mikudagur 7. mai 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7. mai 2008
23
American Motors
vóru Berg Motors og Johannes
Berg, um umboðaðu Rambler
bilarnar í Føroyum.
Søgan um Rambler gongur
heilt aftur til fyrst í 20 øld, tá
fyritøkan Thomas B. Jeffery
Company frá 1900 and 1914,
gjørdu teir fyrstu bilarnar við
navninum Rambler.
Eftir tað vóru Rambler
yvitiknir av Nash Motor
Company og skiftu til navnið
Nash.
Í 1950 kemur Rambler navnið
fram aftur, tá ein av bilunum hjá
Nash Motor Company fær
navnið Nash Rambler. Í 1954
verða amerikansku bilverk
smiðjurnar Nash Motor
Company og Hudson Motor
Company lagdar saman til
bilfyritøkuna American Motors
Corporation. Nash og Hudson
vóru tvey sjálvstøðug bilmerkir.
Bilarnir sum American Motors
Corporation framleiða fáa nú
aftur navnið Rambler, sum teir
síðan nýttu til 1969. Frá 1970
skiftu Rambler navn til AMC, ein
stytting av American Motors
Corporation. Bilmodellini sum
komu higar eftir 1970 vóru t.d.
AMC Hornet, AMC Matador,
AMC Javelin, AMC Gremlin,
AMC Pacer og AMC Concord.
American Motors Company
(AMC) yvirtóku eisini
amerikansku KaiserJeep í 1970,
og fingu teir navnið AMC Jeep.
Soleiðis blivu Berg Motors
umboð fyri Jeep í Føroyum tey
fyrstu árini. Best kendu Jeep frá
tí tíðini eru helst Wrangler og
Cherokee.
Í 1978 keypti franska Renault
bilverksmiðjan American
Motors. Renault og AMC høvdu
tá í fleiri ár havt samstarv um
ymisk bilmodell, t.d. koyrdu
Renault bilar í onkrum londum
við AMC logo og øvugt.
Renault seldu í 1987 American
Motors til Chrysler Corporation,
sum gjørdu enda á AMC og Jeep
blivu til eina deild hjá Chrysler.
__________________________
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Rambler Classic árgang 1964
Rambler American árgang 1964
Rambler Ambassador frá 1965
Hýruvognar á bilstøðini Auto miðskeiðis í 60-unum. Hans David Heinesen fyllir bensin á sín Rambler Classic hýruvogn frá 1966. Hinir hýruvognarnir
eru f.v. Rambler Classic, Austin Cambridge, Rambler Classic, Peugeot 404 og Ford Taunus 17 m
Rambler Ambassador frá 1959
Rambler lýsing hjá Johannes Berg í 1967