Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 7. mai 2008 Í Onglandi verður nógv gjørt burturúr, at 60 ár eru liðin síðan fyrstu Morris Minor koyrdu av samlibandinum á Cowley verksmiðjuni í Oxfordshire i 1948. Minor vórðu gjørdir frá 1948 til 1971. Tað var Sir Alec Issigonis, sum teknaði Morris Minor, sum kom á marknaðin í 1948. Issigonis bleiv seinni heimskendur fyri at hava kollvelt allan bilaídnaðin í heiminum, við tað at hann teknaði Austin/Morris Mini, sum kom á marknaðin í 1959. Issigonis varð føddur í Turkalandi í 1906 og kom sum ungur Onglands, fekk enskan ríkisborgararætt og var útbúgvin verkfrøðingur. Hann varð settur í starv hjá Morris í 1936. Hann teknaði eisini Austin/Morris 1100, Austin 1800 og Morris Monaco. Í sambandi við 60 ára haldið fyri Morris Minor er ein bók komin út um søguna hjá bilinum. Bókin eitur »Morris Minor – 60 years on the road«. Hon er skrivað av Ray Newell, sum er skrivari hjá størsta Morris Minor felagsskapinum i Stórabretlandi. Bókin er 160 síður við yvir 300 myndum. Her hjá okkum koyrdu nógvir Minor, serliga sum pickup og vøruvognar. Í Danmark vórðu Minor nevndir ”Jordemoderbilen”. Kring um í heiminum koyra enn nógvir Minor sum ellisakfør. Tað vóru Sigird av Reyni og Reyni Service, sum umboðaðu Morris í Føroyum. __________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Morris Minor 60 ár Í ár eru 60 ár eru liðin síðan fyrstu Morris Minor koyrdu av samlibandi­ num á Cowley verksmiðjuni í Oxfordshire i 1948. Minor vórðu gjørdir frá 1948 til 1971, men kring um í heiminum koyra enn nógvir Minor sum ellisakfør Alec Issigonis (1906-1988) teknaði Minor og Mini 60 ár eru liðin síðan Morris Minor komu á marknaðin í 1948 Lýsing frá 1965