom Hansa Borgward 2000
á marknaðin. Tvey ár seinni varð
navnið stytt til Borgward 2000,
sum seinni varð til Borgward
2300 og varð framleiddur
til 1942.
Eftir kríggið kom
Borgward Hansa
1500 á marknaðin,
sum í 1954 varð
avloystur av
Borgward
Isabella, sum
varð væl
umtóktur og tann
mest seldi av øllum
Borgward modellu
num. Seinni í 50unum
kom Borgward P100 á
marknaðin.
Men í 1961 var Borgward
ævintýrið í Bremen liðugt, tá
verksmiðjan fór á húsagang.
Í 1963 varð verksmiðjan seld
til Mexico, har framleiðslan av
Borgward Isabella og P100 helt
fram til 1970.
Borgward konsernin framleiddi
framleiddi bilmerkini: Borgward,
Hansa, Goliath og Lloyd.
Framleiðslan byrjar
Tað er abbasonur Carl Borgward,
Christian Borgward, sum hevur
ætlanir um at koma á marknaðin
við aftur við tí fyrr so kenda
bilmerkinum Borgward. Týska
blaðið ”Welt am Sonntag”
skrivar, at sambært Christian
Borgward er tað ikki ein
spurningur um bilmerkið
Borgward kemur aftur á
marknaðin, men einans ein
spurningum um nær framleiðslan
byrjar.
Christian Borgward hevur
savnað ein bólk av investorum,
sum eru til reiðar at seta kapital í
Borgward verkætlanina. Talan
verður um eina nútímans útgávu
við Borgward frá 50 og 60unum
sum fyrimynd.
Tað er fyrrverandi Mercedes
Benz og Saab designarin Einar
Hareide, ið hevur teknað nýggja
bilin, sum líkist Borgward
Isabella, sum Carl Borgward
sjálvur teknaði.
Hvar framleiðslan av nýggja
Borgward verður, er ikki greitt
enn, men eftir ætlan verður ein
konseptbilur sýndur fram á
altjóða bilaframsýningini í
Frankfurt í 2009.
Árliga framleiðslan væntast at
blíva millum 30.000 og 50.000
bilar. Talan verður helst um ein
væl útgjørdan luksusbil.
__________________________
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Borgward koma aftur
Eitt av best kendu týsku bilmerkj
unum frá tíðini áðrenn og eftir
seinna heimsbardaga, Borgward,
fáa nú »comeback« við einum
heilt nýggjum bili, sum verður
gjørdur við gomlu Borgward,
ið fóru á húsagang í 1961, sum
fyrimynd
Carl F. W. Borgward
(1890 - 1963)
Borgward Isabella Coupé
Borgward
Isabella
Cabriolet
Borgward P100 sedan
Borgward
P100 sedan