mikudagur 7. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7. mai 2008
15
prosent av Daewoo Company í
Suðurkorea. GM hava eisini átt
upp til 15 prosent í Fiat.
Multinational fyritøka
General Motors Corporation er
ein multinational fyritøka við
høvuðssæti í
Detroit, Michigan, í USA.
Evropeiska høvuðssæti hjá GM
er í Zurich í Sweis, og australska
høvuðssæti er í Melbourne,
Victoria, í Australia, har teir
framleiða bilmerkið Holden. GM
er eisini høvuðspartaeigari í GM
Daewoo Auto & Technology Co í
Suðurkorea.
Umleið 300.000 fólk starvast
hjá General Motors í nógvum
ymislum londum.
Síðan fyrst í 1930-unum hevur
General Motors verið heimsins
størsti bilaframleiðari, men í
2007 vórðu teir yvirhálaðir av
Toyota.
Í dag framleiða General
Motors hesi bilmerkini: Buick,
Cadillac, Chevrolet, Daewoo,
GMC, Holden, Hummer, Opel,
Pontiac, Saab, Saturn og
Vauxhall.
__________________________
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
General Motors keyptu týsku Opel
verksmiðjuna í 1929. Hesir Opel
Diplomat vóru gjørdir frá 1964-
1968. Á myndini er eisini ein Opel
Record frá sama tíðarskeiði
Chevrolet hava hoyrt til General Motors síðan 1918. Á
myndini er ein Chevrolet Impala Sport Coupé frá 1958
Bilverksmiðjan Vauxhall Car
Company í Onglandi var í
1925 yvirtikin av General
Motors. Myndin: Vauxhall
Cresta frá 1962
Vauxhall Cresta frá 1962