Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7. mai 2008 21 Bilradio er ein sending, har dentur verður lagdur á at at hava fleiri ymisk innsløg í hvørjari sending við tilfari um alt sum hevur við motorakfør og ferðslu at gera. Umframt at dendur verður lagdur á góðan tónleik í sendingini. Í sendingini eru t.d. biltíð­ indi úti og heima, prát við bila­ og motorsúkklusølur um hvat rørir seg á marknaðinum, hvørji nýggj modell eru á veg og hvørji selja best í løtuni o. s.fr. Sosialurin hevur umframt Bilradio á Rás2 eisini biltilfar í Sosialinum hvønn mikudag. Ætlanin er at gera meira við biltilfar við t.d einum portali, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2. Bilradio verður sent hvønn hósdag kl. 16 og verður endursent fríggjamorgun millum kl. 8 og 9 og leygardag kl. 13. Bilradio á Rás2 Síðan vit yvirtóku Rás2, hava vit arbeitt miðvíst við at fáa nýggjar sendingar á skránna, og ein av hesum er bilsendingin Bilradio, sigur Birgir Waag Høgnesen, sum samskipar sendingar og lýsingar á Rás2 Birgir Waag Høgnesen og Magnus Gunnarsson í útvarpsstovuni Mynd: Jens Kristian Vang Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdagin millum kl. 16 og 17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9, og leygardag kl. 13