Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 3. partur Tá ið várið 1939 kom, tosaði eg við Zacharias Heinesen, sum eg kendi, og sum reiddi Thurid út. Tað var p/f Nabb, sum átti Thurid. Við í hesi fyritøku var eisini Christian Holm Jacobsen. Dóttir hansara Thurid, gift við Esmar Fuglø, doyði av nátasjúku í 1937. Skipið varð uppkallað eftir henni. Eg vildi fegin sleppa til skips, og eg slapp so við Thurid. Hon var upprunaliga ein hollendskur driftari, sum var eitt jarnskip. Tað vóru tvey skip av hesum slagnum í Føroyum. Hitt var Fagranes. Thurid var seglskip við 60 hestar hjálpimotori. Dreymurin hjá ungum dreingj­ um var annars at sleppa til skips, tí tað var ikki nógv annað at fáa. Vit skuldu fyrst suður á Drelnes at taka salt, og vit høvdu 12 tímar suður. Tað var so nógvur stormur, at vit máttu repa suður av Borð­ ini. Hann var av vestri, og vit fóru darlandi suðureftir. Vit fóru so á Suðurlandið. Tað vóru 22 mans við, 16 av teimum vóru úr Sandoynni. Tumm­ as í Hanusarstovu í Skálavík var skipari. Hann var ein fittur skipari og sera raskur. Havnarmenn hava ofta verið glósaðir av bygdarmonnum, sum hetta við ”eg ein stóran, tú ein lítlan, tú ein lítlan eg ein stóran”, og ”hart at vera speidari í Havn”. Soleiðis var tað eisini umborð hjá okkum, men hetta var tó meinaleyst skemt. Eg minnist væl fyrstu dagarnar. Eg stóð á konginum, sum teir rópa. Tað var á miðjuni. Teir bestu fiskimenninir fingu plássini fremst og aftast á skipinum. Besta plássið var við stórvantið. Her bar til at seta eitt lítið segl, so ein kundi standa í le, um vindurin var ov nógvur. Har á konginum var stórskjøtið, og tað gekk niður í dekkið, har tað var fest í einum kongi. Her var eisini so váttligt við sjógvi, sum kom inn á dekkið. Tá ein dró snørið inn fór tað rekandi eftir dekkinum av hesi orsøk. Her vóru teir ungu, pungarnir kallaðir, vanliga settir. Eg stóð undir liðini á einum eldri manni. Hann stóð og dró so seigan, sum um hetta var tað mest náttúrliga í verðini, sum tað eisini var hjá honum. Eg stó og bendi og ringdi meg fyri at fáa hetta vælsignaða snøri inn. Tað gekk satt at siga ikki nakað serligt. Skiparin kom einaferð fram og segði: ”Góðin, góðin, eg trúgvi ikki, at hetta kemur at ganga hjá tær”. Eg gjørdist eitt sindur firtin. Eg skuldi nokk vísa teimum! Og tá ið 14 dagar vóru gingnir, tá var eingin trupulleiki. Hetta var bara ein yvirgangur, sum so nógvir aðrir ungir dreingir hava upplivað tað undan mær. Eg má tó siga, at hetta var eitt tungt arbeiði at standa við snøri. Eg var vanur við hart arbeiði, so eg veit hvat eg tosi um. Tað vóru nógvir fiskimenn, sum høvdu hemoridir. Tað stóð jú so nógv á endanum. Men hetta var ikki nakað, sum tosað varð um. Sandingarnir umborð prátaðu nógv um seyð. Her kundi eg tosa uppi í, tí eg kendi seyð frá Smæruni av, eisini seyð av Sandoynni. Eg kundi eisini siga teimum, hvar tann góði seyðurin kom frá. At koma av einum skipi við seks monnum til eitt við 22 var ein stór broyting, tí plássið umborð var so lítið. Motorpassarin Sigurd haldi eg var úr Norðskála. 2. bestimaður var úr Kvívík, eg var við sum einasti havnarmaður. Til fyri kortum havi eg kent nøvnini á teimum øllum. Vit lógu á Selvogsbankanum. Har royndu vit meginpart av tíðini. So fóru vit á leiðirnar út frá Patreksfjørðin. Lívið gekk sína vanligu gongd uttan at nakað óvanligt hendi. Góður kokkur: Reinligur og bakaði breyð Vit høvdu ein góðan kokk, Jørundur Tróndarson úr Skálavík. Vit fingu góðan kost. Kokkurin bakaði breyð. Hetta var stórur munur á tí, sum ofta var, at menn bert fingu keks. Hvønn sunnudag kom eitt turt krov til viðskera á borðið. Tað varð býtt í 22 partar. Tað bar ikki til, at hvør kundi velja tað besta stykkið. Ein maður mátt standa við bakinum til. So skuldi hann siga, hvør skuldi hava hvørt stykkið, sum peikað varð á. Rættvísari kundi tað ikki vera. Hvønn sunnudag fingu vit knettir til døgurða. Vit fingu tvey í part, og hetta vóru rimmar knettir og ivaleyst til døgurða. Tað, sum so kundi leypa av, goymdi ein sjálvur sum viðskera. Hetta var roknað fyri at vera Johan Norðfoss: Til skips og fangavørður hjá týskum krígsfangum Johan hevur í undanfarnum pørtum greitt frá sínum barna- og ungdómstíð í Havn. Hugurin stendur til sjógvin. Men so fær hann eitt arbeiði at ansa eftir týskum krígsfangum í Føroyum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ”Thurid” TN 321 Her hevur kokkurin gjørt knettir. (Skipsmyndirnar eru tiknar av Jesar Hansen úr Sandavági umborð á Sólarris í 1935)