Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2008 Kringvarpið egin stovnur Grønlendski tinglimurin Josef Motzfeldt er nú komin við uppskoti um, at tað almenna kringvarpið KNR verður loyst frá landsstýrinum og skipað sum ein sjálvsognarstovnur. Josef Motsfeldt vísir á, at starvsfólkini í kringvarpinum støðast illa, og hann heldur, at sum sjálvsognarstovnur kann kringvarpið bjóða starvsfólkinum betri sømdir enn nú. Hann vil nú hava politikararnar at tosa um, hvussu KNR skal fíggjast og stýrast sum egin stovnur. Seldu nógvan fisk Apríl mánaður royndist væl hjá norsku fiskavøruútflytarunum. Tølini vísa, at hendan mánaðin seldu norskar fyritøkur fisk og fiskavørur av landinum fyri 2,9 milliardir norskar kónur, og tað er 15 prosent meiri enn í sama mánaði í fjør. Í síðsta mánaði seldu norðmenn laks fyri 1,3 milliard krónur, og størsti vøksturin var á marknaðunum í Russlandi og Póllandi. Saltfiskasølan vaks heili 80 prosent og kom upp í 322 milliónir krónur. Grønlendska kringvarpið verður kanska sjálvsognarstovnur Mynd: KNR Tað var eitt petti av kunsttarmi, sum var í livradeigginum, sum ein maður keypti í SMS tann 27. februar. Kunsttarmur er ster­ ilur og verður brúktur í pylsuframleiðsluni MATVØRUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í Sosialinum 28. mars skriv­ aðu vit um ein mann, sum hevði keypt ein pakka av livradeiggi í Miklagarði, har eitt fremmandlikam var í, sum í fyrstu syftu varð hild­ ið at vera eitt heftiplástur. Maðurin gjørdist sera skakkur av hesum, tí sum vera man er tað sera ólekk­ urt at finna eitt heftiplástur í matvørum. Pakkin fór á Heilsufrøði­ ligu Starvsstovuna, har frem­ mandlikamið varð kannað. Í fyrstu atløgu søgdu tey, at tað líktiskt einum heftiplástri, men tað kundu tey ikki staðfesta, fyrr enn gjøllari kanningar vórðu gjørdar. Tey í Miklagarði fingu til vega eitt stykki av kunst­ tarmi frá veitaranum, sum er latin Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Jørgen Jørgensen, slakt­ arameistari í Miklagarði segði beinanvegin við 100% vissu, at einki heftiplástur ella nakað annað fremmand­ likam varð komið í matin í Miklagarði, tí innanhýsis­ reglugerðin er so strong, at hetta ikki letur seg gera. Hann segði eisini, at eingin hjá slaktaranum í Mikla­ garði arbeiðir við heftiplástri á hondunum. Tá Sosialurin tosaði við Jørgen Jørgensen í gjár, hevði hann ikki frætt um úrslitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – og hann fegnaðist sum vera man. ­ Hatta vísir bara, at tað loysir seg at bíða, til man hevur hoyrt allar partar í einum máli, heldur enn at fara út við einum ódoku­ menteraðum pástandi, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari, sum heldur at Sosialurin í hesum føri hevur verið ov skjótur við avtrekkjaranum. Hann skilir væl, at fólk argast, tá tey finna eitthvørt í matinum, sum ikki skal vera har. Men sum hann eisini vísti á í Sosialinum 31. mars í ár, so er tað stórur munur á, um talan er um eitt heftiplástur ella – sum tað nú vísti seg – eitt petti av kunsttarmi. ­ Kunsttarmurin er sterilur, og hann verður brúktur í pylsuframleiðsluni. Hann skal sjálvandi ikki vera í livra­ deiggi, men eingin fær skaða av honum kortini, sigur Jørg­ en Jørgensen, sum er vísur í, at hesin kunsttarmur ikki kann vera komin í livra­ deiggið í Miklagarði, men í framleiðsluliðnum áðrenn. Jørgen Jørgensen sigur, at tey sjálvandi merktu tað á søluni, tá søgan stóð á for­ síðuni á Sosialinum. Men kortini var tað eingin annar, sum boðaði frá nøkrum fremandlikami í livra­ deigginum. ­ Eg skilji væl, at fólk gera vart við slíkt, og vit vilja sjálvandi halda eyguni meira opin – vera meira árvakin, sigur Jørgen Jørgensen, slakt­ arameistari í Miklagarði, sum er sera fegin um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er komin til hesa niður­ støðuna. Ikki plástur men ein kunst- tarmur Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í Miklagarði, fegnast um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú hevur staðfest, at talan var um sterilan kunsttarm, sum varð funnin í einum pakka av livradeiggi, og ikki eitt heftiplástur, so sum Sosialurin skrivarði 28. februar Ein deyður stórhvalur fleyt eystanfyri Nóls­ oynna í gjár. Brimil fór at leita og sleipaði hvalin einar 60 fjórð­ ingar úr landi STÓRHVALUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Bárður Jensen Ein útróðrarbátur boðaði frá, at ein stórhvalur fleyt eystanfyri Nólsoynna. Brimil fór at leita eftir hvalinum, og út fyri Drang­ unum, sum nólsoyingar rópa tað, funnu teir hvalin flótandi deyðan. Endi varð settur fastur á sveivin, og hvalurin sleipaður einar 60 fjóringar út frá landi. Tað stóð ramur rotroykur úr hvalinum, so hann man hava floti deyður í rúma tíð, hvøljan var fyri tað mesta skalla av honum. Deyður stórhvalur eystanfyri Nólsoynna Báturin hjá Brimli hevur sett fast á stórhvalin Og síðani sleipaði Brimil hvalin 60 fjórðingar eystur úr landi