Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7. mai 2008 Næsta ár eru liðin 50 ár liðin síðan fyrstu Austin/Morris Mini komu á marknaðin í 1959. Ein sum í næstan 30 ár koyrdi við Austin Mini er Alan Brockie í Havn, sum framvegis eigur onkran gamlan Mini í garaguni Mini bilarnir vóru sera væl umtóktir fyrstu nógvu árini eftir at teir komu á marknaðin. Eisini her hjá okkum vóru teir nógv seldir bæði sum Austin og Morris. Sigird av Reyni seldi Morris og Charles Mauritzen & Co seldi Austin. Bilarnir vóru teir somu við hvør sínum navni. Fyrtøkan Charles Mauritzen & Co varð vanliga nevnd “hjá Brockie”, tí tað var Brockie familjan sum rak føroysku deildina hjá ensku fyritøkuni. Alan Brockie byrjaði sum 17 ára gamal í 1964 at arbeiða á goymsluni í fyritøkuni. Hann var bert 18 ára gamal, tá hann keypt sín fyrsta Austin Mini. Bilin keypti hann sum eitt ára gamlan frá Hans Jacob Hermansen, sum í dag er koyri­ lærari í Havn. Alan hevur annars arbeitt mest við bilum og myndum. Í fyrsta atløgu arbeiddi hann á eykaluta­ goymsluni til 1974, tá hann fór at arbeiða sum myndamaður burtur­ av saman við Kalmari Linden­ skov. Teir góvu t.d. út mynda­ Alan Brockie og Mini bilarnir Alan hevur ikki slept Mini bilunum heilt. Hann eigur framvegis onkran Mini í heima í garaguni. Hesin er ein Mini 1100 Special frá 1979 Mynd: Jens Kristian Vang Her eru tveir Mini hjá Alan undirkavaðir fyrst í 80-unum. Smádrongurin er sonurin Tommy Brockie