Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 86 - 7. mai 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kjartan Nolsøe, av Tvøroyri andaðist sunnudagin 77 ára gam­ al. Kistan fer úr kapell­ inum mikudagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju hós­ dagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Kistan við Jens Lisberg fer úr kapellinum miku­ dagin klokkan 18. Jarð­ arferðin verður úr Dóm­ kirkjuni hósdagin kl. 15. Esther Djurhuus í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnukvøldið, 87 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapell­ inum mikukvøldið kl. 20. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hós­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Esther, kunnu lata Føroya Symfoniork­ estri eina peningagávu. Konta í Norðoya Sparkassa. Amanda Jacobsen, ættað úr Runavík, búsit­ andi í Tórshavn, andað­ ist á Landssjúkrahúsin­ um sunnudagin, 86 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellin­ um hósdagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju fríggja­ dagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin 8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingum. Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jór­ unn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Her er ein realskúlaflokkur í 1957. Aftast f.v.: Arnbjørn Ran­ drup Thomsen, Heðin Mikk­ elsen, Tórður Debes Joen­ sen, Johan Nielsen og David Hansen. 4. rað f.v.: Mads Winther Lützen, Magnus Pauli Magnussen, Páll Johansen, Kjartan Kristiansen, Anfinn Rubek Nielsen og Hendrik Rubeksen. 3. rað f.v.: Turid Olsen, Birgit Akraberg Hansen, Anna Skaale og Ann Poul­ sen. 2. rað: Margit Veyhe Fremst f.v.: Marjun Olsen, Hanna Sundstein og Turid Simonsen Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 297) Myndaeigari: Turid Winther Realskúlaflokkur í 1957 Leygardagin 3. mai var tann árligi felagstúrurin MC Boogie, ið er fyri øll motorsúkkluáhugaði í Føroyum. Tað var Føroya MC, ið skipaði fyri hesum túrinum. Leygarmorgunin møttu yvir hundrað motorsúkklur á Shellstøðini við Ringvegin í Havn. Síðan varð koyrt ein túr runt í Havn, áðrenn leiðin gekk norður eftir. Steðgað varð við Shellstøð­ ina við Streymin, og eftir ein steðg gekk leiðin norður til Eiðis um Eiðisskarð og til Funningsfjørð, og suður aftur gjøgnum Sundalagið. Koyrt varð síðan gjøgnum Vágatunnilin til Sørvágs. Við Vága kunningarstovu í Miðvági varð ein steðgur, har motorsúkklukoyrarnir fingu kaffi og skipað varð fyri ymiskum kappingum. Um kvøldið varð veitsla í felagshúsinum á Velbastað­ vegnum í Havn. MC Boogie Mynd: Brynjálvur Petersen Johanna Mathea Skaale Tórshavn andaðist 5. mai, 101 ára gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum fríggjadagin 9. mai, kl.15. Børnini Tey, ið vilja minnast Johannu, kunnu lata eina peningagávu til Ellisheimið. Konta í Eik Banka