Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 7. mai 2008 Fyri at lætta um hjá starvs­ fólkunum á Akstovuni og hjá bilsølunum, sum dagliga skráseta nýggjar bilar, fer Akstovan nú undir eina nýggja sjálv­ avgreiðsluskipan, sum hevur við sær, at so gott sum eingin tíð fer til at standa í bíðirøð á Akstovuni Við at skráseta allar bilar bein­ leiðis á sjálvavgreiðsluni verður lættari og einfaldari hjá bila­ sølunum og Akstovuni at avgreiða øll viðurskifti í sam­ bandi við skráseting av nýggjum akførum. Á Akstovuni verður í løtuni arbeitt við at menna eina sjálvavgreiðsluskipan fyri fleiri tænastur á stovninum. Henda fyrsta útgávan er ætlað øllum bilasølum, ið selja nýggjar bilar. Skipanin er komin so væl áleiðis, at klárt er at presentera hana fyri bilasølunum, sigur Hans Jacob Stenberg, deildarleiðari á Akstovuni. Sum nú er, skulu øll skjøl í sambandi við skráseting av nýggjum bilum verða borin inn í avgreiðsluna á Akstovuni ella send við faxi. Síðani skulu starvsfólkini á Akstovuni tasta alt inn í akfaraskránna á stovninum. Bilasølurnar skráseta sjálvar Við nýggju skipanini verður tað soleiðis, at bilasølurnar umvegis internetið sjálvar skráseta allar neyðugar upplýsingar gjøgnum sjálvavgreiðsluna til Akstovuna, sum síðan eftirkannar hesar upplýsingarnar og roknar skrásetingargjald, vegskatt og onnur gjøld í sambandi við skrásetingina. Boð verða síðan send yvir netið til bilasøluna, um at nú er klárt at heinta nummarpláturnar, og hvussu nógv skal gjaldast. Hetta nýggja samstarvið millum okkum og bilasølurnar skuldi givið eina munandi skjótari og ómakaleysari avgreiðslu og stytt bíðitíðina niður í næstan einki, sigur Hans Jacob Stenberg frá Akstovuni, sum leggur afturat, at tá henda skipanin er komin væl í gongd og virkar eftir ætlan, verður eisini farið í gongd við sjálvavgreiðslu í sambandi við sýn og koyrikort. __________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Akstovan: Sjálvavgreiðsla lættari fyri báðar partar Krana- og lastvognskoyring Álvur Ziska Fa. · Brobbersgøta 17 FO-100 Tórshavn · Tlf. 21 79 46 Vit gera smáskaðar, polera, bona og lakkforsegla bil tín við Nano Cover Bilur tín verður sum nýggjur Quick Repair Á Hjalla · tlf. 21 33 23 Bodil Laksafoss og Jóngerð Simonsen avgreiða kundar við diskin Mynd: Jens Kristian Vang