Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 86 - 7. mai 2008 tíðindi Stutt Sagt Vil hava eftirlit til Zimbabwe Bretski uttanríkisráð­harr­ in, David Miliband, held­ ur, at altjóð­a samfelagið­ eigur at senda fólk til Zim­ babwe at halda eyga við­ seinna umfarinum av for­ setavalinum, sum verð­ur har. Miliband segð­i í gjár, at altjóð­a og óheft eftirlit er tað­ einasta, sum kann tryggja, at umvalið­ verð­ur rættvíst, og at báð­ir partar kunnu við­urkenna úrslitið­. Forsetaval var í Zim­ babwe tann 29. mars, men sambært almennu val­ nevndini fekk hvørki av valevnunum tey neyð­ugu 50 prosentini. Valnevndin sigur, at Morgan Tsvan­ girai hjá andstøð­uni fekk 47,9 prosent, og at Robert Mugabe, forseti, fekk 43,2 prosent. Andstøð­an vil ikki við­urkenna tað­ úrslitið­ og heldur uppá, at Tsvangirai fekk meiri enn 50 prosent av atkvøð­unum. Ósemjan um úrslitið­ elvdi til ófrið­, og minst tvey fólk eru deyð­, og umleið­ 500 særd í samanbrestum. Harkalið avdúkað Í Spania hevur løgreglan avdúkað­ eitt umfatandi brotsmannalið­, sum hevur stolið­ dýrar bilar í fleiri evropeiskum londum. Und­ ir einum átaki í býunum Madrid og Alicante kom løgreglan fram á 83 bilar av tí dýra slagnum, og 22 fólk vórð­u handtikin. Tey flestu tiknu eru úr Bulgaria. Umframt bilarnar legð­i løgreglan hald á tvær skammbyrsur, 12.000 evr­ ur, fleiri falsað­ar nummar­ plátur, koyrikort og ymisk skjøl. Løgreglan heldur, at brotsmenninir hava selt teir dýru bilarnar í Spania og í londum í Eysturevropa, skrivar AP úr Madrid. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Valið er, um vit skulu hava ein forseta, sum kann leiða amerikanska fólkið ímóti ljósari tíðum (Barrack Obama) útlond David Miliband er bretskur uttanríkisráðharri Mynd: Polfoto Hillary Clinton vann tepurt í Indiana og tapti stórt í North Carolina, men hon er treisk og sýtir fyri at gevast Uppstillingarvalini í statun­ um Indiana og North Caro­ lina síð­stu nátt bøttu ikki um møguleikarnar hjá Hill­ ary Clinton at gerast forseta­ valevni hjá demokratunum og kanska fyrsta kvinnan í embætinum. Heldur tvørtur­ ímóti, siga hennara egnu ráð­gevar. Politiskir eygleið­arar í USA eru yvirhøvur á einum máli um, at aftan á úrslitini í Indiana og North Carolina verð­ur tað­ trupult hjá tí endaliga uppstillingarfund­ inum hjá demokratiska flokkinum at gera annað­ enn at velja Barrack Obama til valevni í heyst. Tey bæð­i úrslitini í nátt hava við­ sær, at tann endaliga avgerð­in liggur í hondunum á teim­ um sonevndu servalmonn­ unum, og eygleið­ararnir halda, at hesir kunnu valla gera annað­ enn at velja Obama. Amerikonsku fjølmið­lar­ nir vísa á, at Barrack Obama hevur prógvað­, at hann er førur fyri at halda sær á beinunum, hóast tað­ leikar hart á. Í seinastuni hevur senatorurin úr Illinois verið­ fyri hørð­um ágangi, sum serliga hevur verið­ um samband hansara við­ tann umstrídda prestin Jeremiah Wright. Men úrslitini í nátt vístu, at Obama hevur rist atfinningarnar av sær, og fleiri fjølmið­lar siga, at stór­ sigur hansara í North Carolina kann vera við­ til at avgera forsetavalið­ í novem­ bur. ­ Eg vann greið­an sigur í einum stati, sum bleiv sagd­ ur at kunna fara báð­ar vegir, segð­i Obama í takkarrøð­u síni í North Carolina í nátt, áð­renn hann ynskti Hillary Clinton tillukku við­ sigrin­ um í Indiana. Men tað­ var munur á sigrum. Í North Carolina vann Obama við­ 14 prosentstigum, með­an Hillary fekk tvey prosentstig meiri enn hann í Indiana. Kanningar á valstøð­unum vístu, at enn eina ferð­ vóru tað­ tey svørtu, sum gjørdu mun. Í North Carolina fekk Obama 91 prosent av teim­ um svørtu atkvøð­unum. Ráðgevarnir ivast Hillary Clinton takkað­i í nátt fyri sigurin í Indiana, og hon gjørdi púra greitt, at hon hevur ongar ætlanir um at gevast, hóast sigurin har var tepur, og hóast hon tapti stórt í North Carolina. Sam­ stundis nýtti hon høvi til at bið­ja veljararnar um fíggjar­ ligan stuð­ul. ­ Vit eru á veg ímóti Hvítu Húsunum við­ fullari ferð­, men mær tørvar tykk­ ara stuð­ul fyri at halda fram, segð­i hon. Tey stóru bløð­ini The New York Times og Wash­ ington Post skriva í dag, at ráð­gevarnir hjá Hillary Clinton ivast í, um tað­ er rætt av henni at halda fram við­ valstríð­num. Ein av ráð­­ gevunum, sum vil vera ónevndur, sigur við­ The New York Times, at fleiri av stuð­lunum hjá Hillary Clinton fara at bið­ja hana gevast, og hann væntar eisini, at tað­ verð­ur torført hjá henni at savna meiri pengar til at halda fram. ­ Vit taptu í februar, og síð­ani hevur tað­ verið­ mót­ brekka. Nú tørvar okkum eitt undur, sigur ein av fremstu ráð­gevunum við­ Washington Post. Bara eitt undur kann bjarga Hillary Clinton Hillary Clinton hevur nógv at hugsa um, men hon vil ikki gevast Mynd: Polfoto Stórsigurin í North Carolina var kanska tað avgerandi stigið hjá Barrack Obama Mynd: Polfoto