Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 7. mai 2008 General Motors fylla 100 ár seinni í ár. General Motors Corporation varð stovnað 16. september 1908 av William C. Durant (1861-1947) í Flint, Michigan, í USA. Fyrstu bilmerkini sum vórðu keypt upp vóru Buick og Oldsmobile. Longu í 1909 vóru eisini hesi bilmerki keypt upp: Oakland, Cadillac, Rapid, Reliance, Elmore og Ewing og í 1910 komu Welch og Rainer. Nógv av hesum bilmerkjum kenna vit ikki í dag. Í 1918 yvirtaka General Motors Chevrolet, sum var sett á stovn í 1911 av sama William C. Durant, sum stovnaði GM, og Louis Chevrolet. Í 1924 lata General Motors upp sína fyrsta verksmiðju uttan fyri USA, tað var í Keypmanna- havn í Danmark, har bilar hjá GM vóru settir saman á eini samlifabrikk til evropeiska marknaðin. Árið eftir, í 1925, yvirtaka Genaral Motors fyrsta evropeiska bilmerkið, Vauxhall Car Company í Onglandi, og í 1927 koma teir á marknaðin við einum nýggjum bilmerki, LaSalle, sum vórðu framleiddir til 1940. Keypa Opel General Motors keyptu í 1929 týsku Opel verksmiðjuna, og í 1931 keypa teir Holden bilverksmiðjuna í Australia. Í 1932 skiftir GM bilmerkið Oakland navn til Pontiac. Í 1940 hava General Motors framleitt 25 milliónir bilar. Í 1943 keypa teir Yellow Truck & Coach, sum skifta navn til GMC Truck & Coach Division. Í 1950 verður Opel verk- smiðjan í Rüsselheim í Týsklandi bygd. Kendi amerikanski sport- vognurin Chevrolet Corvette kemur fyrstu ferð á marknaðin í 1953. Árið eftir, í 1954 hava teir framleitt 50 milliónir bilar, og í 1958 eru 50 ár liðin síðan General Motors varð sett á stovn. Tveir kendir GM bilar koma á marknaðin fyrstu ferð í 1959, El Camino, sum er ein pickup og persónbilurin Chevrolet Corvair. Í 1962 eru 75 milliónir bilar framleiddir, og í 1966 kemur fyrsti GM bilurin, sum verður drivin av forhjólunum, Olds- mobile Toronado. Í 1967 eru 100 milliónir bilarframleiddir. Í 1971 keypa GM triðingin av partabrøvunum í Isuzu Company í Japan og keypa 3,3 prosent av Suzuki. Í 1990 keypa teir helvtina av partabrøvunum í svensku Saab bilverksmiðjuni og í 1998 økja teir partabrøvini í Suzuki og í 1999 eiga teir 49 prosent av Isuzu, samstundis sum teir keypa yvir 20 prosent av Fuji Heavy Industri, sum er Subaru verksmiðjan í Japan. Síðan 2000 hava General Motors átt allan partapeningin í Saab og í 2002 keypa teir 42 General Motors 100 ár Í ár eru liðin 100 ár síðan bilkonsernin General Motors, sum í eini 75 ár hevur verið heimsins størsti bilaframleiðari, varð sett á stovn í 1908. General Motors Corporation er ein multi­ national fyri­ tøka við umleið 300.000 starvs­ fólkum kring um í heiminum General Motors eiga svensku Saab bilverksmiðjuna. Myndin: Saab 9-3 Sport Combi frá 2008 Buick Super Riviera Coupé var ein jubileumsbilur á sambandi við at General Motors fylti 50 ár í 1958