Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 86 - 7. mai 2008 Oljuleiting í Grønlandi Norska StatoilNydro hevur boðað frá, at felagið fer at gera kjarnuboringar og seismiskar kanningar í havbotninum úti fyri Landnyrðingsgrønlandi í summar, skrivar blaðið Sermitsiaq. Endamálið við kanningunum er at fáa meiri at vita um jarðfrøðina og veðurlagið í økinum. Oljukanningar verða eisini aðtrastaðni í Grønlandi í summar. Eitt nú fer eitt samtak av fleiri feløgum at gera seismiskar og aðrar kanningar vestan fyri Diskooynna. Í summar verða oljukanningar bæði í Eystur- og Vesturgrønlandi (Mynd: KNR) Tingfólk bara tingfólk Í Grønlandi hevur formansskapurin í Landstinginum samtykt at orða fleiri uppskot um at nútímansgera tingarbeiðið og at broyta tingskipanina, so hon verður smidligari enn nú. Tað hevur fingið Jonathan Motzfeldt, tingmann at skjóta upp at broyta verandi lóg, soleiðis at fólk kunnu ikki vera tingfólk og eitt nú borgarstjóri samstundis. Motzfeldt vísir á, at tingarbeiðið er so krevjandi í dag, at fólk noyðast at velja tað ella hitt - ikki bæði. - Tiltakið hevur vakt ótrúliga stóran ans. Hetta er ein eydnusøga, sum vit kunnu læra av og byggja víðari á, sigur Elin Heinesen, stjóri á SamVit um føroyska sýnisgluggatiltakið Atlantic Soundscapes, ið varð hildið í Brussel í Belgia seinasta vikuskiftið altjóða Átak Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Atlantic Soundscapes byrj- aði leygardagin 3. mai kl 17.00 við móttøku á ovastu hæddini av stóra spæli- staðnum Beursschouwburg, sum liggur mitt í Brussel. Innbodnu gestirnir komu inn í eitt rúmligt høli við føroyskari klædnasniðgev- ing hjá Elisu Heinesen, Guðrun og Guðrun, Sirri, Barbaru í Gongini, Dennis Agerblad og myndum hjá Marmar. Á veggjunum sóu vit eitt úrval av málningum hjá Zachariasi Heinesen og Heðin Kambsdal. Vit fingu frískandi drykkir afturvið eyðkendu fiskasúpanini hjá Birgir Enni, rullupylsu og serligt fyrireikaðum grinda- bitum við purrum og ørðum góðum. Vit sluppu at njóta hetta antin inni í sýnishøli- num ella úti á vøkru altan- ini, ið gav okkum útsýni til sjarmerandi arkitektur, barr- ir, handlar og býarlív í sentrum í Brussel. Høgni Hoydal helt røðu um før- oyska samfelagið og tess leiklut í globalu útviklingini, sólin skein, fólk prátaðu, skaptu kontaktir og skiftust um handilskort. Yvirhøvur var tað ein hugnalig løta, ið gav eina ógvuliga positiva profilering av Føroyum sum modernaðum samfe- lag. Ovurstórur áhugi Christian Hald Buhl starvast á føroysku sendistovuni í Brussel. Saman við SamVit, Norðurlandahúsinum og sínum starvsfelagum á sendistovuni hevur hann fyriskipað Atlantic Sound- scapes. Spurdur beint áðrenn tiltakið byrjaði, hvussu tað hevur gingist við fyrireikingunum, svar- aði hann: - Tað er eksploderað! Gestalistin er vaksin frá 40 heilt upp til 100 einstakling- ar, sum koma til Atlantic Soundscapes ígjøgnum dagin at uppliva føroyska list og tónlist. Her koma fólk allastaðni frá; ein rúgva av politikarum og fólki inn- an tónleikavinnuna. Úr Fraklandi, Hollandi, Týsk- landi, Luxemburg, Sveits, Danmark, Grønlandi og sjálvandi Føroyum. Og tað er fantastiskt at merkja, hvussu væl fólk her í Belgia taka ímóti hesum tiltakinum. Atlantic Soundscapes er enntá valt sum nummar eitt tiltak alt hetta vikuskiftið, og fjølmiðlar allastaðni eksponera okkum og við- mæla fólki at møta upp. - Fokusið, ið er á tiltakið, er so intenst, sum vit yvir- høvur kunnu hugsa okkum, og boðskapurin er komin út til í minsta lagi eina millión belgiarar. M.a ígjøgnum tey tvey landsdekkandi tíðinda- bløðini »Le Soir« og »De Morgen«, landsdekkandi útvarpsstøðirnar »Studio Brussel«, »Pure Fm«, »FM Brussel« og »Klara«, landsdekkandi vikubløðini »VIF« og »KNACK« og ikki minst eisini okkara fremstu internet heimasíður, so sum www.cuttingedge. be og www.soundslike.be Mentan og tónleikur tala til hjørtuni Elin Heinesen er stjóri á SamVit, ið eisini eru ein av fyriskipandi liðunum aftan fyri tiltakið. Hóast næstan eingin tíð var liðin, síðani Atlantic Soundscapes hevði verið, og øll úrslit frá tiltak- inum, so sum booking- og fløgusáttmálar, festivalav- talur osfr, verri enn so vóru komin í ljós enn, greiddi hon mær ógvuliga jaliga frá: - Mentan og tónleikur eru fantastiskir ísbrótarar. Um tú skalt branda landið hjá tær, eru hesar báðar grein- arnar júst tað rætta at brúka til at bróta slóðina inn á aðr- ar marknaðir. Mentan hevur tann eginleikan framum nógv annað, at hon vekjur nógvan ans, serliga í miðl- unum. Eg trúgvi, at tað er tí, at tað er nakað, ið fólk kunnu relatera til. Tað er effektivt, tí tað talar til hjørtuni á fólki. Tí at vit møtast sum menniskju í felags upplivingum og kunnu deilast um tær. - Tað er torført at siga heilt ítøkiligta longu nú, hvat er komið burturúr. Men fyri fyrst hava vit sæð kollosalan áhuga í okkara mentan og list. Tiltakið hev- ur vakt ótrúliga stóran ans í londum sum Belgia, Hollandi, Fraklandi, Sveits, Týsklandi og Luksemburg. Hetta er ein eydnusøga, sum vit kunnu læra av og byggja víðari á. Og øll tey úrslitini, sum vit síggja longu nú og tann umtalan, ið vit hava fingið í øllum hesum londunum, gevur okkum nógvar møguleikar at arbeiða víðari við brand- ing av landi okkara. Føroyskir sniðgevar á altjóða støði Barbara í Gongini er klædna- sniðgevi. Hon er bústødd í Keypmannahavn og luttekur javnan á messum og sýn- ingum kring heimin. Vit fingu prátað saman undir móttøkuni har niðri í Belgia, og hon hevði eina rúgvu av áhugaverdum sjónarmiðum og spennandi hendingum at greiða frá við- víkjandi føroyskum móta. - Eg haldi uttan iva, at før- oyskir sniðgevar eru á altjóða støði. Á støði við alt tað, sum eg upplivi aðra- staðni, eitt nú í París, har eg eri á hvørjum ári og vísi mína sniðgeving fram. Vit hava nógvar kreftir í landin- um, eisini innan hetta økið, sum avgjørt áttu at komi meira fram, segði hon. - Tað, sum vit vístu fram í Brussel, var partur av aðrari sýning, sum vit hava havt á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og Trap- holt í Kolding, bara eitt sindur modifiserað, soleiðis at hon passaði til umstøður- nar. - Til sýningina hetta viku- skiftið í Brussel vóru búnar og filmar hjá Dennis Ager- blad við, klassiska sniðgev- Heðin Kambsdal og Zacharias Heinesen vístu fram eitt úrval av teirra málningalist Marmar, ið eru Marianna Mørkøre og Maria Arnell, høvdu myndasýning og filmsýning við á Atlantic Soundscapes Føroyskur matur varð borðreiddur av Birgir Enni. Her stendur hann sjálvur og oysir eyðkendu fiskasúpanina hjá sær í tallerkar til gestirnar Belgiarar villir við - Eg haldi uttan iva, at føroyskir sniðgevar eru á altjóða støði. Vit hava nógvar kreftir í landinum, eisini innan hetta økið, sum avgjørt áttu at komi meira fram, sigur Barbara í Gongini, klædnasniðgevi