Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2008 Samstarv USA-Grønland Tá grønlendingar fyri fýra árum síðani gingu við til at lata USA dagføra radarakervið í Thule, fingu teir eitt lyfti um, at USA skuldi økja sína samvinnu við Grønland afturfyri. Í hesum døgum fundast partarnir í Washington, og á borðinum eru uppskot um økt samstarv innan útbúgving, gransking, umhvørvi, íløgur og ferðavinnu, skrivar blaðið Sermitsiaq. Grønlendsku umboðini eru serliga hugað fyri at fáa fleiri amerikanskar íløgur, skrivar blaðið. Grønlendingar vilja hava fleiri amerikanskar íløgupengar Mynd: KNR Í hesum døgum gongur 12 ára gamli Rógvi Joensen í Sørvági runt sum ein sonn hetja. Við snarræði og køldum yvirliti bjargaði hann besta vini sínum, Áka Petersen, frá sikrum druknideyða BJARGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Jákup Suni Lauritsen - Hevði Rógvi ikki reagera so sum hann gjørdi, hevði Áki ikki verið á lívi í dag. Randi Petersen, mamma at Áka, er als ikki í iva um, at tað, Rógvi framdi sein- asta týskvøld, er einki minni enn eitt bragd. - Eg kann slett ikki takka honum nokk, sigur Randi Petersen. Hetjan sjálv, Rógvi Joen- sen, tekur alt eitt sindur meira róligt. Hann er bara glaður um, at vinmaðurin er á lívi. - Vit vóru farnir at fiska síl í Kongshylánni, og høvdu fingið eitt hampiliga stórt. So fóru vit yvir um ánna á betongplattin at fiska, greiðir Rógvi frá. Og longu tá var galið hjá Áka. Hann minnist als ikki, at teir vóru farnir yvir um ánna. - Áki leyp niður á plattin, og eg veit ikki, um hann kann verða lendur á hælin- um, og tað hevur sett upp í høvdið. Men hann virkaði eitt sindur undarligur tá, sig- ur Rógvi Joensen. Teir báðir standa so og fiska á betongkantinum eina løtu. - So knappliga datt Áki framyvir og út í ánna. Í fyrstani helt eg, at hann spældi hund, men tá eg rópti á hann, og hann ikki svaraði, skilti eg, at har ruggaði ikki alt rætt, sigur Rógvi Joensen. Hann gjørdi tí skjótt av og leyp út í ánna og helt høvdinum á vinmanninum oman vatnskorpuna. Áki er bæði størri og tyngri enn Rógvi, og tí mátti Rógvi bara samla seg um at hava høvdið á Áka omaná. Lukkutíð komu tvær gent- ur har. Tær ætlaðu sær at vita, um teir báðir høvdu fingið nakað síl. Ísakalt yvirlit Rógvi rópti á tær um at fara eftir hjálp, og skjótt komu tveir dreingir á staðið. - Eg rópti á teir um at ringja 1-1-2 eftir hjálp. Ein annar drongur kom eisini har, og hann hjálpti mær at fáa Áka upp á turt, sigur Rógvi. Síðani bað hann dreingin, sum hevði ringt eftir hjálp, um at ringja til foreldrini hjá Áka og siga teimum støð- una. Samstundis fingust Rógvi og hin drongurin við at geva Áka kunstigan andadrátt og hjartamassagu. - Áki andaði ikki, tá vit høvdu fingið hann upp á turt. Eg havi ongantíð lært fyrstuhjálp, men eg havi sæð tað oftani í sjónvarp- inum. So sjónvarpið er ikki so galið viðhvørt, sigur Rógvi smílandi. Rógvi og hin drongurin hava fingið so mikið við úr sjónvarpinum, at Áki eftir stuttari tíð hostaði vatn upp og byrjaði spakuliga at anda aftur. - Vit fingu sjálvandi ein skelk, tá ein drongur ringdi og segði, at Áki var um at drukna. Eg hevði staðið og hugt at øllum brandbilunum, sjúkrabilunum og løgreglu- bilunum, og tað gekk ein tíð, áðrenn eg fann út av, at talan var um eina venjing. Men tá vit so fingu hesa uppringingina hugsaði eg, at hetta kundi ikki vera part- ur av veningini, sigur Randi Petersen. Hon og maðurin, Pauli Bo Petersen, kvikaðu sær út í bilin og koyrdu við ferð oman á staðið, har dreing- irnir høvdu fiskað. - Tankarnir fuku gjøgnum høvdið á mær. Síggi eg hann á lívið aftur, ella eru vit ov sein, hugsaði eg, sigur Randi Petersen. Æviga takksom Tíbetur hevði Rógvi fingið lív aftur í Áka. Løgreglan og tveir sjúkrabilar vóru eisini á staðnum tá foreldrini komu fram. - Eg hugsaði als ikki klárt, tá eg kom á staðið. Áki var bleikur og tóktist ikki at kenna okkum, men tað gjørdi hann kortini. Eg sá at Rógvi sat og tosaði við politistarnar, men eg sansaði ikki at fara yvir at tosa við hann. Eg fór bara við Áka í sjúkrabilinum og hugsaði als ikki um, hvat Rógvi júst hevði verið ígjøgnum, sigur Randi Petersen. Tá Sosialurin í morgun vitjaði heima hjá Áka Peter- sen, var Rógvi eisini har. Avtalað var, at flokkurin hjá teimum báðum skuldi koma á vitjan hjá Áka, og hann kom júst meðan vit vitjaðu. Stóra bragdið hjá Rógva er stóra samtaluevnið í Sør- vági, og Rógvi hevur ikki tal á, hvussu ofta hann hevur greitt frá tí, sum hendi. Sum nevnt var brend- venjing júst um tað mundi, tá hendingin fór fram um 20.30-tíðina týskvøldið, og tí gekk tað so skjótt at fáa hjálp á staðið. Men tá boð- ini komu um at ein drongur var um at drukna í Kongs- hylánni, ivaðust menn eina løtu í, um hetta var ein liður í venjingini. Men tað var skjótt gjørt greitt, at her var talan um álvara. Løgreglan var tí sera skjót á staðið og somuleiðis sjúkrabilurin hjá Vestmanna sløkkiliði. Men tá hevði stóra hetjan longu fingið lív í Áka aftur. Og tað eru foreldrini hjá honum sera takksom fyri. - Tað er ikki reiðiliga ging- ið upp fyri mær fyrr enn nú, hvussu fantastiskt Rógvi reageraði. Áki slapp frá hendingini við einum heilaskjálvta og eitt sindur av vatni á lungunum. Hevði Rógvi ikki reagerað sum hann gjørdi, hevði Áki ikki verið á lívi í dag. Eg kann ikki takka Rógva nokk, sigur Randi Petersen eftir hending- ina, sum hevur skakað allan Sørvág. Ella øll uttan Áka sjálvan. Hann minnist nevni- liga einki til hendingina. Hann er ein sonn hetja Rógvi Joensen (tv) er stóra hetjan í Sørvági, eftir at hann bjargaði besta vinmanni sínum, Áka Petersen frá tí sikra druknideyða Ein fegin famijla saman við bjargingarmanninum. Randi, mamma Áka, Áki, Rógvi, Pauli Bo Petersen og fremst systir Áka, Bjørg Flokkurin hjá teimum báðum var og vitjaði Áka í morgun