mikudagur 7. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 86 • 07. mai 2008
fínur kostur tá í tíðini. Kokkurin
var reinligur, sum ikki var nøkur
sjálvfylgja, sum umstøðurnar vóru
tá umborð. Alt gekk jú fyri seg í
lugarinum, har 15 av manningini
búðu. So dugdi kokkurin eisini
væl at kvøða og syngja.
Vit fingu ikki nógv hendan túrin,
hóast vit veiddu víða. Vit fóru avstað
síðst í februar og komu heim fyrst í
mai. Veiðan var 400 skipppund. Eitt
skipppund er 160 kg.
Til Grønlands
So fóru vit til Grønlands og var
hetta í juni mánaða. Tað var støðg
að fitt millum túrarnar, so menn
fingu møguleika at orðna eplir,
torv og annað heimaarbeiði. Tað
gjørdi eg eisini. Vit høvdu torv inni
í Djúpagili í Hoyvíkshaganum, og
her mátti alt húsfólkið hjálpa til.
Vit komu í eitt rættuligt ódnar
veður á Kappanum. Øll míni ár á
sjónum havi eg ongantíð sæð so
stóran sjógv. Tað var vaktarskifti,
og eg fór upp í kappan. Eg sá
sjógvin, tað var sum at síggja
eitt fjall. Eg sá, at sjógvurin
gjørdi seg til at bróta. Eg kúvendi
niður aftur í lugarið og segði
monnunum frá. So skoraði eg
meg fastan í gongini. Tað var ikki
annað at gera enn at bíða. Tá tað
brast, fóru menninir, sum sótu í
koyggjuni á veg at tørna út, snøgt
sagt flúgvandi í leysari luft tvørtur
um alt lugarið yvir í leborð.
Tað eydnaðist at fáa lúkuna á
kappanum fyri, so tað kom ikki
stórvegis av sjógvi niður í lugarið.
Tað var ein rættiligur hurlivasi, tá
ein kom upp aftur á dekkið. Alt
var brotið á dekkinum. Rútar vóru
farnir í stýrihúsinum. Roykhanus
var farin í kahúttini, og fossur
stóð niður har. Menninir komu
blásandi upp. Kabússan stóð og
gløddi, tá ið sjógvurin kom niður,
so tað var ein øgiligur dampur.
Ættin var landnyrðinur eystan.
Hetta var mitt um summarið.
Vit fingu ikki sjálvan sjógvin men
bara skúmið av honum. Hann
breyt áðrenn, hann náddi okkum.
Tá var man lítil. Skipið var einki
aftur í móti.
Aftaná tann dag havi eg havt
stóra respekt fyri havinum.
Vit lógu bakk, men fóru so at
sigla aftur, tá ið veðrið batnaði so
frægt. Tá vit høvdu siglt nakað,
kom eitt skip lensandi aftani frá.
Tá var tað Elsa av Toftum, skipari
var Matthias Jacobsen. Tað varð
sagt, at hann plagdi at leggja
nógv fyri. Hann kom koyrandi
forbí okkum, men hann hevði
eisini mist alt av dekkinum, tá
ið hann kom í Føroyingahavnina.
Matthias segði vanliga lítið, men
hann var ein pressari.
Í Grønlandi royndu vit fyrst á
Fylla Bank, so fóru vit norður eftir
á Stóra Hellafiskabanka.
Róðu við bátum
Vit róðu út við bátum og høvdu
tveir bátar við umframt skipsbát
arnar. Í brotinum vit fingu, vóru
teir farnir fyri skjeyti.
Bátarnir vit róðu út við vóru
fýra ella fimmannafør. Tað var
strævið at fáa bátarnar út og inn.
Tað var takkul, og so varð báturin
hivaður upp. Alt mannskapið
mátti vera við, so varð hann
trýstur út um lúnningina. Har hekk
hann, til skipið rullaði so mikið,
so varð hann tveittur á sjógv.
Tað var á sama hátt, tá báturin
skuldi takast inn aftur. Hetta var
tungt, tað var ikki altíð í góðum
líkindum, men vit vóru nógvir
menn.
Og so at síggja portugisararnar
við doriunum! Tær blivu bara
blakaðir á sjógv. Tær vóru jú
settar saman sum sild í dós.
Portugisararnir mistu ofta nógvar
bátar, tí tað kom mjørki á teir, og
teir funnu ikki móðurskipið aftur.
Fleiri vóru tiknir upp av føroyskum
skipum.
Vit royndu eisini við línu frá
bátinum, men frá skipinum
royndu vit við snøri. Teir royndu
viðhvørt at royna við línu frá
skipinum. Vit høvdu ikki línuspæl,
tí mátti línan dragast við hond.
Tað var øgiliga tungt. Tað var ein
stórur og sterkur skálvíkingur
Jenus, sum varð settur at draga.
Vit prøvaðu eisini, men tað var
ikki sum at siga tað. Tað var nógv
lættari at draga línu frá báti. Vit
settu línuna av bekki, sum vóru
nýttir, áðrenn stamparnir komu.
Flotfiskur
Í Grønlandi kundu vit eisini
uppliva flotfisk beint undir vatn
skorpuni. Hann var fiskaður við
snøri. Tað vóru bert fáir favnar at
draga, og tað var spennandi. Ta
einu ferðina vóru vit í einum báti
inni móti landi. Vit sóu á øllum
skrápinum, at her var fiskur.
Báturin gjørdist skjótt fullur,
hetta lítla fimmannafarið. Men
tað vóru bert 90 fiskar. Teir
vóru so ovurhonds stórir, og teir
vóru nærum gjarvaksnir. Hetta
var størsti fiskur, eg havi sæð.
Báturin var søkklaðin.
Eina ferð var farmaskip komið
í Føroyingahavnina, og allir vildu
sleppa inn at fáa post. Skiparin
vildi einki til tess. Hann vildi
heldur hava fisk. Men líkamikið.
Hendan leygardagin seinnapartin
vit frættu, at skipið var komið í
Føroyingahavnina, sóu vit flotfisk.
Vit sigldu eftir skrápinum og her
var nógv undir. Tá segði skiparin,
at ”fylla tit skipið nú, so skulu
vit fara at sigla inn í kvøld”. Tú
kann ætla, at hvør maður dreiv á,
so nógv hann kundi. Tá klokkan
var 10 á kvøldi gav skiparin boð
um at taka snørini inn. Tá lá hon
borðfull. Tá var eisini farið at
sigla.
Tað skuldi haldast heilagt, tá ið
komið varð inn í sunnudag. Hvør
maður fór beinanvegin at reinsa.
Tað gekk eitt sindur inn í sunnu
náttina, men hetta mátti gerast.
Vit koma í Føroyingahavnina,
her máttu vit sjálvir lossa fiskin
umborð í damparan og taka salt
eisini. Vit tóku proviant umborð,
sum vit høvdu lagt upp, tá ið vit
komu yvir.
Menn vóru til sølu
fyri bomm
Hvør maður fekk pakka heimani
frá, og tað var spennandi, hvat ið
var í pakkanum. Eg fekk millum
annað eitt blikk av bommum,
sum var sera forkunnugt. Eg trúi,
at tað bara var mær, sum dámdi
bomm, men tú kann trúgva nei.
Eg fekk alt gjørt fyri bomm. Teir
surraðu mær húkar, og teir gjørdu
mær snørið klárt, bara teir fingu
eitt bomm afturfyri.
Tað ringasta av øllum var
oljuklæðini. Tey vóru ofta bara
seymað úr mjølsekkjum, og so
vóru tey ferniserað lag oman á
lag. Tey skrædnaðu viðhvørt, men
tey fekk mann eisini bøtt aftur
fyri eitt bomm. Teir vóru óførir at
seyma hesir gomlu. Hvør maður
hevði nál og tráð við.
Oljuklæðini vóru gjørd heima.
Ein kundu eisini keypa tey frá
meiarínum. Jákup Weyhe, abbi
skemtaran við sama navni, gjørdi
oljuklæði umframt kryddaríir.
Tað var jú nógv ymiskt virksemi
hjá meiarínum. Har var eisini
dampvaskaríið, og beint við var
Weyhe.
Seinni, tá teir fluttu niðan á
Háls, vórðu oljuklæðini gjørd har.
Tað bar eisini til at keypa
útlendsk oljuklæði og sydvestar,
men tað var so dýrt.
Sigldu undan minum,
sum ikki vóru
Meðan vit enn vóru har yviri,
brast kríggið á fyrst í september
1939. Tað kom ein slík órógv
á menninar. Summi skip fóru
at sigla beinanvegin, men vit
fóru so at sigla 12. september.
Tá ið vit komu á Kappan fingu
vit vestanvind. Motorurin varð
steðgaður, tí tað var skjótari
at sigla við seglum. Øll segl
vóru sett til. Motorurin var ikki
sett í gongd aftur fyrr enn líka
vestan fyri Skúvoynna. Vit brúktu
12 samdøgur frá tí, vit fóru úr
Føroyingahavnini, og til vit komu
á Føroyar. Hetta var sera skjótt.
Mann brúkti ikki olju, tá tað
ikki tørvaði, og tað var meira
behagilig sigling við berum
seglum. Tá merkti man ordiliga,
hvussu skipið livdi.
Kríggið var sum sagt byrjað, og
tí vóru vit so ræddur fyri minum,
hóast tær slett ikki vóru aktuellar
so tíðliga. Hvørja ferð vit sóu
okkurt á sjónum sigldu vit í einum
Tá ið snørini vóru drigin inn, var farið at flekja
Ein veldigur toskur
Í dag gera skipini sjálvi drekkivatn. Men tá Johan var ungur varð farið undir
ein foss. Presending varð løgd í bátin. So varð fylt í hann. Tað næsta var at
tøma bátin við spannum og stoyta í vatntangan