Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2008 13 Vit føroyingar eru, landa­ frøðiliga og mentanarliga, staddir í Norðurlanda hjarta. Um stóru norðurlendsku ríkini onkuntíð í framtíðini vraka sín arv, gloyma síni mál og missa sínar røtur úr eyg­ sjón, so kunnu tey koma higar til Føroya at fáa, um ein kann taka so til, norrøna og norður­ lendska endurvenjing, skrivar Hanus Kamban í tíðargrein, nú Norðurlandahúsið verður 25 ár hósdagin U ndirritaði vaks upp úti á út­ oyggj í Føroyum í árunum eftir seinna heimsbardaga. Millum gestir í okkara heimi minnist eg ein finskan málfrøð­ ing, ein svenskan málfrøðing, háskúlamannin Jóhannes av Skarði, tann danska prestin Blicher­Winther. Úti á Áldars­ bakka bar tað á, at Jákup hjá Billu, samanrikin, raskur fiski­ maður og faðir at vinmanni mínum Kára, fortaldi brot úr Njáls søgu, meðan hann spann. Mamma fortaldi okkum um Grundtvig og Johs. V. Jensen ella endurgav gongdina í Sinuhe Egyptanum eftir Mika Waltari, Kristin Lavransdóttir eftir Sigrid Undset, Íslandsklokkuni eftir Laxness ella teimum søguligu skaldsøgunum hjá Ingemann. T að Norðurlandahús, sum nú hevur staðið í Føroyum í fjórðingsøld, er í mínum eygum eitt framhald av einum grund­ støði av slíkum slag. Sum hesin bygningur, við síni flagtekju og sínum mjúka, víkjandi skapi, leggur seg eftir jørðini, ger hann seg til eitt við landslagið, umboðar samljóð, innanhold, tað óuppgjørda. Innan umboð­ ar hann blíðskap og varma, sum vil hann fagna ungum og gomlum, heimafólki og sjó­ fólki, ymiskum stættum, málum, átrúnum og mentanum. Ei undur í, at føroyingar hava tikið henda stovn til sín, brúka hann, føla seg heima í honum. Byggilistarliga er hann so langt sum hugsast kann frá miðaldar gotisku himmalstremban. Kanska kunnu vit, leitandi eftir einum hugtaki, siga, at hann umboðar tann humana tankan. T að var, um eg ikki fari skeiv­ ur, tann føroyski politikarin Erlendur Patursson, sum bar hetta hugskot fram og saman við øðrum føroyingum, kanska fyrst og fremst D.P. Danielsen av Velbastað, strongdi á at fáa tað framt í verki. E isini í hesum er ein ávís skilvísi. Tann norðurlendski tankin í Føroyum, í nútíðar merking, birtist av álvara stutt eftir 1904­05, tá Noreg gjørdist eitt ríki og Ísland fekk heima­ stýri. Føroyingar vitjaðu í Noregi í 1908, og norðmenn og íslendingar hittust á tí norrønu stevnuni í Havn í 1911. Tann norðurlendska visjónin, fatandi um øll Norðurlond, livdi eftir hetta millum medvitnar føroy­ ingar sum H.A. Djurhuus, Jóannes Patursson og Heðin Brú. Tað er neyvan av tilvild, at tann háskúlakveikti rithøvund­ urin Martin Joensen stutt eftir kríggið bar fram tankan um ein stovn í Havn, sum (um hann í hansara huga ikki avmarkaði seg til tað norðurlendska) týðiliga peikar fram ímóti tí húsi, sum nú sneiðir um sítt tjúgufimm ára leiti. N orðurlandahúsið er í dag ein rótgrógvin partur av tilveruni hjá hvørjum einasta íbúgva í okkara oyggjum. Tað er karmur um øll hugsandi tiltøk, framsýningar, fyrilestrar, konsertir, kabarettir, sjónleik, upplestur, listafólkavitjanir, politiskar fundir. Frá ungum árum verða børn vand til at brúka húsið, og afturvendandi tiltøk sum barnadansurin eru við til at styrkja hetta natúrliga tilknýtið. Á einum føðingardegi er eingin orsøk til at fara í smálutir og eitt nú royna at sálda millum leiðslur, tiltøk ella lista­ greinar. Heldur eiga vit at royna at hyggja at hesi nýskapan úr erva. Leita vit aftur til o.u. 1980, so ber til at siga, at í hvussu er fýra mentanarlig og samfelagslig framtøk síðani tá hava broytt okkara tilveru: sjónvarpið, tann dagførda rúsdrekkalógin, tann nýggja musikkundirvísingin og Norðurlandahúsið. Hóast ein altíð kann tala um fyrimunir og vansar, so kunnu vit siga, at hesi mentanarligu umskiftir tikin í einum í okkara landi hava latið dyrnar upp fyri altjóðagerð, modernaðum lívsstíli, listaligari professionalismu, heimsborgara­ skapi og, og hetta er tað sum beint nú hevur týdning, lagt ikki lítið aftrat føroyinga natúrliga framvaksnu norrønu sjón. S kal ein royna at peika á ein vanda í hesi vælferð, so er tað tað, at tey mongu meira vanligu tilboðini kunnu koma at køva tað einstaka og stórfingna, tind­upplivilsini. Millum slíkar upplivingar kann eg nevna leikin John Gabriel Borkman eftir Henrik Ibsen og Fra regnormenes liv eftir Per Olov Enquist, bæði verkini framførd í Norðurlandahúsinum, leikir so djúpir og so listarliga tolkaðir, at áskoðarin, tá tjaldið fall, føldi seg á merkiligan hátt ríkaðan og huggripnan, sum eftir ein grikskan sorgarleik. H úsið eigur at hýsa ársins mongu listarligu tilboðum og vitjanum, men tað má ikki lata hesi tiltøk reka tað unikka og sublima í skammikrókin. Og leiðslan eigur at minnast til, at áhugin fyri sjónleiki, fyri teatri í góðari, klassiskari merking, er gamal og rótgrógvin, ikki minst millum havnarfólk. So: gevið okkum (umframt alt hitt) Ibsen, Strindberg, Holberg og Shake­ speare, í heimligari ella útlend­ skari uppseting, um ikki annað so minst eina ferð um árið! K anska kann tað vera einum loyvt at venda aftur til barnadansin. Eitt slíkt framhaldandi tiltak er sjálvsagt við til at venja børn og ung til at vera góð við húsið og til at føla, at húsið eisini er teirra. Men fyrst og fremst er Norð­ urlandahúsið við hesum tiltaki við til at fjálga um eina mentan, sum (saman við Múrinum í Kirkjubø) helst er tann einasti mentanargripur í okkara oyggj­ um, sum kann haldast at hava World Heritage­tign. O g meira enn tað. Vit eiga ikki at gloyma, at okkara kvæðir, vísur og dansur, á und­ urfullan hátt bjarga inn í eina fremmanda, ikki lítið ræðandi post­turingska telduøld, um­ boða eina europeiska siðvenju, men so sanniliga eisini eru norðurlendsk, speglandi aftur (í orðsins góðu merking), sum hugsjónarmaðurin Jóannes Patursson alt lívið helt fram at minna okkum á, í søgu og tematikki okkara norrøna og felagsgermanska upphav. Tann ungdómur er ikki illa farin, sum minnist bardagan við Svøldur, kongin Sverke, drotningina Dagmar ella frúnna Margretu! E in hevur í seinastuni hoyrt, at politikarar úr øðrum Norðurlondum hava gramt seg um ta norðurlendsku fígging, sum er grund undir okkara norðurlendska stovni. Tað eru ikki míni ørindir her at viðgera tað búskaparliga. Men sjálvsagt kann verða ført fram, at vit føroyingar í ein ávísan mun eiga at fíggja henda stovn. Samstundis rennur mær í huga, at eg á ferðum ella samkomum, har tað norðurlendska hevur verið umrøðuevni, merkiliga ofta havi hoyrt rithøvundar, eitt nú úr Danmark, havt lyndi til á blasertan hátt at gálva eftir tí norðurlendsku hugsjónini. Kanska ikki so løgið, so satt sum krúpanin fyri øllum (ensk­ um og) amerikonskum, máli, mentan og krígselvandi gramm­ leika, vindur upp á seg. Á eini ráðstevnu í Finnlandi hoyrdi eg fyri nøkrum árum síðani ein íslendskan frøðing greiða frá eini kanning, sum vísti, at ung­ dómur í Reykjavík hugsaði sær enskt sum framtíðar mentan­ armál í øllum Norðurlondum. Íslendskt, hildu tey, kundi brúkast í køkinum, har búff­ arnir blivu stoktir ella góða­ ráðini bakað. S o langt eru vit føroyingar ikki komnir. Kanska áttu vit at fingið eina premiu fyri tað. Kanska kundi henda premia verið Norðurlandahúsið. V it føroyingar eru á ongan hátt fullkomnir. Mangt er her at finnast at, mangur garður at laða, mangt ótøki óvelt. At okkara samfelag, vinnuliga sum búskaparliga, er sera viðkvæmt, kunnu vit ikki brúka sum undan­ førslu, heldur tvørturímóti. Gongdin, nú hesi orð verða skrivað, prógvar betur enn mangt annað, at vit ikki enn hava lært vísdómin í dreyminum hjá Farao um tey sjey feitu árini og tey sjey rakárini. Vit halda okkum vera kristin, men halgu­ bók hava vit ikki fatað, ikki nær námindis, og enn situr eingin Jósef á okkara skattkistu. M en samstundis er veruleikin tann, at vit føroyingar, landafrøðiliga og mentanarliga, eru staddir í Norðurlanda hjarta. Tann norðurlendski tankin, sum visjón ella hugbirting, livir enn í mongum av okkara lands­ monnum, sum lívfrøðiliga fram­ vaksin mentan. Frá trúbótini hava vit verið tvímálslig og dugað, umframt okkara móður­ mál, eitt annað norðurlendskt mál, tess sálmar og alføgru vísur. Hetta hevur verið brúgvin til norskt og svenskt. Íslendskt er okkum frændamál, nærri enn tað er hinum norðbúgvunum. Eftir havsins snargøtu hava norðmenn, sviar, finnar, danir, grønlendingar og íslendingar vitjað henda vegin, fest búgv her og ríkað okkara samfelag. H evur nøkur norðurlendsk tjóð natúrligan rætt til at hava atgongd til eitt Norður­ landahús, so er tað okkara. Óført, um vit kunnu lata okkara til henda stovn. Men um nakrir norðurlendskir molar fara til at varðveita, mála og pussa hetta mentanarvindeyga, sum er okkum kært og tykist okkum alneyðugt, ja, eg veit ikki um tað ger nakað. T í hugsar ein sær, at tey stóru norðurlendsku ríkini onkuntíð í framtíðini hava vrakað sín arv, gloymt síni mál og mist sínar røtur úr eygsjón, so kundi hent, at tey tá høvdu møguleikan at koma higar til Føroya at fáa, um ein kann taka so til, norrøna og norðurlendska endurvenjing. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Norðurlanda nokki Næstu ferð: Næsta tíðargrein í sambandi við at Norðurlandahúsið verður 25 ár, verður í blaðnum í morgin, hósdagin, tá Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, skrivar undir yvirskriftinini: P/s Norðurlandahúsið í Føroyum Tíðargreinin tíðargreinin Hanus Kamban