Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2008 13 Føroya KFUK-skótar, sum í hesum døgum hava 80 ár á baki, hava eina spennandi og áhugaverda søgu. Dagbøkur eru skrivaðar frá teimum fyrstu skótafund- unum í 1928 og í nógv ár eftir tað. Flest allar dagbøkurnar eru til skjals í KFUK í Havn Henrietta Hansen (1890 – 1962). Tað var Henrietta Hansen, KFUK-skrivari, sum stovnaði skótarnar tann 9. mai 1928. Henrietta varð fødd og vaks upp á Gørðunum í Vági. Eftir loknan millum- og realskúla í Havn fór Henri- etta við Bush presti og húski hansara til Skagen í eitt ár. Ynski hennara var at taka studentsprógv og so lesa læknafrøði. Men hetta helt abbin í Vági ikki var fyri gentur, og tað mátti hon læta sær lynda. Í staðin var hon á einum kvinnuheimi í Århus. Hetta arbeiðið dámdi henni sera væl, men av tí, at hon var so ung, vildi mamman hava hana heimaftur. Næstu tvey árini var hon í ymsum arbeiði. Eisini hjálpti hon prestakonuni, sum tá var virkin í danska KFUK. Henrietta hevði tó hug at læra, og í 1915 fór hon til Århus at ganga á lærara- skúla. Hugurin til kvinnu- arbeiði var tó so stórur, at hon í 1919 sendi danska fel- agsstýrinum fyri KFUM og KFUK eina umsókn um at gerast ungdómsarbeiðari í Føroyum. Áðrenn hon tók við starvinum sum KFUK- skrivari tann 1. januar í 1920, var hon á fleiri skeið- um í Danmark. Í Vági var KFUK, sum kona Axel F. Moe, prest, stovnaði, og sum Elisabeth H. Dahl stóð fyri. Og har byrjaði hon so sítt virksemi í allari Suður- oynni. Hon hevði tó hug at víðka arbeiðið og tosaði við Jacob Dahl, próst, sum hon var nær skyld við, um at seta á stovn ungdómsarbeiði í Havn. Waagstein, lærari, sum hon búði hjá, tá ið hon gekk í skúla í Havn, beyð sær til at byggja eina stovu afturat húsum sínum, har hon kundi halda samkomu fyri ungum. Henrietta vildi tó fyrst hava arbeiðið í gongd. Og saman við prósti Dahl buðu tey konufólki á fund í Mein- igheitshúsinum, har Henri- etta segði frá um KFUK. Sama summarið var skip- að fyri summarlegu í ytstu húsunum á Tinganesi, sum tá stóðu tóm. 40 vóru á hesi fyrstu summarlegu, sum nakrantíð varð hildin í Føroyum. Næstu 2 árini var hildið til í Tinganesi. Virksemið var nógv: bíbliutímar, fyri- lestrar, hugnakvøld og ytri- missiónskvøld, og einaferð um vikuna komu ung konu- fólk saman. Samstarvið við prestar og trúboðarar hevur altíð verið gott, og ofta var hátíðarhald, tá prestahúski og trúboðarahúski vitjaðu KFUK. Henrietta Hansen var KFUK-skrivari í 28 ár. Vit, sum ikki minnast hana, síggja í gomlu dagbókunum, at hon var sera nógv avhildin og vird. KFUK-húsið Skjótt gjørdist ov trongligt í Tinganesi, og húsaleigan var hartil høg. Eingilski konsulátbygningurin, sum ikki longur var nýttur, var júst tá til sølu. Familjan hjá Henriettu í Vági gav veð- hald, og tí lænti Sparikassin tær 52.000 túsund krónur- nar, sum bygningurin og trøðin tá kostaðu. Valdemar Lützen, konsul, hjálpti væl til við keypinum. Ætt og vinir góvu lyfti um fast árligt gjald í tíggju ár. Og við einum árligum basari skuldi borið til. Hin 29. juni í 1922 vígdi Jacob Dahl, próstur, húsini. Umframt skrivaran hevur KFUK eina nevnd, sum stendur fyri dagliga arbeið- inum. Fyrsti formaður í KFUK var Ellen Lützen, kona Valdemar Lützen. Aft- aná gjørdist Meta Nielsen, lækni, formaður. Eftir krígg- ið var Helena Bærentsen, lærari, formaður. Jona Henriksen, sum flest fólk kendu, var KFUK- skrivari í nógv ár. Hon hevði serligan tokkað til skótarnar, og vit eru nógv, ið minnast aftur á hesi árini við takksemi og virðing. Skótarnir verða stovnaðir Sum KFUK-skrivari var Henrietta ofta á skrivara- skeiði hjá KFUK í Dan- mark. Á hesum vitjanum gjørdist hon sera hugtikin av ungdómsarbeiðinum hjá KFUK, skótunum, sum vóru stovnaðir í 1919. Hon vildi fegin, at føroyskar gentur eisini skuldu gerast skótar. Hon fór so smátt undir fyrireikingarnar, og 9. mai 1928 var stórt hátíðarhald í KFUK, har 28 gentur góvu skótalyftið. Sama árið á hvítusunnu fóru hesar 28 genturnar saman við leiðarum á legu í Hvalvík. Leguútgerðin var ikki stór, t.d. vóru eingi tjøld, so sovið var í einum seyðahúsi. Í 1929 var landslega í Danmark, og alt hetta fyrsta árið var arbeitt við fyrireik- ingum og skótakynstrum. So tað vóru 25 væl fyrireik- aðar og glaðar gentur, sum stevndu av Havnarvág hend- an summardagin í 1929. Síðani hava KFUK- skótar verið á nærum øllum landslegum hjá donsku KFUK-skótunum, sum verða hildnar 5. hvørt ár. Títlingar Á fýra ára stovningardegnum í 1932 vóru títlingar stovnaðir. Áður høvdu bert gentur frá 11-12 árum verið skótar, men tær smærru vildu eisini vera við. Í hesum fyrsta títlingaliði vóru 24 8-10 ára gamlar gentur. Á 50 ára stovningardegn- um í 1978, varð aftur ein grein stovnað. Tað er 4. grein, sum eru tilkomnir skótar, sum koma saman einaferð um mánaðan. Seinastu 8 árini hava gentur, frá tær eru fyltar 6 ár, eisini kunna verið skótar. Hesa greinina kalla vit Spírar. Enn er hendan greinin bert í Havn. Merkið Á donsku landsleguni í 1939 høvdu KFUK-skótar- nir Merkið við, og meðan tær gingu skrúðgongu inn á Århus-stadion, steðgaði táverandi Fríðrikur krún- prinsur teimum og gav teim- um sítt kongaliga loyvi at brúka flaggið, hvagar tær komu. 1940 var fyrsta almenna viðurkenningin av, at før- oyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Í sambandi við, at heimastýrið varð sett á stovn í 1948, var Merkið endiliga viðurkent av donsk- um myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga. Føroya KFUK-skótar Fyrstu árini var bert skóta- arbeiði í Havn, men av tí, at skótarnir ofta vóru á legum úti um landið, gjørdist hug- urin eisini stórur har. Í 1959 vóru KFUK-skót- arnir í Klaksvík stovnaðir, í 1961 Skótalið Erlu Kongs- dóttir í Fuglafirði, í 1980 Skótaliðið Vøran á Sand- oynni og í 1984 Skótaliðið Túgvan í Kollafirði. Eisini hava KFUK-skótar verið í Vestmanna, Vágoynni og í Suðuroynni, men av tí at eingir leiðarar eru á hesum støðum, er tað dottið niður- fyri. Føroya Skótaráð KFUK-skótarnir, Frelsunar- her-skótarnir, Føroya Skóta- samband og KFUM-skótar- nir stovnaðu í felag Føroya Skótaráð í 1987, og stutt eftir gjørdust føroysku skót- arnir limir í norðurlendska skótasamstarvinum. Síðani hava skótarnir í Føroyum havt tætt samstarv um legur og tiltøk. Eisini er tað Føroya Skótaráð, sum umboðar Føroyar á norður- lendskum ráðstevnum, skeiðum og legum. Hátíðarhald Nú KFUK-skótar tann 9. mai í ár hava virkað í Før- oyum í áttati ár, verður tað hátíðarhildið við, at opið hús er í KFUK í Havn frá kl. 16.00, har øll sjálvandi eru hjartaliga vælkomin. Vit hava samlað nakrar myndir av skótum frá øllum hesum 80 árunum, og gott hevði verið, um onkur kundi komið at hjálpt okkum at sett navn á hesar myndir. Dagbøkur frá øllum árunum liggja eisini frammi allan dagin. Ein drekkamuð- ur og okkurt gott afturvið verður eisini at fáa; og vit syngja og hoyra eitt sindur um skótarørsluna. Vónandi eru nógvir fyrr- verandi og núverandi KFUK- skótar, familjur og onnur, sum koma inn á gólvið í KFUK fríggjadagin tann 9. mai frá 16.00 til 19.00. Føroya KFUK-skótar 80 ár Myndin er frá fyrst í 30 árunum. Munnu tey ikki vera nógv, ið minnast skótahúsini á Ternuryggi? Myndin er helst tikin einaferð í 30-unum Aftara rað frá vinstru: Solveig Dam, Minna Mikkelsen, Margit ?, Gulla Helmsdal, Solveig á Lava, Lisa Mikkelsen, donsk, Helena Bærentsen, Gunnhildur Evensen og Ingrid Olsen