Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 7. mai 2008 Rambler var eitt kent bilmerki í Føroyum í 60- unum og ein tann mest seldi rutu- og hýruvognur í landinum. Rambler bilar vóru fyrstu ferð gjørdir frá 1900 til 1914 og seinni aftur frá 1954 til 1969, tá teir skiftu navn til AMC Tey flestu í Føroyum hava antin hoyrt um ella minnast ameri­ kansku Rambler bilarnar, sum vóru ein týðandi partur av bilunum á føroysku vegunum í 60­unum. Teir fyrstu Rambler komu higar í 1960. Talan var um Rambler Classic. Í 1964 komu teir fyrstu Rambler American, sum var tann minsti og bíligasti Rambler, og 1965 komu Rambler Ambassador, sum var tann flottasti, størsti og best útgjørdi Rambler. Teir væl umtóktu og nógv seldu Rambler Classic vórðu í 1967 avloystir av Rambler Rebel. Rambler komu bæði sum sedan og sum stationcar. Tað og Rambler Rebel, sum avloysti Rambler Classic í 1967 Rambler Marlin frá 1965 innan. Instrumentborðið er annars sama slag sum á Rambler Ambassador Fyrstu Rambler vórðu gjørdir frá 1900 and 1914. Hesin er frá 1913 Evropeisk Rambler brochura, gjørd í samstarvi við Renault Rambler Classic brochura frá 1961