mikudagur 7. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7. mai 2008
7
blaðið Magn frá 1976 til 1979.
Í 1982 byrjaði Alan aftur á
eykalutagoymsluni í fyritøkuni,
sum tá hevði skift navn til Robert
P. Brockie & Co, og Derek
Brockie, beiggi Alan, hevði tikið
yvir søluna av bilunum við
navninum »Bilcentrið«, ið seinni
bleiv broytt til »D. B. Bilar«.
Alan arbeiddi annars í fleiri ár
við bilum hjá D.B. Bilum til
nakað eftir at fyritøkan varð seld
til Berg Motors í 2005. Í dag
arbeiðir Alan bæði sum sjálv
støðugur myndamaður og sum
myndamaður hjá Dimmalætting.
Alan sigur, at tá hann byrjaði í
fyritøkuni, kostaði ein Austin
Mini millum 11 og 12.000
krónur. Mini bilarnir vórðu
framleiddir frá 1959 til 2000.
__________________________
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hetta er fyrsti bilurin hjá Allan Brockie, ein Austin Mini 850, sum hann keypti í 1964. Fyrr var tað “prestiga” í at
hava ein flotta nummarplátu sum hesa, har øll tølini eru eins
Her sami bilurin umborð á Sundaferjuni, sum sigldi millum Hósvík og Selatrað, áðrenn Norðskálatunnilin varð
tikin í nýtslu. Bilurin er lakkeraður við øðrum litum og útgjørdur við t.d. dupultum halogenlyktum, sportfelgum og
tilhoyrandi størri skermum
Alan kennir alt til Mini. Her hevur hann toppstykkið á motorinum av og
skiftir topp-pakningin. Arbeiðið verður gjørt á einum kampinplássi við
Gardarsjógvin í Italia í 1972
Lýsing hjá Charles Mauritzen í 1969
Alec Issigonis við trimum bilum sum hann teknaði: Austin 1800, Austin 1100
og Austin Mini