hósdagur 8. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 87 - 8. mai 2008
- Vit halda tað vera
skeivt, at atlit ikki
verða tikin fyri áum,
sum renna oman
gjøgnum bygd øki
– og áum, sum geva
landslagnum lit og
spæl. Í dag liggja
hesar sum ljót og opin
sár og misprýða, segði
Elsa Annika Olsen,
tá hon handaði Bjørt
Samuelsen tær 645
undirskriftirnar í gjár
MótMæli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sundalagsfólk hava savnað
undirskriftir, tí tey meta
ikki, at framferðarhátturin
hjá SEV í sambandi við
vatnorkuútbyggingar
er
rættur, sum tey taka til.
- Vit halda, at vit saktans
kunnu útvinna orku úr
varandi orkukeldum, men
vit halda eisini, at hetta er
eitt sera viðkvæmt evnið.
Soleiðis, sum SEV arbeiðir
í sambandi við sínar vatn-
orkuútbyggingar,
merkir
grøn orka – í okkara verð -
svørt sár í landslagið. Her
hugsa vit um allar tær upp-
turkaðu áirnar í landslagnum
í Norðureysturoy.
Tað var Elsa Annika Ol-
sen, sum vegna fólk í Sunda-
lagnum handaði Bjørt Samu-
elsen, landsstýriskvinnu í
vinnumálum, tær 645 undir-
skriftirnar í túninum í Tinga-
nesi um 14-tíðina í gjár.
Saman við henni vóru
nakrar kvinnur, sum eisini
búgva á Norðskálaleiðini,
við í Tinganesi hendan góð-
veðursdag.
- Eftir okkara tykki er tað
ikki rætt, at allar áirnar verða
tiknar í einum so stórum øki,
tí hesi virðir kunnu ikki
gerast upp í peningi.
Tá Elsa Annika handaði
Bjørt Samuelsen undirskrift-
irnar, vísti hon á, at tá frið-
ingarmyndugleikarnir hava
givið loyvi til hesar útbygg-
ingar, kann tað bert merkja,
at málini onga veruliga við-
gerð hava fingið – men bert
eru avgreidd.
Svørt opin sár
Hon vísti eisini á, at
umhvørviskanningar
eru
gjørdar av djóra-og plantu-
lívi, men ongar kanningar
eru gjørdar av, hvørji árin
hesar útbyggingar hava á
tey menniskju, sum búgva
á hesum leiðum.
- Vit halda tað vera skeivt,
at atlit ikki verða tikin fyri
áum, sum renna omangjøgn-
um bygd øki – og áum, sum
geva landslagnum lit og
spæl. Í dag liggja hesar sum
ljót opin sár og misprýða.
Elsa Annika vísti á, at tað
er ikki long tíð, síðan Føroy-
ar lógu á einum fyrstaplássi
fyri minst spiltu náttúruøki
innan oyggjabólkar í heim-
inum.
- Hetta átti at stuðlað
undir ta gongd, at vit fara
væl um okkara náttúru og
vísa henni størsta ans, tá
útbyggingar verða framdar.
Hon endurtók, at tey, sum
nú hava savnað inn undir-
skriftir, als ikki eru ímóti
grønari orku úr varandi
orkukeldum.
- Men neyðugt er at gera
upp við hendan “alt ella
einki” hugburðin, sum er
galdandi, og neyðugt er at
finna ein millumveg, tá slík-
ar útbyggingar verða framd-
ar, sum ganga útyvir okkara
náttúru.
At vísa hógv
Tá Elsa Annika Olsen hand-
aði Bjørt Samuelsen, lands-
stýriskvinnu,
undirskriftir-
nar, nýtti hon samstundis
høvi at heita á myndugleikar
og elfelagið SEV um at vísa
hógv – og vísa náttúruni
ans.
- Vit vóna, at tú sum lands-
stýriskvinna fer at taka
málið upp við SEV, segði
stigtakarin til innsavnanina,
Elsa Annika Olsen, at enda.
Grøn orka
- men ikki
svørt sár
Elsa Annika Olsen, stigtakari, handar Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum, tær 645 undirskriftirnar ímóti, at SEV
turrleggur áir í sambandi við sínar vatnorkuútbyggingar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vikubløð stóran
týdning
Tað er sera ymiskt, hvat fólk halda um tey litføgru
donsku vikubløðini, men nú sigur rithøvundurin Jacob
Ludvigsen, at vikubløðini hava havt líka stóran týdning
fyri danska kunnleikastøðið sum háskúlarnir. Jakob
Ludvigsen sigur, at vikubløðini høvdu sína bestu tíð frá
miðskeiðis í 1930-unum til 1970-árini. Eitt er, at bløðini
vóru kunnandi, men tey eisini høvdu stóran týdning, tí
tað vóru mong, sum lærdu at lesa við at kaga í tey.
Samstarv við turkar
Turkar hava ikki altíð verið høgt í metum í Íslandi, men
tíðirnar broytast, og nú er turkiski ídnaðarráðharrin,
Mehmet Hilmi Güler, í Íslandi og tosar við íslendska
starvsbróður sín, Össur Skarphéðinsson, um samstarv
landanna millum. Turkar hava serliga áhuga í at brúka
jarðhita og vatnorku til elframleiðslu. Eitt nú er ætlanin at
tvífalda vatnorkuna, og tvey íslendsk feløg hjálpa teimum
við slíkum verkætlanum.
Íslendingar og turkar tingast um orkusamstarv
Mynd: Vísir
- Eg fari at ráðføra
meg við Fjarskiftiseft-
irlitið, sum umsitir
elveitingarlógina
og kanna eftir um
útbyggingarnar,
sum nú eru farnar
í gongd, eru í tráð
við nýggju lógina
á økinum, segði
Bjørt Samuelsen,
landsstýriskvinna
MótMæli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá Bjørt Samuelsen hevði
tikið ímóti teimum 645
undirskriftunum, sum fólk
við Norðskála hava savnað
móti vatnorkuútbyggingun-
um hjá SEV, segði hon, at
hon als ongar trupulleikar
hevur at fylgja teimum kensl-
um, sum tey føla, ið hava
tikið stig til og hava skrivað
undir mótmælisskrivið.
- Tá tú sært at ein á, har tú
býrt, verður turrløgd, er tað
sjálvsagt ógvuliga sárbart.
Samstundis,
sum
hon
ásannaði, at tað sjálvandi
ger fólki ilt, tá farið verður
eftir økjum, har tey búgva,
kundi hon ikki geva nakað
lyfti um, at vent verður
aftur við teirri útbygging av
vatnorkuni, sum SEV nú er
í holt við.
Avgerðin tikin
- Eg noyðist at viðurkenna,
at hetta er ein avgerð, sum
er tikin fyri rættiliga langari
tíð síðan, har ovasti myndug-
leikin hevur givið loyvi, og
har kommunali myndugleik-
in eisini hevur verið við til
at givið hetta loyvi. Tí er
tað rættiliga trupult at koma
aftur um aftur so langa tíð
eftir, at øll hesi loyvi eru
givin, segði hon.
Hon ásannað soleiðis, at
SEV hevur fingið øll neyð-
ug loyvi, og avtalur eru
gjørdar við arbeiðstakarar.
- Vit fingu eina nýggja
elveitingarlóg í fjør, og sam-
bært hesi eru krøvini herd í
sambandi við umhvørvisat-
lit, sum skulu takast, tá
útbyggingar verða framdar.
Bjørt vísti á, at tá ið tosað
verður um umhvørvi, er
talan um djóra-og plantulív
og umhvørvið annars.
- Eg fari at ráðføra meg
við Fjarskiftiseftirlitið, sum
umsitir elveitingarlógina og
kanna eftir um útbyggingar-
nar, sum nú eru farnar í
gongd, eru í tráð við nýggju
lógina, segði Bjørt Samu-
elsen, sum ikki kundi geva
sundalagsfólki nakað lyfti í
túninum í Tinganesi í gjár,
tá hesi handaðu landsstýris-
kvinnuni undirskriftirnar.
Bjørt kundi eingi lyfti geva
- Vit fingu
eina nýggja
elveitingarlóg í
fjør, og sambært
hesi eru krøvini
herd í sambandi
við umhvørvis-
atlit, sum skulu
takast, tá útbygg-
ingar verða
framdar, segði
Bjørt Samuelsen,
lands-
stýriskvinna
Mynd: Vilmund
Jacobsen