Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2008 60 ára stovningarveitsla Tjóðveldsins 22. og 23. mai 1948 bleiv Tjóðveldisflokkurin stovnaður. Tað eru 60 ár síðani, og verður hetta markerað við kvøldsetu hóskvøldið 22. mai og veitslu á Hotel Føroyum leygarkvøldið 24. mai. Úr Tjóðveldinum siga tey, at veitslan verður fyri øllum, og at freistin at tekna seg er 20. mai. Ingun í Cannes Dreymurin hjá einum og hvørjum filmselskara er at sleppa til Cannes hesa ársins tíð. Tí nú er filmsstevna har í býnum. Í ár gongur dreymurin út hjá Ingun í Skrivarastovu. Hon fer á filmsstevnu í Cannes sum partur av liðnum handan filmin Throwing Paint Tins off the Roof, ið verður sýndur á ShortFilmCorner. Hetta er ein poetiskur heimildarfilmur um ein býling, um byggilistina og samfelagsligu broytingarnar, lýstar við tveimum líkum háhúsum har eysturi í London. Gjøgnum fyrrverandi íbúgvar varpar filmurin ljós á nútíð og fortíð. Filmurin varir 20 minuttir og er tikin í DV 8 formati. Leikstjóri er danska Vibeke Bryld, sum býr og arbeiðir í London. Michael Shepherd hevur filmað og Ingun í Skrivarastovu hevur klipt og co-produserað. Framleiðslufelag er bretska Stampede, sum nýligani gjørt filmin Inside Hamas. Filmurin Throwing Paint Tins off the Roof verður eisini sýndur á CPH:DOX 7.-16. november 2008. (Kelda: www.birkblog.blogspot.com) - Hóast samlaða føroyska útlátið er 9% hægri í 2006 enn í 1990, er tað áhugavert, at útlátið árini 2001-2006 er minkað við 3%. Nú verður spennandi at síggja, hvønn veg tað fer at fara, men greitt er, at uttan krøv um minkandi útlát, náa vit ongantíð málinum, sigur Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni Útlát Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á tíðindafundi á Umhvørvis- stovuni í morgun, legði Jóhanna Olsen, deildar- leiðari, fram nýggjastu tøl- ini, sum við verandi tal- grundarlagi lýsa føroyska útlátið av veðurlagsgassum. Nú nýggj tøl eru tøk, hevur stovnurin eisini lagt tey fram fyri løgtings- og landsstýrisfólkum. At Føroyar hava tikið undir við veðurlags-sáttmál- anum, merkir, at vit hava skyldu til at fráboða útlátið av veðurlagsgassum til altjóða klimapanelið IPCC, sum tað verður rópt. Seinasta føroyska fráboð- anin um útlát, sum latin er IPCC, er fyri tíðarskeiðið 1990-2001. Útlátið er økt Nýggjastu tølini hjá Um- hvørvisstovuni vísa eina lítla minking í samlaða útlátinum hjá Føroyum samanborið við seinastu uppgerð. Sambært tølunum, sum stovnurin fær frá Hagstovu Føroya, hevur útlátið av veðurlagsgassum í 2006 verið umleið 3% minni enn útlátið í 2001. Hyggja vit at broyting- unum, sum verið hava árini 1990-2006, vísa hagtølini, at útlátið hjá akførum er økt 18%, hjá skipaflotanum er talan um ein vøkstur upp á 16%, men hjá húsarhaldum er útlátið heili 21% minni í 2006 enn í 1990. - Samlaða útlátið av veðurlagsgassum hjá Føroy- um er árini 1990-2006 økt við umleið 9%, sigur Jóhanna Olsen. Hagtalsgrundarlag Samstundis, sum Umhvørv- isstovan hevur lagt nýggju tølini fyri myndugleikar og almenningin, ásannar stovn- urin, at hagtalsgrundarlagið ikki er nóg dygdargott. - Dygdin í hagtølunum er svingandi, og tí er grundar- lagið fyri ávísar bólkar eisini ov vánaligt. Men hetta eru tó tey frægastu og bestu hagtøl, sum eru tøk í dag. Jóhanna vísti á, at tað kanska serliga er í fiski- flotanum, at hagtølini ikki eru nóg góð. - Vit hava tveir útbjóðarar av olju, og tað er ymiskt, hvussu teir skráseta tølini og uppgeva tølini til Hag- stovu Føroya. Tí verður neyðugt við krøvum um, hvussu hesi tøl skulu skrá- setast. Hon segði, at tá ræður um útlát, sum skal takast við upp í føroysku tølini, er bert talan um skip og flogfør, sum eru í føroyskum øki – og ikki ímillum lond. - Føroysku hagtølini skulu einans vísa útlátið í føroyskum øki. Tí verður neyðugt í framtíðini at skipa tølini eftir IPCC- veðleiðingini, segði hon. Einki er gjørt Jóhanna Olsen segði, at tá veðurlagshagtølini vórðu uppgjørd seinast, varð eisini víst á, at dygdin í hagtølun- um var ov vánalig. - Saman við teirri upp- gerðini vóru tilmæli um, hvussu dygdin í tølunum kundi betrast, men í hesum tíðarskeiði er einki gjørt við hetta. Soleiðis eru somu ivamál galdandi fyri nýggj- astu hagtølini. Spurd, um hesi ivamál í hagtølunum eisini verða fráboðað IPCC, segði hon, at tað verða tey. Deildarleiðarin segði, at hóast samlaða føroyska útlátið er 9% hægri í 2006 enn í 1990, er tað áhugavert, at útlátið árini 2001-2006 er minkað við 3%. - Nú verða spennandi at síggja, hvønn veg tað fer at fara, men greitt er, at uttan krøv um minkandi útlát, náa vit ongantíð málinum, segði Jóhanna Olsen. 17% ov høgt Ronnie Thomasen, sum starvast á Umhvørvisstov- uni, segði á tíðindafundin- um, at skuldu Føroyar átikið sær tær skyldur, sum fylgja Kyoto-protokollini, kunnu vit í stuttum siga, at før- oyska útlátið av veðurlags- gassum í dag er 17% ov høgt. - Sambært hagtølunum er samlaða føroyska útlátið í 2006 9% hægri enn í 1990, men tað skuldi verið 8% lægri enn í 1990. Vit kunnu tí stuttum siga, at munurin er 17%, sum føroyska útlátið er ov høgt, segði Ronnie Thomasen, sum ann- ars fegnaðist um, at útlátið hjá føroysku húsarhaldun- um er minkað munandi, eins og eitt nú Elfelagið SEV hevur minni útlát í 2006 enn í 1990. Neyðugt við krøvum um útlát Tað var Jóhanna Olsen, deildarleiðari, sum hevði framløguna um føroyskt útlát fyri Umhvørvisstovuna Mynd: Jens Kr. Vang Jákup Pauli Joensen er stjóri á Umhvørvisstovuni. Undir liðini á honum situr Ronnie Thomasen Mynd: Jens Kr. Vang