hósdagur 8. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 8. mai 2008
11
Rættiliga eyðkent fyri ta
støðu, landsstýri og sam
gonga ofta koma í, sæst í
týsdagsútgávuni av Sosiali
num. Á forsíðuni rópar
Jóhan Páll Joensen, umboð
fyri arbeiðsgevararnar
neyðarróp eftir arbeiðs
megi, meðan Sonja Jógv
ansdóttir, umboð fyri
arbeiðstakararnar inni í
blaðnum gremur seg um, at
eg og Javnaðarflokkurin
við uppskotinum um broyt
ingar í útlendingamálinum
vilja elva til ruðuleika á
arbeiðsmarknaðinum.
So kann ein spyrja. Hvat
er tað fyri ein loysn, lands
stýrið hevur lagt fyri ting
ið, tá báðir partar tykjast
meiri ella minni ónøgdir.
Jú, vit hava júst funnið
eina hóskandi fyribils
loysn, ið beinanvegin gevur
arbeiðgevarum møguleika
at fáa meira fremmanda
arbeiðsfólk til landið,
samstundis sum arbeiðs
takararnir kortini hava ta
trygd, at hesin møguleikin
steðgar, tá arbeiðsloysið fer
uppum 3,5%.
Við hesum hevur lands
stýrið tilgóðasæð bráð
feingistørvin hjá vinnuni,
samstundis sum lagt verður
upp fyri ótryggleikanum
hjá arbeiðstakarunum.
Hetta skuldi verið ein góð
fyribilsloysn, so leingi
partarnar á arbeiðsmarkn
aðinum ikki eru komnir
ásamt um eina fastlønarskip
an, og so leingi sum eftirlits
skipan landsstýrisins ikki er
farin at virka til fulnar.
Støðan á arbeiðsmarkn
aðinum hevur í alt ov langa
tíð verið hon, at vinnan
hevur tørvað arbeiðsmegi,
uttan at landsstýrið hevur
loyst trupulleikan. Hetta
hevur ivaleyst havt við sær,
at búskapurin hevur verið
fyri afturstigum, og tað
gagnar so avgjørt ongum í
samfelagnum. Hinvegin má
landsstýrið eisini tryggja, at
landið ikki verður opnað
fyri fremmandari arbeiðs
megi í so óðum verkum, at
aðrir trupulleikar verða
skaptir sum frá líður.
Eg eri sera harmur um,
at tað tók so drúgva tíð at
fáa málið lagt fyri tingið.
Men orsøkin var í stuttum,
at vit (Javnaðarflokkurin)
ynsktu at mýkja málið so
mikið, at arbeiðstakara
feløgini kundu liva við
uppskotinum.
Tí er tað ikki sørt ørkym
landi, at Sonja leggur eftir
mær og Javnaðarflokki
num. Men soleiðis er so
mangan. Men tá Sonja
sigur, at eg ikki havi megn
að at fingið skipaða viður
skifti á arbeiðsmarknaði
num, so lat meg minna
hana og øll onnur á, at tað
hevur ongantíð verið gott
latín, at politikarar leggja
seg út í viðurskifti, sum
partarnir varða av.
Mín greiða fatan er, at
vit eru komin so langt við
hesum uppskoti, sum til
ber. Loysnin hevur næstan
bæði selar og reim. Áset
ingin um, at lógin gerst
óvirkin, um arbeiðsloysið
fer upp um 3,5%, er
beinleiðis trygd fyri, at
útlendsk arbeiðsmegi ikki
ótálmað sleppur inn í
samfelagið. Framíhjárætt
urin er loystur so langt, at
skrivlig tilsøgn frá FAG
liggur um samráðingar um
eina fastlønarskipan til
flakvirkisvinnuna. Longur
røkka ikki okkara møgu
leikar. Nú er tað upp til
partarnar at fáa loyst
málið.
Eg má siga, at Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna við hesum
málinum hevur víst sera
gott politiskt handalag.
Haraftrat hevur hon frá
boðað, at ein útlendinga
stova verður sett á stovn,
umframt at útlendinga
málið veður yvirtikið
komandi ár.
Sonja sigur í endanum
av sínum glepsi, at enn sita
fakfeløgini spent og bíða.
Tað er júst trupulleikin.
Nei, nú er ikki at bíða. Nú
er at fara til verka og fáa
gjørt eitt gamalt ynski um
fastlønarskipan til veru
leika. Eg rokni við, at
nógvir av tykkara limum
bíða í spenningi.
Latið nú tingið fáa
arbeiðsfrið til at avgreiða
málið. Tað tænir øllum
pørtum.
løgmaður
Jóannes
eidesgaard
Útlendingamálið enn einferð
Misingin er av á hesum
sinni. Fullmánin avtekur
so líðandi aftur enn
einaferð. Óluksáliga gott,
ikki at skula liva av at
rekja línu, skera agn,
egna, taka olju og pro
viant, seta og draga, drepa
torsk, avreiða og koma
heimafur til betra partin
av hjúnabandinum. Nei,
misunt verður ikki
teimum, sum tað gera
Hóast tað ikki er illa meint,
er mær sagt, at síðsti idiot
urin ikki er føddur enn.
Vinmaðurin kom fram
við, rokskiparin, sum ikki
visti, hvussu hann skuldi
stytta sær stundir. Hevði
bøtt trol og fekk gænir.
Legði mær soleiðis til at
fara til fjals við slongitráðu
og spinnara at fiska síl.
Jú gaman í, men hvussu
skuldu vit báðir bera
okkum at í lágættarstormi
við ælingi, og eygum, sum
krevja langar armar og
fittar fingrar, at knýta
nylonknút á spinnara?
Sjáldan er tilkomin sjó
maður ráðaleysur, tí bleiv
snapplásið íknýtt í lága
kjallararúminum.
Vælklæddir í yvirlilsils
draktum komu vit umsíðir
til ásetta staðið, sum
sambært forfedrum okkara
skuldi verða avbera gott,
hvat sílaveiðu viðvíkur.
Grammur, sum ikki
einaferð, hoppaði hann úr
førarasetrinum í dýra 4
hjólstrekta japanaranum.
Treiv eftir tráðu síni og
slongdi út. Guddoy! Áfast
var beinan veg.
Rokskiparin, fimur og
fúsur, hevði fingið tvær
penar bleikjur, áðrenn eg
yvirhøvur var komin úr
bilinum, kasta mær av
vatninum, og var til reiðar
við tráðu míni. Spennandi,
hugsaði eg glaður hansara
vegna, at hann ikki bleiv
ongul í reyv.
Standi við vatnsbreddan,
tráðu í hond og "spinni".
Tolin sum altíð, mest sum í
øðrum heimi, við tankum
mínum um skapanarverkið,
Guds undurfulla mátt og
megi, hydroforiskar kreftir,
regn og lágættarstorm.
Áðrenn langt um longi,
tørnaði fyri hjá mær.
”Gellan” var so trivalig, at
eg onki formáddi mær sum
sílafiskari. Vinmaðurin gav
mær í neyðini praktiskar
fiskivegleiðingar. Alíkavæl
kláraði hon at tøma spæl
trumluna fyri nylon. Eg
mátti sanniliga út í, bleiv
vátur um brøkurnar. Men
tá herðindini vórðu av,
hevði eg kortini munin.
Aftaná tógvi stríð, lirkan
og lumpan, eydnaðist at
fáa hana inn at breddanum.
Harragud, tað var gott, at
rokskiparin fekk sparkað
trivaligu errjuna uppá turt,
tí spinnarin loysnaði júst í
hesi stund. Hann bankaði
nakkan í stein, og vit fóru
ovurfegnir niðan móti
jeepinum við 28” errjuni
ímillum okkum. Vorðið
sum, reypaðu eitt sindur og
fingu okkum eina cigar. So
aftur at fiska.
Cigarin meir enn hálv
roykt. Útslóknað. Gud havi
lov og takk, nú var áfast
afur hjá mær. Hesuferð var
tað ein stór bleikja, sum tó
í stødd og styrki, ikki rætti
liga stóð mát við ta fyrru
errjuna.
Raggadropin hongur,
ælingur og vindurin
veksur. Brillurnar døggast,
komin fastur í botn. Rykki
og skrykki. Endin er, at tað
loysnar. Men hvat?
Spinnarin brestur úr botni
og beint í nøsina. Agnhald
stendur djúpt innanfyri í
klivaranum. Nú eru góð
ráð dýr! Hóast alt, glaður
yvir at døggutu brillurnar
umsíður koma til sín rætt,
sum verjuskjøldur fyri
eygu tvá. Best man verða
at gevast og fáa tútin frían.
Sparingar á sosiala
postinum á landsfíggjar
lógini, merkjast ofta
manna millum. Av hesi
orsøk hava vit í Vestmanna
sjáldan tøkan lækna. Tí
valdu vit at greiða
konsultatiónina á forsetri
num í jeepinum. Skolaðu
nøs og spinnara í ”lívsins
vatni”, samstundis sum
tungan hekk uttanborða í
opnum gapi.
Vinmaðurin royndi seg
sum doktara. ”Eg má so
siga, seigt sum jødafor
húð”: Letur í rokskipara
num. Men hann er vanur at
greiða línu og egna, hugs
aði eg við mær sjálvum.
Júst hesin fimleiki hjálpti
væl til at krøkja ígøgnum
og klippa av við hvøssu
bítitongini. Í somu vending
brast stumpurin við agn
haldinum burtur úr tútinum
og vekk. Turkaðu bløðing
ina, so aftur at "skola nøs
og skola nøs”.......
Kvøldið eftir fekk kona
hansara ongul í reyv,
bókstavuliga sagt; tí tá hon
kom aftur frá bindiklubba
við jeepinum, stóð stump
urin við agnhaldinum
fæstur í rumpuni á henni.
”Men hvad kan man
gjøre ved saadanne mænd,
der ikke have snøre i eje”.
Rokskiparin og eg
Vestmanna
HJalmar n.
Poulsen
Ringt var at trúgva sínum
egnu oyrum, nú boðað varð
frá, at alt løgtingið hevði
samtykt forboð fyri øllum
lýsingartilfari á útlendsk
um máli. Sum skilst var
hetta forboð ásett eftir boð
um frá føroyska presta
stýrinum (málnevndini).
Tað er greitt, at nøkur
ynskja og hava altíð ynskt
at steingja landið av fyri
útlendskari ávirkan. Hetta
hava serliga verið tey
Kubatrúgvu, blandað við
fyrrverðandi DDR
viðhaldsfólkini. Men at
eingin annar mutar ímóti
hevði eg ikki roknað við.
Dagin eftir samtyktina
um forboðið boðar heims
pressan frá, at Kubanar fyri
fyrstu ferð sleppa inn í ein
telduhandil, gott nokk
kunnu teir ikki enn keypa
eina teldu, sum har kostar
4.000 krónur, ímeðan lønin
sigst verða 150 krónur um
mánaðin.
Í mínum barnaárum
gleddist man serliga til
tíðina, tá donsku príslistar
nir komu í hvørt hús.
Dreingirnir vóru mest
spentir upp á tann frá
Candor, har serliga øll
útgerð til súkklurnar var at
fáa, man stríddist við tað
danska til at finna fram til,
hvat skuldi bestillast. Hjá
konufólkunum var tað helst
tann hjá Daels og aðrir
mótapríslistarnir, sum
høvdu størsta áhugan. Helst
lærdu fleiri enn eg meira
danskt úr Candor príslista
num enn í skúlanum.
Ótrúligt at man kundi
uppliva at fyrsta stigið í
globaliseringini skuldi enda
við einum forboði fyri
øllum útlendslum tilfari.
Hugaligt verður, tá stórar
europeiskar haldilsketur
fara at senda lýsingartilfar
á enskum til teir áleið 500
milliónur europearar, men
samtíðis fáa at vita, at
ímillum hesar 500 milli
ónir eru 48.000 fólk sum í
fylgi prestastýrinum ikki
tola at síggja ella lesa slíkt.
Ófatuligt at brúka fleiri
100 milliónir í skúlanum
fyri at okkara børn skulu
læra útlendskt mál, tá ið
hesi so skulu brúka tað, so
setur man forboð fyri tí
møguleikanum.
Eg gangi út frá, at
Heilsufrøðiliga Starvs
stovan gevur Málnevndini
frávik (undantak) fyri at
skipa fyri einum almenn
um báli, hvar øll húsarhald
frívilliga bera á bálið alt
útlendskt lýsingartilfar, tey
kundu ligið inni við,
áðrenn Málnevndin fer á
húsarannsókn fyri at
handtaka tey, sum ikki
frívilliga hava latið alt
útlendskt tilfar á bálið.
Undrist yvir mínar fyrr
verðndi starvsfelagar í
vinnunevndini, at teir samd
ir taka undir við harraboð
um frá prestastýrinum. To
talt forboð ljóðar ikki sum
eitt vinnuligt frambrot.
Næsta stigið verður væl
at steðga útlendskum
lýsingum á internetinum.
Havi hoyrt okkurt um, at
man í Norðurkorea og á
Burma hevur okkurt tílíkt
system. So tað hevði verið
upplagt, at landsstýrismað
urin í uttanríkismálum í
einum av sínum mongu
uttanlandsferðum millum
lendi í Norðurkorea fyri at
finna tað totala forboði.
Hurra fyri fyrsta átaki
num í globaliseringini.
Henrik old
Tað lukkaða landið
viðmerkingar