mikudagur 7. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2008
Fleiri fyritøkur verða
í hesum døgum
ringdar upp av einari
vikarfyritøku, sum
bjóðar fram pólska
arbeiðsmegi fyri 190
krónur um tíman
ARBEIÐSMEGI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Við uppskotinum hjá sam
gonguni um nýggja útlend
ingalóg verður latið upp
fyri útlendskari arbeiðs
megi. Samgongan miðar
eftir at nýggja útlendinga
lógin skal koma í gildi 1.
juli, og kemur hon tað
verður tað eisini møguligt
frá tí degi at innflyta
útlendska arbeiðsmegi.
Tað er við hesum í huga,
at ein íslendsk vikarfyritøka
í hesum døgum ringir før
oyskar fyritøkur upp fyri at
bjóða fram pólska arbeiðs
megi. Ein av fyritøkunum,
sum hevur fingið bjóðað
pólska
arbeiðsmegi,
er
Hiti.
Talan er um eina
fyritøku, ið nevnist Voot.
Tey hava kontaktað okkum
og bjóðað okkum pólska
arbeiðsmegi,
sigur
Áki
Mortensen, stjóri í Hita.
Hann greiðir frá, at tað
einasta, fyritøkurnar skulu
gera, er at hava póllending
arnar í arbeiði, so verður
fyritøkan
fakturerað
av
Voot fyri tímarnar, útlend
ingarnir arbeiða.
Útlendingarnir kosta
190 krónur um tíman. Tá
rindar Voot fyri innivist,
mat, tryggingar og annað,
sigur Áki Mortensen.
Hann sigur, at sambært
Voot er talan um dugnaligt
fólk, men tað kunnu vera
ávísir trupulleikar við sam
skiftinum, tí póllending
arnir í stóran mun ikki eru
so stinnir í enskum.
Gott við
møguleikanum
Sjálvur heldur Áki Morten
sen, at tað kanska er í seinna
lagi at fáa bjóðað útlendska
arbeiðsmegi, í hvussu er
innan hansara arbeiðsøki,
men hevði hetta tilboðið
komið í fjør metir hann, at
teir helst høvdu tikið av.
Tað er í hvussu er posi
tivt, at tað nú verður møgu
ligt við útlendskari arbeiðs
megi, sigur Áki Mortensen.
Hann ivast í, hvussu
stórur
tørvurin
er
á
útlendskari arbeiðsmegi í
byggivinnuni í dag, men
innan fiskivinnuna skríggja
tey eftir arbeiðsmegi.
So har kemur tað væl
við, at tað nú verður lættari
hjá útlendingum at koma til
landið at arbeiða, sigur Áki
Mortensen.
Uppskotið um nýggja
útlendingalóg tykist hava
allar møguleikar at verða
samtykt, tí umframt sam
gonguna tekur Fólkaflokk
urin í hvussu er undir við
uppskotinum, sum í nógvar
mátar er identiskt við tað
uppskotið, undanfarna sam
gonga arbeiddi við.
Tískil bendir alt á, at tað
frá 1. juli verður gjørligt
hjá føroyskum fyritøkum at
fáa inn útlendska arbeiðs
megi.
Fáa bjóðað pólska arbeiðsmegi
Frá 1. juli verður eftir øllum at døma lættari hjá
útlendingum at koma til Føroya at arbeiða
Tilvildarlig savnsmynd
Móðir og dóttir í Miðlan
Í hesum mánaðinum fara møðgurnar Astrid Mouritsen og
Dagny Tróndheim at hava málningaframsýning í Miðlan í
Klaksvík. Hetta er aðru ferð, at tær sýna fram saman. Astrid
Mouritsen er úr Klaksvík, men er í løtuni búsitandi í Sør
vági. Hon hevur teknað og málað frá barndómi av. Astrid
hevur sýnt fram ymsastaðni kring landið seinastu árini.
Dagny Tróndheim hevur altíð havt hug og evni til at skapa.
Henni dámar væl at mála í frítíðini, og fæst annars við
ymisk handalig arbeiði. Dagny hevur m.a. sýnt fram í
Kunningarstovuni í Klaksvík, Smiðjuni í Lítluvík og Café45.
Total 25 milliardir í avlopi
Stóra franska oljufelagið Total hevur eitt avlop, sum er væl
omanfyri tað væntaða. Fyrsta ársfjórðing í ár vísti roknskapurin
eitt avlop upp á 5,03 milliardir dollarar ella áleið 25 milliardir
krónur. Fjórstørsta ikki stjórnarstýrda oljufelagið í heiminum
sigur í tíðindaskrivi, at 9% økingin í avlopi kemur hóast olju og
gassframleiðslan ikki øktist í ársfjórðinginum samanborið við
fyrsta ársfjórðing í fjør, skrivar Financial Times.
Kostnaðurin fyri
umvælingina av
ítróttahøllini á Hálsi
er so høgur og so
langt frá metingini,
at Heðin Mortensen,
borgarstjóri, hevur
kallað inn til fundar
í dag, har millum
annað møguleikin
at byggja nýggja
ítróttahøll skal
umrøðast
ÍTRÓTTAHØLL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Klokkan trý í dag hevur
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, kallað inn til
fundar. Umsiting, arkitektar
bygginevnd, hallarnevnd og
býráðslimir skulu umrøða
tilboðini upp á umvæling
av teirri nærum 40 ára
gomlu ítróttahøllini uppi á
Hálsi.
Metingin hjá danska
felagnum, sum hevur gjørt
útbjóðingartilfarið, lá beint
omanfyri
40
milliónir
krónur, men lægsta tilboðið
lá omanfyri 60 milliónir
krónur,
sigur
Heðin
Mortensen.
Hann vil tí hava greiði á,
um frægasta loysnin er bert
at gera tær allarneyðugastu
ábøturnar á ítróttahøllina á
Hálsi og so byggja eina
nýggja høll. Ella gera allar
ábøturnar fyri hesar góðu
60 milliónirnar.
Ein leyslig meting sigur,
at ein dupult ítrótta og
samkomuhøll kann gerast
fyri umleið 60 milliónir
krónur,
sigur
Heðin
Mortensen.
Ein møgulig nýggj høll
skal byggjast á ítrótta
økinum í Gundadali.
Verður loysnin við at
umvæla
ítróttahøllina
á
Hálsi vald, so kann hetta
gerast fyri 55 milliónir
krónur um so er, at allar
umvælingarnar
verða
gjørdar í senn, men tá
verður neyðugt at stongja
høllina í umvælingartíðini,
sigur Heðin Mortensen.
Kanna møguleika fyri nýggjari høll
Ítróttahøllin á Hálsi kostar so nógv meira at umvæla, enn mett var, at býráðið nú umhugsar eina
loysn sum gongur út upp á at byggja eina nýggja dupulta høll