Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 87 - 8. mai 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 9. mai 2008 eru áttati ár síðani KFUK-skótar vóru stovnaðir í Føroyum. Av teimum fyrstu sum avløgdu lyftið hendan dagin kunnu nevnast: Gunnhildur Evensen, Eva Thomsen, Liffa Gregorius- sen, Aspa Poulsen og Thurid Waagstein. At KFUK-skótar í ár hava virkað í Føroyum í áttati ár, eigur at hátíðarhaldast. Frá kl. 16 verður opið hús í KFUK í Havn, har øll sjálvandi eru hjartaliga vælkomin. Vit hava samlað nakrar myndir av skótum frá øllum hesum 80 árunum, og gott hevði verið um onkur kundi komið at hjálpt okkum at sett navn a hesar myndir. Dagbøkur frá øllum árunum liggja eisini frammi allan dagin. Ein drekka- munnur og okkurt gott aftur- við, verður eisini at fáa og vit syngja og hoyra eitt sindur um skótarørsluna. Vónandi eru nógvir fyrr- verandi og núverandi KFUK-skótar, familjur og onnur, sum koma framvið í KFUK 9. mai millum 16 og 18. Føroya KFUK-skótar 80 ár Andlát og jarðarferðir Amanda Jacobsen, happadráttsseljari, ætt- að úr Saltangará búsit- andi í Tórshavn, andað- ist á Landssjúkrahúsin- um sunnudagin, 86 ára gomul. Kistan ferð úr Landssjúkrahúskapell- inum hósdagin kl 17.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju fríggja- dagin kl 13.00 Anna Gardar Hansen andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mánadagin, 78 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum hós- kvøldið kl. 18. Jarðar- ferðin verður úr Christi- anskirkjuni fríggjadagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Annu, kunnu lata eina gávu til Emma- us, konta í peninga- stovnunum. Jóhanna Mathea Skaale, Tórshavn, and- aðist 5. mai. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðs- kapellinum fríggjadagin klokkan 15. Tey, ið vilja minnast Johonnu, kunnu lata Ellisheiminum í Havn eina peningagávu, konta í Eik Banka. Andlát og jarðarferðir Takkarkvøða Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið mintust meg á 90 ára føðingardegnum 16. febr. og gjørdu mær dagin ógloymandi. Takk fyri gávur, blómur, fjarrit og uppringingar. Blíðar heilsanir Sigga Hansen, Kollafjørður Dagurin 9. mai. Kaspar. Ein av teimum trimum heilagu kongunum. Føroyska navnið er Jaspur. Týdningurin er ókendur Stásiligar vóru tær! Myndin er helst tikin einaferð í 50’unum. Ása Østerø við sínari patrulju Tøkk Vit vilja takka øllum hjartaliga, sum hjálptu okkum í sambandi við at mamma, svigarmamma, omma, langomma og systir okkara Katrin Jovina Skarðhamar bleiv jarðað sunnudagin tann 4. mai 2008. Ein serlig tøkk til vakran sang í kirkjuni og til tykkum, sum vitjaðu hana, meðan hon lá sjúk fyrst í Føroyum, síðan á Ríkissjúkrahúsinum og á Herning sjúkrahúsi. Takk til Árant Johannesen fyri troystarrík orð í kapellinum í Herning. Takk til tykkum, sum ringdu, og tykkum, sum sendu blómur og tykkum øll, sum hjálptu til við ervinum. Vegna tey avvarðandi Heðin Skarðhamar Takk Øllum tykkum mongu, bæði nær og fjar, sum hvør á sín hátt vóru við til at gleða okkum og gera silvurbrúdleyp okkara so hugnaligt og minnisríkt, takka vit so hjartaliga. Blíðar heilsanir Ann og Pauli Thomsen